fríggjadagur 3. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti
4
Norðtoftir: - Ja, eg var komin í
bilin, tá eg sá tykkum koma. Kom
endiliga innar, so skal eg vísa
tykkum hesi skjótt 100 ára gomlu
húsini. Eg fari bara til Sørvágs
einaferð seinni í dag, sigur hesin
tilaldurskomni, men kortini
virkisfúsi maðurin.
Veðrið er av tí allar fagrasta
henda dagin í august mánaði.
Fólk síggjast hoyggja í Norðtoft-
um, men Sonni hevur kortini aðrar
ætlanir henda dagin.
Annan dagin fyri hevði hann
sligið ein teigin og hevði ballað
ein part av grasinum í gjár. Ætlan-
in var at halda fram við hesum í
dag, men hetta varð kortini ikki av
nøkrum, hóast veðrið avgjørt var
til slíkt virksemi.
- Satt at siga, at var eg ov
troyttur at gera tað í dag. Eg
segði við meg sjálvan í morgun,
at tað gerst ikki við um alt ikki
verður ballað í dag.
- Nú er so lítið eftir, bara einar
20 ballir. So tað er eingin orsøk at
øsa seg upp um tað, sigur Sonni
Frederiksen við einum brosi.
Ístaðin var hann á veg vestur í
Vágar at vitja sonin, tá umboð fyri
Sosialin koyrdu framvið norðastu
húsunum á Norðtoftum.
- Nú er jú einki fyri at koyra
vestur til Sørvágs, sigur hann.
Norður um Múlan
Hóast Sonni Frederiksen hevur
búð meginpartin av lívi sínum í
høvuðsstaðnum, so hava bondini
til hesa lítlu og fjarskotnu
bygdina á Borðoynni altíð verið
sterk og eru tað enn.
Pápi hansara var bæði føddur
og uppvaksin her, og gjørdi
hetta sítt til, at Sonni longu sum
smádrongur kom til bygdina – og
ikki minst í seinni árum.
- Vit komu norður hendavegin
við báti, og sovítt eg veit, var tað
»Streymur« sum førdi okkum til
Klaksvíkar. Men akkurát hvussu
vit komu til Norðtoftar minnist
eg ikki, sigur hesin væl-til-árs-
komni-maðurin, men við tí unga
sinninum.
Ferðasambandið fyri 70 árum
síðani var sjálvandi ikki eins gott
og tað er nú: Ætlaði tú tær úr
Havnini og til Norðtoftir, so var
neyðugt at liggja nátt á leiðini, tí
Sonni finnur friðin
á Norðtoftum
- Eg havi tað gott í allar mátar. Eg eri ongatíð sjúkur, taki onga tablett og livi sum fiskurin. So
eg havi onga orsøk at klaga um nakað, sigur 73 ára gamli Sonni Frederiksen úr Havn. Hóast
sín høga aldur brúkar hann ein góðan part av frítíð síni í bygdini Norðtoftum á Borðoynni
Eg segði so við Sofus,
at vit áttu bara at flett
lambið beinanvegin,
men hann segði nei:
»Sunnudag fletta vit
einki lamb!«. So tað
varð ikki gjørt henda
dagin
- Eg havi altíð havt góða heilsu. Eg minnist meg bara at hava
verið eina ferð sjúkur. Tað var tá tann tiltikna Hongkong-sjúkan
herjaði. Men tá lógu eisini rættiliga nógv fólk sjúk, sigur tann
virkisfúsi Sonni Frederiksen, sum nýtir ein stóran part av frítíð
síni her á Norðtoftum
Bygdarlív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang