fríggjadagur 3. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 190 - 3. oktober 2008
Eyðgunn Samuelsen
sigur, at tey vóru
nøkur í Klaksvíkar
býráð, sum mót
mæltu, men meiri
lutin vildi ikki lurta,
tí er kommunan
endað í fíggjarligum
skilaloysi
KLAKSVÍK
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Eg eri als ikki kløkk at tí,
sum nú fer fram í Klakvíkar
býráð.
Tað sigur Eyðgunn Sam-
uelsen, býráðslimur í Klaks-
vík, sum hevur verið í far-
loyvi, síðani hon í februar
mánaði í ár tók sæti á tingi.
Eyðgunn Samuelsen vísir
á, at orsøkin til vánaliga
skilið í Klaksvík er vantandi
fíggjarstýring í fleiri á,
heldur enn framtíðarútlitini
hjá kommununi.
- Eg havi óteljandi ferðir,
bæði skrivliga og munliga,
víst á, at hetta fór at enda
galið,
sigur
Eyðgunn
Samuelsen.
Hon vísir til eitt lesara-
bræv, sum hon hevði í Sosi-
alinum 26. november í
2006, har hon skrivaði um
fíggjarætlanina hjá Klaks-
víkar kommunu.
- Eg vísti tá á udirskotið á
fíggjarætlanini hjá Klaks-
víkar kommunu – triðja
árið á rað. Samtyktar vórðu
útreiðslur, ið fóru at økja
um skuldina hjá kommununi
úr 90 mió til áleið 150 milli-
ónir krónur, sigur Eyðgunn
Samuelsen. Hon vísti í
greini á, at samstundis vóru
inntøkurnar methøgar. Eitt
uppskot um at hækka skatta-
prosentið var ikki samtykt,
og var Eyðgunn Samuelsen
ein av teimum, ið atkvøddi
ímóti.
- Eg hevði fleiri orsøkir
til ikki at atkvøða fyri at
hækka skattin. Tá ið vanligi
borgarin fer í bankan og
biður um lán, so skal hann
hava eina ætlan fyri, hvussu
hann ætlar at gjalda skuld-
ina aftur, nær hann byrjar,
hvussu stór lánsgjøldini
skulu vera, og um hann
hevur eina inntøku, ið ger,
at hann megnar at gjalda
aftur. Eina slíka ætlan hevði
Klaksvíkar Kommuna ikki,
segði Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísti í greinini í 2006
á, at inntøkan hjá Klaksvíkar
kommunu hevði í fleiri ár
verið størri enn væntað, og
hvat hendi? Jú øll árini er
meirinntøkan
farin
til
óskipaða meirnýtslu og ikki
til at gjalda skuld aftur við
tí, ongin langtíðarætlan er.
Hon vísti á, at trupulleikin
í Klaksvíkar býráð var, at
øll vilja alt í senn, og at
eingin megnar at skera
ígjøgnum. Hvørt ár verður
byrjað við einum ynskilista
og síðan verður skorið so
langt niður sum semja fæst
um. Hetta árið var ynski-
listin á íløgusíðuni 92 mió
(næstan øll inntøkan) og
skorið varð niður á 49 mió
uttan stórvegis viðgerð,
síðan var ætlanin samtykt
uttan at hyggja frameftir.
- Soleiðis hevur verið
arbeitt í fleiri ár, sjálvt um
nøkur í áravís hava víst á
tørvin á raðfesting og lang-
tíðarætlanum, so hava poli-
tikarnir ikki megnað at
semjast um hetta enn, segði
Eyðgunn Samuelsen.
- Tað sum nú hendur í
mun til undanfarin ár er, at
við hesum politikki er
skuldin nú so høg, at ikki
ber til longur uttan antin at
renna seg fastan, so arbeiði,
ið vera sett í verk, møguliga
mugu steðga av vantandi
fíggjarstýringini, ella at fáa
eina semju um raðfestingar
og gera eina langtíðarætlan.
Hetta krevur dirvi at skera
ígjøgnum og rygg at standa
ímóti við. Alt gott um at
leggja búskarligu realitet-
irnar fram fyri fólkinum,
men vit mugu ikki gloyma,
at tað eru politikarnar, ið
eru valdir at gera nakað við
realitetirnar. Tað er ongantíð
ov seint, og eingin ivi skal
vera um at Javnaðarflokkurin
í Klaksvíkar býráð hevur
og framvegis er til reiðar at
vera við til hetta arbeiðið
ongantíð ov skjótt, sigur
Eyðgunn Samuelsen, sum
aftur hesaferð bjóðar seg
fram sum valevni til komm-
unuvalið í Klaksvík, hóast
hon hevur verið í farloyvi,
síðani hon kom á ting í
februarmánaði í ár.
Eyðgunn Samulsen vísir
á, at hetta vóru sjónarmið,
sum hon bar fram fyri
tveimum árum síðani.
- Tað er als einki stuttligt
at staðfesta, at eg hevði rætt
í hesum ikki sørt negativu
spádómunum. Men eg vil
kortini bara vísa á, at vit
vóru nøkur, sum mótmæltu
og ávaraðu gongdini, men
meirilutin
í
Klaksvíkar
býráð vildi bara ikki lurta,
sigur Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur Javnaðarflok-
sins í Klaksví í farloyvi.
Hevði roknað við
at tað endaði galið
Ragnar Finnson í kvøld
Nú hevur Ragnar Finnson verið í kappingini Talant 2008 í eina tíð. Alt byrjaði í SMS við einum gittara hjá
einum klaksvíkingi og hansar egnu rødd. Ragnar varð blakaður upp á pallin og sannførdi Blu, ið framleiðir
kappingina, so mikið nógv, at hann var biðin at koma til Danmarkar til upptøkuroynd. Har helt Ragnar
fram at vera millum tey bestu og slapp víðari í semifinaluna. Í kvøld er semifinaluumfarið har Ragnar skal
luttaka. Sendingin byrjar klokkan 19.00 á DR1 og í SVF eitt korter seinni. Tað ber til at ávirka dømingina,
so Ragnar verður nokk fegin, um fólk atkvøða fyri honum í kvøld.
Økonomisk leiðsla og økonomisk teori
Kundi tú hugsað tær meiri stundir og betur høvi
at diskutera nýggj rák innan økonomi? At fingið
innlit í, hvat onnur gera, hvørjar praktiskar royndir
og teoretiskan kunnleika tey hava viðv. ymiskum
skipanum og teorium? At bæði givið og fingið íblástur
og meirvitan um, hvørjar loysnir onnur hava valt á
ymiskum økjum innan hetta evni? At styrkt títt fakliga
netverk?
Í Faknetinum fært tú ein gyltan møguleika at fáa
uppbygt tær eitt gott faknet at trekkja uppá.
Tú kanst spara nógva tíð og pening.
Professionelt
netverksforum
fyri
fíggjarleiðarar, fakfólk og lyklapersónar, ið arbeiða
innan fíggjarstýring, finans og roknskap.
Skráin fyri faknetið verður lagt til rættis í
samráð við fakfólk. Eitt nú tema sum fíggjarstýring,
kreppustýring, fíggjarætlan, forecast, rapportering,
virðisleiðsla, strategi og projektleiðsla eru uppløgd
evni til skránna. Limirnir fáa sjálvsagt eisini ávirkan.
Kostnaður úr kr. 6.500 +mvg. pr. ár.
Vælkomin til
...netverk fyri fakfólk
SoLEiðiS hiTTAST ViT
6 ferðir árliga
Í hugnaligum umhvørvi
Vanliga millum kl. 10-12, umframt
miðmála
Faklig upplegg til hvønn fund
Serfrøðingar uttanífrá vitja
2 ferðir um árið
Serkønur orðstýrari
Kaffi, smákøkur og frokost til
hvønn fundin
Gott høvi at netverka
VEL TÍTT FAKnET
Leiðarar
v/starvsfólkaábyrgd
Økonomi
KT
Útbúgving,
gransking
& menning
námsfrøði
w w w . F A K n E T . F o
Kom Við Í
– títt fakliga netverk
Samstarvsfelagar
ØKONOMI
v/Synergi
tel. 32BELL (322355)
fart. 22RinG (227464)
faknet@faknet.fo
- Tað er als einki stuttligt at staðfesta, at eg hevði rætt í hesum ikki sørt negativu spádómunum,
sigur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur í farloyvi