Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 • 3. oktober 2008 Vikuskifti 7 Arbeiðið við at gera Oyggjar­ vegin frá Gamlaenda og víðari byrjaði í 1959. Tann 5. mars 1959 stendur í einum lesarabrævi í 14. September. Yvirskriftirn er: »Vegurin í erva gongur ígjøgnum oyðimørk«. Lesarabrævið byrjar soleiðis: Kaldbaksfjørður má í fyrstu syftu fáa vegasamband við Havnina. Landsverkfrøðingurin hevur latið seta hús uppi í Mjørkadali, og hansara menn ganga í fjøllunum og gera ikki bert kanningar - sum løgtingið hevur álagt teimum - men stinga eisini út veg. Oyggjarvegurin skal eftir øllum at døma gerast eftir fjøllunum. Aftur skal farast uttanum Kaldbaksfjørð. Og so tað týdningarmesta av øllum. Vegurin í erva gongur ígjøgnum oyðimørk og kemur fáum og ongum til góðar, men í neðra hevði vegurin havt alstóran týdning fyri Kaldbaksfjørð og fólkið har. Menn, ið skipa fyri slíkum ørskapi sum at leggja Oyggjarvegin eftir fjøllunum, kunnu ikki hugsa stórvegis um ábyrgd sína. Sum skilst á hesi skriving í bløðunum er stór misnøgd við at vegurin norður eftir verður gjørdur upp í fjøllunum í staðin fyri gjøgnum Kaldbaksfjørð. Mjørkadalur og Sornfelli vóru uppi í fjøllunum. Eingir vegir vóru niðan har, so Kaldbaksbotnur bleiv nærmasta havn, har bleiv ein atløgubryggja gjørd til byggitilfar og hernaðarútgerð. Ein rennistrongur varð spentur úr Kaldbaksbotni og niðan á, nakað sunnanfyri Mjørkadal. Ein annar rennistrongur varð eisini spentur úr Mjørkadali og niðaná fjallið, soleiðis at arbeiðið uppá sjálva støðina á fjallinum kundi byrja. Arbeiðsfólk komu við bátum inn í Kaldbaksbotn. Ikki var lætt at fáa arbeiðstól niðan í Mjørkadal. Ein lastbilur, sum var sundurtikin, kom sjóvegis av Skálafjørðinum inn í Kaldbaksbotn. Hann kom niðan í Mjørkadal eftir rennistronginum og bleiv síðan settur saman aftur og brúktur til vegarbeiðið úr Mjørkadali og suðureftir. Ein annar lastbilur kom frá Gamlaenda á Oyggjarvegnum. Hann bleiv við nógv strev og stríð koyrdur gjøgnum hagan heilt niðan í Mjørkadal. Gravi­ maskinurnar koyrdu sjálvar gjøgnum hagan. Í Mjørkadali vóru barakkir settar upp til arbeiðsfólkið at búgva í. Fyrsti hervegur í friðartíð Tann 12. mars 1959 er ein blaðgrein í 14. September við yvirskriftini »Fyrsti hervegur sum bygdur er í Føroyum í friðartíð«. Kristian Djurhuus, landsstýrismaður, sigur í eini frágreiðing í blaðnum um Oyggjarvegin: Danska ríkis- stjórnin byggir vegin og leggur peningin út, men fær hann helst endurgoldnan frá hersamgonguni. Vegurin verður fyrst gjørdur norður í Mjørkadal. Seinni verða samráðingar um framhaldið haðani og norðureftir, men eg rokni við at hildið verður á uttan støðg hagar til allur vegurin er liðugur. Landsstýrismaðurin segði seg ikki vita hvørja avtalu danska ríkisstjórnin hevur við Nato um hesa vegagerð og kostnaðin av henni, men at Nato er beinleiðis uppi í vegagerðini, er jú hvørjum manni kunnugt. Nato ætla at hava radarastøð á Sornfelli, og hagar vilja teir hava veg, tó hann ikki verður breiður ­ bert 3½ metur. Hesin vegur verður tá fyrsti hervegur, sum bygdur er í Føroyum í friðartíð ­ og eftir øllum at døma fara nú hernaðarfyrireikingarnar at byrja av álvara. Kalda kríggið var í hæddini tá. Arbeitt varð tí av allari megi við at fáa Oyggjarvegin, støðina í Mjørkadali og radarstøðina á Sornfelli gjørd so skjótt sum møguligt. Arbeitt var frá frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Úr Havn fóru hvønn morgum bussar, lastbilar og aðrir bilar við fólki sum arbeiððu upp á Oyggjarvegin. Arbeiðið við at gera Oyggjar­ vegin frá Gamlaenda og niðan í Mjørkadal og víðari niðan á Sornfelli varð gjørt frá 1959 til 1961. friðartíð tt land oyar Myndin er tikin í 1953 við endan á Oyggjarvegnum, tað sum var nevnt Gamliendi. Bilurin er ein Jowett Javelin hjá Niclas Niclasen sum koyrdi í Taxa. Myndaeigari: Margreth Niclasen Loftmynd av á Sornfelli. Myndaeigari: Georg Sylvest Pedersen Í Kaldbaksbotni varð atløgubryggja gjørd til bátar og skip, sum komu við tilfari og hernaðarútgerð. Myndaeigari: Georg Sylvest Pedersen