fríggjadagur 3. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 190 - 3. oktober 2008
Et ikki eydnu-køkurnar
Danska matvørustýri mælir nú fólki frá at eta kinesiskar
matvørur við mjólk í. Í ávaringini verða køkur, góðgæti,
ordudrykkir og líkandi, sum kann inniheldur mjólk,
nevnt. Ávaringin er íkomin eftir at fólk hava funnið
melanin í kinesiskum matvørum við mjólk í. Melanin er
skaðiligt evni, sum er funnið í kinesiskum matvørum og
mjólkapulvuri í seinastuni. Nógv fólk eru vorðin sjúk, og
pinkubørn hava eisini latið lív undir umfatandi melanin-
gøluni.
Borgarstjórarnir í
Suðuroy hava onki
ímóti at viðgera
spurningin um at
leggja kommunurnar
saman, men teir
eru ikki samdir
um, hvussu manna
gongdin skal vera
Kommunusaman
legging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er í fínasta lagi, at vit
viðgera spurningin um at
leggja kommunurnar í Suð-
uroy saman.
Tað halda borgarstjórarnir
í Suðuroy.
Men hinvegin eru teir
hvørki samdir um treytirnar
fyri eini samanlegging ella
um, hvussu skjótt hetta skal
ganga fyri seg.
Spurningurin
um
at
leggja kommunurnar í Suð-
uroy saman í eina kommunu,
er aftur settur á dagsskrá eft-
ir at kvinnufelagið, Valkyrj-
urnar, mikukvøldið skipaðu
fyri almennum fundi um
kommunusamanlegging.
Eitt høvuðsevnið á fund-
inum var eitt arbeiðsrit hjá
granskingardeplinum fyri
samfelagsgransking,
har
teir mæltu til eina skjóta til-
gongd, har kommunustýrini
long í næstu viku skuldu
taka støðu til spurningin og
er undirtøka fyri samanlegg-
ing, skuldi ein arbeiðsbólkur
fara til verka beinanvegin.
Arbeiðsbólkurin
skuldi
vera liðugt longu í februar
og fólkaatkvøða skuldi vera
í mars. Tekur meirilutin und-
ir við samanlegging, skuldi
øll Suðuroy vera ein komm-
una longu tann 1. januar í
2010.
Sosialurin hevur tosað
við alla seks av teimum
sjey borgarstjórunum í Suð-
uroy, men Elin Nielsen,
borgarstjóri í Fámjin, kundi
ikki gera viðmerkingar við
so stuttum skotbrái.
Tann sjeyndi borgarstjór-
in, Kirstin Strøm Bech í
Vági, vil hava alla oynna í
eina kommunu, men ikki
fyrrenn eftir valið, tí í hes-
um býráðnum er hon bund-
in av eini samtykt um, at
verður samanlegging í Suð-
uroy, skal oyggin verða
tvær kommunur
Allir hinir fimm borgar-
stjórarnir eru sinnaðir at
taka spurningin upp og
summir av teimum enntá
fegnast um, at samanlegging
aftur er komin á dagsskrá.
Men sum tað sæst í við-
merkingunum frá borgar-
stjórunum, halda teir ikki, at
tað kann ganga so skjótt
sum granskingardepilin hev-
ur stungið út í kortið og tað
eru eisini ymsar mannagong-
dir, teir eru ósamdir um.
Hevur tú áhuga í leiðslu og kundi tú hugsað
tær betur høvi til at tjakast um nýggj rák innan leiðslu
og leiðsluteori? At fingið innlit í hvat onnur gera,
hvørjar praktiskar royndir og teoretiskan kunnleika
og góð ráð tey hava? At hoyrt um "best pratice" og
fingi íblástur til nýggjar og øðrvísi mannagongdir
og loysnir á starvsfólkaøkinum?
Í faknetinum fært tú góðan møguleika
til at tosa, diskutera og biðja um ráð innan specifik
øki. Hetta er faknetið fyri tey, ið vilja menna
síni leiðsluevni, búgva seg til støðugt vaksandi
krøv, halda seg dagførdan innan starvsfólka- og
broytingarleiðslu og hava fokus á strategi og
nýggjastu trends innan fakøkið.
Tú kanst spara nógva tíð og pening.
Vit fara at leggja dent á bæði fakliga og
persónliga menning. Sum dømi um tema, kunnu vit
nevna: Hvussu fært tú motiverað starvsfólkini til at
gera sítt besta? - Hvat er loyalitetur? - Hvussu tryggjar
tú, at stavsfólk verða verandi? - Kreppuleiðsla
Broytingarleiðsla - Tann torføra samrøðan - Strongd
Starvsfólkapolitikkir v.m.
Vælkomin til
...netverk fyri fakfólk
SoleiðiS HiTTAST ViT
6 ferðir árliga
Í hugnaligum umhvørvi
Vanliga millum kl. 10-12, umframt
miðmála
Faklig upplegg til hvønn fund
Serfrøðingar uttanífrá vitja
2 ferðir um árið
Serkønur orðstýrari
Kaffi, smákøkur og frokost til
hvønn fundin
Gott høvi at netverka
Vel TÍTT FAKneT
leiðarar
v/starvsfólkaábyrgd
Útbúgving,
gransking
& menning
Økonomi
KT
námsfrøði
w w w . F A K n e T . F o
Kom Við Í
– títt fakliga netverk
Samstarvsfelagar
LEIÐARAR
V/STARVSFÓLKAÁBYRGD
v/Synergi
tel. 32Bell (322355)
fart. 22RinG (227464)
faknet@faknet.fo
KoSTnAðuR
úr kr. 6.500 +mvg. pr. ár.
Borgarstjórar í Suðuroy vilja
hava góða tíð til samanlegging
Tað skal máti vera við,
hvussu væl klaverið
spælir, heldur Otto
West, borgarstjóri í
Hvalba
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Otto West, borgarstjóri í
Hvalba, er púra avgjørdur
um, at skulu kommunur í
Suðuroy leggja saman, skal
øll oyggin vera ein kommuna
og hann hevur fatan av, at
hetta eisini er støðan hjá
bygdaráðnum. Kortini ivast
hann í um samanlegging er
nakar fyrimunur um Hvalba
og hann kann undir ongum
umstøðum taka undir við
upplegginum frá gransking-
ardeplinum um, at kommun-
urnar skulu ikki binda seg til
fleiri íløgur hiðani og til
samanleggingin er framd.
- Vit ganga undir ongum
umstøðum undir við steðga
øllum
útbyggingum
í
Hvalba, sigur hann.
Otto West vísir á, at Hval-
biar Kommuna er væl fyri
við einum 10 milliónum á
bók og hann góðtekur als
ikki, at hvalbingar bara skulu
avlevera peningin í ein felags
kommunukassa. Hann held-
ur, at kommunurnar eru alt
ov ójavnt fyri fíggjarliga, tí
Vágur og Tvøroyri skylda
stórar upphæddir og tað holið
skal ikki fyllast við tí, hval-
bingar hava spart.
Harafturat hava hvalbingar
longu verið við til at sanera
skuld hjá Hvalba og Tvøroyri
eina fer áður. Tað var í
kreppuni í nítiárunum, at tær
ringast staddu kommunurnar
vórðu saneraðar fyri at koma
upp undan aftur.
Tí verður tað eitt krav frá
Otto West, at peningurin hjá
Hvalbiar Kommunu, verður
brúktur til útbyggingar í
Hvalba. Tað kundi verðið
brúkt til bátahylin, sum tey
hava tosað um í bygdaráð-
num, til at gera skúlan tipp-
topp ella til at fríðka um
bygdina. Hinvegin ásannar
hann, at peningurin skal ikki
brúkast til íløgur, sum fara
at føra áhaldandi rakstrarút-
reiðslur við sær.
Undir hesum fortreytun-
um, at kommunurnar leggja
saman á fíggjarliga jøvnum
føti, hevur hann onki ímóti
at
leggja
kommunurnar
saman
Annars dugir hann ikki at
síggja, hví samanleggingin
skal hava slíkan skund.
- Eru vit samd um at
leggja saman, kunnu vit
brúka eini tvey ár um at gera
tað ordiligt og so at komm-
unurnar koma upp í felags
kommununa á jøvnum føti,
sigur hann.
- Sum støðan er nú, eru
Vágur og Tvøroyri so illa
fyri, at tað fara at ganga
nógv ár, áðrenn hvalbingar
fáa nakran sum helst ágóða
av eini samanlegging, tí so
kunnu vit gloyma alt um
nakrar sum helst ábøtur og
útbyggingar í bygdini tey
næstu nógvu árini.
Annars ivast hann í,
hvussu stórur fyrimunir tað
er at leggja alla oynna
saman, men eru fortreytirnar
tær røttu, fer hann sjálvur í
øllum førum ikki at seta seg
ímóti eini samanlegging.
Samanlegging er neyvan
ein fyrimunur fyri Hvalba
Otto West, borgarstjóri í
Hvalba
Lesi meira á síðu 13