fríggjadagur 3. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Við Heystframsýn
ingini 2008 hevur
hesin listafólka
bólkurin staðfest
seg sjálvan og fram
sýning sína sum
sjálvsagdan veitara
av ársins mest
áhugaverdu lista
uppliving her á
landi
Framsýningin er so ljós og so
leikandi løtt, at áskoðarin eina
løtu gloymir árstíðina og at
hetta er Heystframsýningin, sum
uttan iva er nógv tann besta
av felagsframsýningunum av
føroyskari myndlist í løtuni, um so
einstøk av teimum framsýnandi
listafólkunum ikki heilt liva upp
til tað høga góðskustøðið, sum
bólkurin sjálvur hevur sett sær
fyri at røkka.
Væl skipað
framsýning
Við teimum fjúrtan limunum og
tveimum gestunum, ið framsýna,
er ársins Heystframsýning lutfals
liga rúgvusmikil, men tó so fyri
myndarliga væl skipað, at einki
av listaverkunum tykist órógvað
av øðrum verkum.
Henda greiða skipan er gald
andi fyri bæði uppheingingina í
Listahøllini á Skipasmiðjuni og í
Klingruni í Norðurlandahúsinum.
Við uppheingingini í Listahøllini
er dentur lagdur á listina hjá
teimum yngru listafólkunum í
bólkinum við verkum hjá til dømis
Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy,
Tummas Jákupi Thomsen, Anker
Mortensen og Aggi Ásgeirsdóttir,
ið øll síggjast, haðan inngongdin
til framsýningina er. Er áskoðarin
staddur hinumegin, sær hann
verkini hjá Bárði Jákupsson
og Zachariasi Heinesen, eins
og málningarnir hjá Olivuri
við Neyst síggjast haðan sam
an við standmyndunum hjá
Andriasi Andriasen. Tað er
serliga galdandi fyri teir báðir
síðstnevndu listamenninar, at
verk teirra á ársins Heyst
framsýning tykjast ómetaliga
gamaldags og afturlítandi. Eftir
øllum at døma hevur Andrias
Andriasen ikki nógv meir upp
á hjarta enn rætta og slætta
veruleikaeftirgerð. Lýsingar Olivur
við Neysts av verkafólki sýnast
bert sum viðfáningar í mun til
eldri verk hjá sama listamanni.
Harumframt gjørdist tú sum
áskoðari í grundini eisini óvæntað
vónbrotin av myndunum hjá
Torbirni Olsen. Hóast Torbjørn
næstan ikki er førur fyri at mála
vánaligt, sýnast myndir hansara
á Heystframsýningini heldur
tamar. Hesi verk eru ikki vánalig,
men tá tú veitst, hvat hesin
listamaður megnar, tykjast myndir
hansara á Heystframsýningini av
handahógvi merktar.
Tað besta vit eiga
Hini listafólkini gera eftir
øllum at døma nógv burtur úr
fyri at liva upp til ætlanina
hjá Heystframsýningini um at
sýna fram tað besta vit eiga av
føroyskari list. Hetta er eitt nú
galdandi fyri Zacharias Heinesen,
Rannvá Kunoy, Marius Olsen og
Bjarna Werner Sørensen. Bárður
Jákupsson hevur millum annað
tveir stórar málningar við á
framsýningini, sum báðir umboða
nakað nýtt í hansara verki.
Myndevnisliga tekur hann enn
einaferð støði í okkara loddrætta
kletta og fjallalandslagi, sum
hann byggir upp við brúnum,
grønum, bláum, gráum, gulum og
violettum linjum, ið fýrisliga og
rútmiskt ganga á skák gjøgnum
myndarúmið. Men í hesum
báðum nýggju myndunum megnar
hann at sameina tað stórbæra
við ein nýggjan lættleika, sum
at síggja til hurlar hesi stóru
verk upp, frá eins og í einum
náttúrunar veldigum stoffskifti av
brimi, sól, támi og sirmi. Anker
Mortensen hevur málað nakrar
smáar myndir, sum minna okkum
á, at tað kanska er hann, sum
mest av øllum tekur við listarliga
arvinum eftir slóðbrótaran Ingálv
av Reyni. Eitt nú minna hesar
smáu myndirnar hjá honum
um tær sveimandi einføldu
vatnlitamyndirnar, sum Ingálvur
av Reyni málaði tey seinnu
árini. Stóru, gráu myndirnar hjá
Anker Mortensen eru bygdar upp
av mongum løgum av máling,
sum geva kensluna av dýpd,
samstundis sum dentur verður
lagdur á yvirflatan á máln
ingunum við smáum, flykrandi,
gulum og bláum pensilsstrokum.
Høvuðsárinið er poetiskt
og grundleggjandi abstrakt,
samstundis sum áskoðarin fær
varhugan av onkrum kendum
í mynstrum og skapum, ið tó
støðugt umbroytist og víkir undan
eini endaligari fatan.
Grillin og brúgvin
Hanni Bjartalíð hevði fyri kortum
eina framúr góða framsýning av
málningum í Galerie Focus og
tað var tessvegna við ikki sørt
av spenningi, at farið varð yvir
til hansara verk, sum eru tríggjar
rúmligar uppsetingar við smáum
húsum. Eftir tí lítla skeltinum á
tí eina modelhúsinum at døma,
ímyndar hetta eina grill. Grillin
er helst eitt tað besta listaverki
á Heystframsýningini í ár, tí tað
á originalan hátt sameinir tað
stuttliga, fitta, neyva og tað
kerliga speiska í einum fagnaði
av bygdasligheitini, ið gevur
hugasamband til Tórodd Poulsen,
sum í yrkingum, installatiónum
og myndum viðger sama evni.
Tummas Jákup Thomsen er á
sama hátt eisini rættiliga fjøl
broyttur, tá tað kemur til listarligt
tøkni, meðan innihaldið ofta
snýr seg um tilveruligt einsemi.
Tað haldi eg eisini, nýggja
installatiónin hjá honum ger,
hóast hon ikki er eins konkret
ekspressiv og klaustrofobiski
málningurin, sum Tummas Jákup
Thomsen hevði við seinast, við
svarthvíta, sunnudagsklædda
smádronginum, sum tykist
fangaður í hvítum einsemi.
Videoinstallatiónin hjá Tummas
Jákup Thomsen á ársins Heyst
framsýning lýsir heilt einfalt
eina brúgv og ferðsluna, ið har
er. Og hóast hetta kann tykjast
sum eitt lutfalsliga uttanveltað
myndevni, sníkir kuldakenda
einsemiskenslan seg inn eisini
her við bilunum, ið allir koyra
burtur frá upptøkutólinum við tí
úrsliti, at áskoðarin aftur og aftur
kennir seg merkiliga frávísta.
Hóast speglingsmyndirnar
hjá Hjördis Haack á ein hátt
eru ógvuliga øðrvísi í mun til
videoinstallatiónina hjá Tummas
Jákupi Thomsen, er konseptuella
tilgongdin til listina tann sama
hjá báðum listafólkunum. Hjördis
Haack málar speglingar í einum
silvurfati, sum er rættiliga øðrvísi
málað enn myndirnar, sum
síðsta ár hingu í Klingruni í
Norðurlandahúsinum. Myndirnar
eru minni í ár og kámari, eins og
huglagið tykist meira beinleiðis
óhugnaligt við teirri avskeplaði
kvinnumyndini, ið speglast í
silvurfatinum.
Gestablídni
Tá eg hoyrdi, hvørjir ársins
gestaframsýnarar vóru, helt eg
at byrja við ikki, teir tóktust sum
tað mest upplagda valið. Skal
Heystframsýningin sýna fram
tað allarbesta vit eiga, átti eitt
nú Tóroddur Poulsen at verið
limur longu frá byrjan, eins og til
dømis Hans Pauli Olsen skuldi
verið sjálvskrivaður. Men tað er
sjálvandi ikki vist, at øll hava
áhuga í at vera limir í hesum
bólki, sum til dømis ikki sýnir
fram á Listasavni Føroya.
Sigast kann beinanvegin, at
báðir gestirnir í ár ríka fram
sýningina við teirra verkum, sum
hava fingið sera góða staðseting
og gott pláss at breiða seg; Aggi
Ágeirsdóttir í Listahøllini og
Brandur Patursson í Klingruni í
Norðurlandahúsinum. Mongu
myndirnar hjá Aggi spjaða seg
um ein stóran part av tveimum
endaveggum í Listahøllini í eini
uppheinging, sum endurspeglar
mátan hon skipar sítt myndevni,
so at lívrunnin mynstur og skap
spjaðast kring allan myndaflatan.
Í myndunum hjá Aggi sígga
vit eisini øðrvísi og frískar
samansetingar av litum, sum
heilt vist eru við til at mynda
várligu heildarkensluna av
Várlig Heystframsýning
Ummæli
Kinna Poulsen
Heystframsýningin 2008 er so fyrimyndarliga
væl skipað, at onki av listaverkunum tykist
órógvað av øðrum verkum