Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 190 - 3. oktober 2008 Helena ger rætt Kristina Háfoss er púra sannførd um at Helena Dam á Neystabø ger rætt, nú hon eftirmetir støðuna við Kringvarpinum. Hinvegin tekur fyrrverandi landsstýriskvinna á seg, at landsstýrisfólkið hevur evstu ábyrgd á kringvarpsøkinum og undrast als ikki yvir, at spurningurin um Kringvarvarpslógina, er settur. - Stýrið fyri Kringvarpinum er suverent, tí mann skal halda Kringvarp og landsstýrið atskild. Hinvegin er tað altíð landsstýrisfólkið, ið hevur evstu ábyrgd, sigur Kristina Háfoss. Hon leggur afturat, at sum hon hevur skilt málið, er talan um eina óhepna orðing, sum kann skiljast á ymiskan hátt. - Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur nýtt løgfrøðing, og løgfrøðingur hjá mentamálaráðnum hevur eftirkannað málið, og løgfrøðiliga bar til at skilja lógina soleiðis, at tað ber til at gera sum Kringvarpið ger. Spurningurin er bara, um tað er politiski viljin, greiðir Kristina Háfoss frá. Hans Túgvi Teirin, ið er løgfrøðingur, metir ikki at Kringvarpið arbeiðir samsvarandi við kringvarpslógina. Hann dugir ikki at síggja, at ein tíðinda­ leiðari kann vera fyri tvær sjálvstøðugar eindir Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í lógini um Kringvarp, frá 16. mai. 2006, stendur soleiðis: »Stjórin ger upp- skot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíð- indaeindir.« Júst hetta dugir Hans Trúgvi Teirin ikki at síggja, at Kringvarpið arbeiðir í tráð við. - Sum eg lesi lógina, er tað soleiðis, at mann skuldi keypa tvær kanónir og tveir offiserar at skjóta við teim- um. Soleiðis sær tað ikki út til at vera. Tað sær út sum, at tað er ein offiserur, sum skjýt- ur við báðum kanónunum, sigur Hans Trúgvi Teirin. Tað er onki sum verjir tað Hans Trúgvi Teirin greiðir frá, at tað hann heldur ikki dugir at finna nakað í við- merkingunum, ið verjir val- ið Kringvarpið hevur gjørt. - Tað einasta eg dugi at síggja í viðmerkingunum, er ein enn størri staðfesting av, at lógin skal skiljast sum, at tað skulu vera tvær púra óheftar deildir. Tað er torført at ímynda sær, um mann hevur eina leiðslu, sum svansar alt í ein ellubita, greiðir løgfrøðingurin frá. Bara á pappírinum Hinvegin skilur Hans Trúgvi Teirin eitt sindur hvussu Kringvarpið hevur gjørt. - Tey kunnu kanska verja tað tey gera, men so er tað bert á pappírinum. Soleiðis sum tað sær út til at virka í praksis, kundi tað, tað sama verið ein tíðindaeind og ikki fleiri. Tí eg fái tað øgi- liga illa at sampakka, at tað er ein leiðari á báðum deild- unum. Løgfrøðingurin leggur afturat, at tað í hesum føri er talan um eina beinleiðis avmarking í eini lóg, og tí er tað rættiliga týdningar- mikið, at hon verður fylgd. Sosialurin hevur tosað við tveir aðrar løgfrøðingar, og sum skilst eru teir púra samdir við Hans Trúgva Teirin. Hinvegin veit Sosialurin eisini, at løgfrøðingar hava kannað skipanina hjá Kring- varpinum, so ymiskar tulk- ingar eru helst av lógini. Formaðurin í Kring­ varpsstýrinum er ikki í iva um, at Kringvarpið onki skeivt ger við at hava ein tíðindaleiðara í Kringvarpinum. – Uppgávan er ikki at mynda tíðindini, men at organisera tey, sigur Rúni Heinesen Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Rúni Heinesen er formaður í Kringvarpsstýrinum. Í gjár beitti hann Sosialin víðari til stjóran í Kring- varpinum, men í dag loysir hann posabandið. - Vit hava onki skeivt gjørt. Í framtíðini skulu vit hava heili tríggjar redak- tiónir, sum skulu arbeiða óheft og sjálvstøðugt, hvør av aðrari. Mentamálaráðið er kunnað um málið og tey hava onki sagt um at vit gera nakað skeivt, sigur Rúni Heinesen Ein tíðindaleiðari Tá ein tíðindaleiðari er settur til tríggjar redaktión- ir, er nærliggjandi at hug- sa, hvørja uppgávu hesin tíðindaleiðarin skal hava, um eindirnar skulu vera sjálvsstøðugar. - Uppgávan hjá tíðinda- leiðarinum skal vera at býta út og organisera. Hann skal ikki stýra inni- haldinum, tí so fáa vit ein- sporaðan tíðindaflutning, og tað er ikki ætlanin við lógini. Eisini skal tíðinda- leiðarin syrgja fyri, at eind- irnar eru óheftar og, at kringvarpið framleiðir tíð- indi. Eg eri ovast í pyra- miduni í hesum føri, og tí veit eg ikki heilt, hvørjar aðrar uppgávur tíðindaleið- arin hevur, men tað ber til at spyrja hann, greiðir Rúni Heinesen frá. Tað er politikkur - Tað er eitt politiskt val, at stovnarnir skuldu leggja saman, við tí í huga at spara pening. Vit hava havt fundir bæði við mentanarnevndina hjá tinginum og við menta- málaráðið, har tey onki hava sagt um okkara hátt at skipa virksemið, og vit hava verið heilt opin kring allar ætlanirnar, sigur Rúni Heinesen um viðmerkingar- nar ymiskir politikarar høvdu í blaðnum í gjár. Vit hava onki skeivt gjørt Kringvarpið fylgir ikki lógini Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Kring­ varpinum, dugir illa at skilja, at málið um tvær eindir skal takast so nógv upp nú. – Dagliga hava vit tvær redaktiónir, men vit arbeiða øll í Kringvarpinum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosilurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt er sett- ur sum tíðindaleiðari í Kring- varpinum. Hann hevði sín fyrsta arbeiðsdag 1. oktobur, men nú er rok um starvið hjá honum, tí tað bert er ein leiðari fyri tíðindini hjá Kringvarpinum. - Uppgávan hjá mær er at syrgja fyri at tíðindini, sum fara út, eru í ordan. Sam- stundis skal eg syrgja fyri, at deildin hongur saman, og tað vildi verið spill av resur- sum, um vit ikki arbeiddu saman í ávísum førum. Vit hava, fyri at fylgja lógarkrav- inum, skipað okkum í tvær óheftar redaktiónir, sum hava hvør sín redaktør hvønn dag. Hinvegin dugi eg ikki at skilja lógarkravið, tí gomlu eindirnar kunnu í veruleikanum ikki kappast. Útvarpið hevur tíðindir fleiri ferðir um dagin, meðan sjónvarpið bert hevur fýra tíðindasendingar um vikuna, og tí dugi eg ikki at síggja, hví tað skal vera eitt argu- ment, at eindirnar skulu kappast, tá restin av lógar- verkinum fyri Kringvarpið snýr seg um samstarv, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Fer at sparra við redaktørarnar Spurningurin er seinni sett- ur, hvat tíðindaleiðarin kann gera, um hann ikki sleppur at blanda seg, í hvørji tíðindir fara út. - Eg fari sjálvandi at sparra við redaktørarnar. Eg kann ikki sita í eini kryst- alkúlu og goyma meg. Tað hevði eisini verið absurd, um eg skuldi rýmt úr rúmin- um, tá redaktiónsfundir eru. Eg segði eisini til setanar- samrøðuna, at eg fegin vildi halda áfram at gera tíðindi, og tað ætli eg mær, greiðir nýggi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum frá. Fólkini fara at skifta Jón Brian Hvidtfeldt greiðir frá, at fólkini á tíðindadeild- ini sjálvandi fara at skifta ímillum at gera sjónvarp og útvarp. - Tað ber ikki til, at tað skal vera eitt so vatntætt skott ímillum sjónvarpið og útvarpið, nú tey øll eru í sama reiðaríið. Deildirnar eru báðar so lítlar, at vit mugu flyta fólk ímillum. Og ætlanin er sjálvandi eisini, at starvsfólkini skulu hava møguleika at skifta ímillum, tí tað er mennandi fyri tey, greiðir tíðindaleiðarin frá. Politikararnir eru óseriøsir Jón Brian Hvidtfeldt metir, at tað politikararnir gera, er at skapa ein kunstigan trupulleika. - Eg dugi ikki at skilja argumentatiónina. Eindirnar eru so lítlar, at vit nevniliga kunnu fáa ein einsporaðan tíðindaflutning, um vit ikki nýta resursurnar hjá hvørjum øðrum. Úrslitið verður, at vit ikki røkka nøkrum sum helst. Tað er óseriøst av politikarum, sum vita alt um málið, at teir nú skulu seta spurnartekin við tað sum hendur. Bæði Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø hava, saman við restini av táverandi Mentanarnevnd hjá løgtinginum, verið á fundi við Kringvarpið. Tað var 16. mai, áðrenn lýst varð eftir nýggjum deildarleiðar- um. Har vóru tey kunnað um nýggja bygnaðin og har varð eisini umrøtt, hvussu kringvarpslógin skal tulkast í hesum sambandi. Somu- leiðis hevur Mentamálaráðið gókent nýggja bygnaðin. Tískil hava politikararnir havt allan møguleika at seta seg inn í málið, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Alt er sama reiðarí Tað er serstakliga ivasamt um Kringvarpið fylgir Kring­ varpslógini, siga løgfrøðingar Sosialurin hevur tosað við