fríggjadagur 3. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 190 - 3. oktober 2008
- Vit hava alt ov
nógvar bóltar í luftini
í senn. Hvørki í
verki ella politiskt er
nóg neyv stýring av
teimum alt ov mongu
verkætlanunum, sum
kommunan koyrir,
og tí kemur tað á
ongan hátt óvart
á, at vit eru endað
í hesari støðuni,
sigur Kristian Eli
Zachariasen, býráðs-
og fíggjarnevndar-
limur í Klaksvíkar
býráð
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað minnir ikki sørt um
stóru krakkini av bankum í
londunum rundan um okk
um, nú Klaksvíkar komm
una manglar likviditet. Úr
slitið er, at stórar skerjingar
í útreiðslunum mugu setast
í verk beinanvegin, sam
stundis
sum
bankarnir
smekka lokið í og ikki vilja
veita kommununi lán.
At hetta fór at henda
kom ikki óvart á meg. Eg
havi áhaldandi ávarað ímóti
vantandi fíggjarstýringini í
sambandi við tær mongu
verkætlanir, sum kommunan
hevur sett í verk, sigur
Kristian Eli Zachariasen,
limur í fíggjarnevndini í
Klaksvíkar býráð.
Hann hevur víst á hendan
trupulleikan í longri tíð, og
í fjør hevði hann eitt lesara
bræv í bløðunum, har hann
vísti á júst hendan trupul
leikan.
»Øll vita tað, øll tosa um
tað, men eingin ger nakað
við tað. Og tað hendir ferð
aftaná ferð. Flestu verkætl
anirnar
hjá
Klaksvíkar
Kommunu halda ikki ásettu
fíggjarætlan.
Vit kunna nevna nakrar,
sum ikki hava verið innan
ásetta fíggjarkarmin: Góðs
havnin í Ánunum, lækna
miðstøðin,
eldrasambýlið
við Kráarbrekku og so tað
seinsta stjørnuskotið innan
kommunalar
verkætlanir,
baðilandið í svimjihøllini.
Hvat hava so hesar verk
ætlanir til felags? Jú, eyka
rokning omaná eykarokn
ing. Og sjálvsagt ikki at
gloyma, undanførslur fyri
hví hesar verkætlanir eru
vorðnar dýrari ímun til upp
runaligu ætlan«, skrivaði
Kristian Eli Zachariasen.
Og hann hevur eisini svar
ið upp á, hví hesar verk
ætlanir gjørdust upp í tvífalt
so dýrar, sum upprunaliga
ætlað.
»Høvuðstrupulleikin
er
vantandi ráðgeving/útgrein
ingar ísamband við verkætl
anirnar«, skrivaði Kristian
Eli Zachariasen.
Ítøkilig dømi
Andstøðulimurin í Klaks
víkar býráð hevur áhaldandi
fílst á tilvildarligu fíggjar
stýringina í kommununi.
Eg kundi nevnt fleiri
dømi um, hvussu kommun
an arbeiðir við pengunum.
Til dømis í sambandi við
bygging av einum frystihúsi
í Ánunum, har kommunan
veitti eigarunum eitt lán
upp á fimm milliónir krónur
at stoypa grundina fyri.
Hetta eru fimm milliónir,
sum nú mangla í hjá komm
ununi, sigur Kristian Eli
Zachariasen.
Og so tekur hann upp aft
ur tað, sum hann nevndi í
lesarabrævinum frá í fjør.
Eldrasambýlið
við
Kráarbrekku gjørdist nógv
dýrari enn væntað, Lækna
miðstøðin skuldi uppruna
liga kostað um níggju milli
ónir krónur, men endaði við
at kosta nærum tað tvífalda,
góðshavnin í Norðhavnini
skuldi útbyggjast við áleið
38 milliónum, nú kostar
hon eitt stað millum 60 og
70 milliónir, og tá svimji
høllin skuldi umbyggjast til
eitt baðiland, kom knappliga
ein eykarokning upp á 1,5
milliónir krónur til óvænt
aðar útreiðslur, sum hædd
avgjørt átti at verið tikin
fyri, sigur Kristian Eli
Zachariasen.
Hann gjørdi ikki mætari
enn at leggja uppskot fyri
býráðið um at loysa ráð
gevandi
verkfrøðingin
í
hesi seinast nevndu verkætl
an frá uppgávuni, eitt upp
skot, sum kortini varð felt
av samgonguni.
Sparingar mugu til
Men tað er kortini ikki bert
vánalig
ráðgeving,
sum
sambært Kristian Eli Zacha
riasen er orsøkin til, at fíggj
arstýringin er ov tilvildar
lig.
Mann má avgjørt siga,
at vit politikarar ikki hava
verið nóg vaks. Vit hava av
gjørt okkara part av skuldini
fyri, at vit eru komin í hesa
støðuna, sigur Kristian Eli
Zachariasen.
Hann heldur, at altjóða
fíggjarkreppan hevur sína
skuld í, at bankarnir her
heima eru meiri varnir og
ikki vilja lána pening út til
Klaksvíkar kommunu.
Eg hevði ikki væntað, at
tað fór at gerast so ógvusligt,
men tað er heilt víst, at
hevði ikki ein altjóða fíggj
arkreppa herja, so var
kommunan heldur ikki kom
in í hesa støðuna, sigur
Kristian Eli Zachariasen.
Hann vísir á, at tað sjálv
andi má ganga galið, tá
kommunan fleiri ár á rað
hevur havt 2030 millónir
krónur í halli.
Eg havi tvey tey seinastu
árini gjørt vart við, at neyð
ugt er at fáa javnvág á fíggj
arlógina, men eg havi talað
fyri deyvum oyrum. Úrslitið
er, at vit nú nærkast einari
heilari álíkning í skuld,
sigur Kristian Eli Zacharia
sen.
Tá hann kom í býráðið
fyri fýra árum síðani, var
skuldin hjá kommununi um
68 milliónir krónur, í dag
liggur hon um tær 130 milli
ónirnar.
Raksturin er eksploder
aður seinastu fýra árini, úr
82 milliónum upp í 107 fyri
komandi ár. Tó vænti og
rokni eg við, at vit fáa skarv
að einar 12 milliónir av, so
vit koma niður á 95 milli
ónir krónur, sigur Kristian
Eli Zachariasen.
Onkur má til hús
Sjálvur vónar Kristian Eli
Zachariasen, at tað fer at
bera til at koma enn longur
niður í útreiðslum.
Vit skulu rinda 7,5 milli
ónir krónur í rentum og av
drøgum,
so
samlaðu
rakstrarútreiðslurnar í mun
til inntøkurnar er 80%, og
tað er alt ov mikið, sigur
Kristian Eli Zachariasen.
Hann metir tað tí tving
andi neyðugt at rationalisera
á øllum økjum, men hann
vil kortini ikki her og nú
siga, at eitt nú svimjihøllin
skal lata aftur, ella at fimm
fólk í vegadeildini skulu
koyrast til hús.
Tað verður neyðugt at
hyggja nærri at ymsum tæn
astum, og síðani saman við
deildarleiðarunum
finna
fram til, hvussu kommunan
kann rationalisera og spara
á tí økinum. Men tað er
neyvan nakað at ivast í, at
onkur má til hús, sigur
Kristian Eli Zachariasen.
Hann heldur, at trýstið á
kommununa kanska hevur
verið í so stórt í sambandi
við at Norðoyatunnilin læt
upp. Nógv vegarbeiði var
gjørt í tí sambandi, og so
hevur kommunan eisini sett
onnur tiltøk í verk, eitt nú
Íverksetarahúsið,
bjargað
KÍ, spýtt pening í Badmin
tonhøllina og útstykkingar
fyri at nevna nøkur mál.
Annars haldi eg, at tað
var fyri neyðini, at Sunda
fólk atkvøddu nei til saman
legging við Klaksvík, tí sátt
málin var fullur av gyltum
lyftum, sum Klaksvíkar
kommuna ongan møguleka
hevði havt fyri at hildið,
sigur Kristian Eli Zacharia
sen.
Kristian Eli stillar upp aftur
Tað var ikki ætlanin hjá Kristian Eli Zachariasen at stilla upp til
komandi býráðsvalið 11. november, men hann hevur kortini broytt støðu
nú. – Umstøðurnar er so nógv broyttar nú, at eg havi tikið av at stilla
upp til býráðsvalið kortini. Tá eg fyri 14 døgum síðani segði, at eg ikki
fór at stilla upp, visti eg einki um ta støðuna, sum nú er uppstaðin við
stórum fíggjarligum trupulleikum hjá kommununi. Eg ætli mær ikki at
stinga halan sekkin og rýma frá teimum trupulleikum, sum eg eisini
havi mína ábyrgd av, og tí havi eg broytt støðu og havi boðað frá, at eg
kortini fari at stilla upp til býráðsvalið 11. november, sigur Kristian Eli
Zachariasen, sum skjótt hevur sitið eina setu fyri Javnaðarflokkin í
Klaksvíkar býráð.
Vinnurásin endursend
leygardag
Spildurnýggja sendingin á Rás2, VINNURÁSIN, fór av
bakkastokki seinasta týsdag. Síðani hevur verið
telefonstormur. Fleiri lurtarar, sum ikki vistu um hana, vilja
hoyra sendingina, og tí hevur Rás2 avgjørt at endursenda
hana fyri aðru ferð LEYGARDAGIN frá klokkan 14 til.
15.30. Tað er Jan Müller, sum er vertur og evnið hesaferð er
reiðaríið Thor í Hósvík og tess spildurnýggja frálandaskip
Thor Omega.
Vantandi stýring av
verkætlanum orsøkin
Tað kemur ikki óvart á Kristian Eli Zachariasen, at Klaksvíkar kommuna er komin í fíggjarligar
trupulleikar