Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 • 3. oktober 2008 Vikuskifti 9 Heystframsýningini. Brandur Patursson hevur mær vitandi ikki framsýnt tað nógva í Føroyum, men á tí palli, sum Heystframsýningin hevur boðið honum, trínur hann nú fram sum áhugaverdur og øðrvísi listamaður. Hansara fýra verk eru øll stødd í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og har standa tey væl. Verkini eru úr stáli og glasi og trý av teimum eru lýsingar av eini løgnari veru, sum kundi stava úr einum science fiction universi. Vit kenna aftur skemtiliga lyndi hjá Brandi Patursson, men varnast eisini eitt nýtt álvarsemi, ið klæðir listamanninum. Samstundis sum hesar verurnar eru rættiliga óveruligar og abstraktar er okkurt yvir teimum, sum minnir um ávikavist fólk og forsøguligar, útdeyðar verur. Soleiðis, sum standmyndirnar eru settar upp kring Klingruna, hava tær eitthvørt reikandi yvirbrá, sum eru tær í holtur við eini vónleysari flýggjan frá einum møguligum undirgangi, og jú longur tú hyggur at teimum, jú meira rørandi hjálparsleysar og líkar menniskjanum tykjast hesar verur. Tílíkar dystopiir hava vit ikki havt tað nógva av áður í føroyskari list, sum við hesari nýggju røddini, gerst fjølbroyttari. Ein bingja er ein bingja er ein bingja... Tey tvey monumentalu verkini, ið hanga í Klingruni, staðfesta minst tvey ting, harav annað er, at Tróndur Patursson er ein av okkara bestu listafólkum. Hitt er, at tey, sum møsna um, at Tróndur bara málar tað sama, bláa, mugu taka seg saman og fata, at Tróndur Patursson er millum tey heilt fáu av føroysku listafólkunum, sum hava eina konseptuella, hugskotsgrundaða tilgongd til listina, sum altso ikki gongur út uppá at mála so mong ymisk fjøll sum møguligt. Bæði verkini hanga ómetaliga væl á risastóra vegginum, ikki minst tá ljósið er sløkt, sum tað var, tá eg var og hugdi mitt á degi, tá blái liturin tykist gløða og vibrera út í rúmið. Tað er frálíkt at síggja, at Tróndur Patursson heldur seg reystan hóast mannminkandi viðgerðina, sum hann og listaverkið “Bládýpi” hava fingið frá Listasavni Føroya, har tey eyðsýniliga ikki duga at skyna munin millum eina bingju og eitt listaverk, hóast talið av listfrøðingum og listkønum, sum arbeiða í Listaskálanum, alsamt økist. Við Heystframsýningini 2008 hevur hesin listafólkabólkurin staðfest seg sjálvan og fram­ sýning sína sum sjálvsagdan veitara av ársins mest áhuga­ verdu listauppliving her á landi. Eins og hini árini er komin út ein bóklingur, ið fæst til keyps fyri bert 20 krónur. Hóast teksturin ikki er eins góður, og hann hevur verið hini árini, er hesin bóklingur góður at hava, tá framsýningin heldur uppat 19. oktober. Framsýningin á Skipasmiðjuni er opin dagliga frá kl.15­18. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir Anker Mortensen Bárður Jákupsson Brandur Patursson Hanni Bjartalíð Hjördis Haack Tróndur Patursson Zacharias Heinesen Tummas Jákup Thomsen