fríggjadagur 3. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti
6
Um hernaðarsam
gongan Nato ikki
hevði byrjað upp á
vegin niðan í Mjørka
dal og niðan á Sorn
felli síðst í 50unum
og fyrstu árini í 60
unum, er ilt at siga
nær Havnin hevði
fingið samband við
bygdirnar norðanfyri
Árini eftir seinna heimsbardaga
bleiv nógv skrivað í bløðunum
um Oyggjarvegin og um hvussu
vánaligt ferðasambandið var úr
Havnini til bygdirnar norðanfyri,
sum tá einans var við rutubátum
hjá Mjølkaforsýningini.
Úr Havnini var bert koyrandi
til Hvítanesar, út á Argir, til
Kirkjubøar og nakað niðan á
oyggj, beint oman fyri Havnina.
Tað sum var vanliga varð nevnt
Gamliendi, tí vegurin niðan á
oyggj endaði har. Sambandi við
Norðradal og Syðradal var á
hestbaki til og frá Gamlaenda.
Í greinum og lesarabrøvum
verða Oyggjarvegurin og Sunds
vegurin ofta nevndir saman. Tey
sum búðu á Sundi og í Kaldbak
vildu hava vegin at ganga tann
vegin, ístaðin fyri at leggja vegin
uppi í fjøllunum. Hóast nógv
bleiv skrivað í bløðunum og málið
ofta reist í løgtinginum, hendi
ómetaliga lítið.
Um Nato ikki hevði byrjað upp
á vegin niðan í Mjørkadal og
niðan á Sornfelli síðst í 50unum
og fyrstu árini í 60unum, er ilt
at siga nær Havnin hevði fingið
samband við bygdirnar norðanfyri.
Hóast tað vóru løgtingsmenn sum
miðvíst arbeiddu við málinum,
gekk tað ógvuliga strilti at fáa
pengar settar av á fíggjarlógini til
Oyggjarvegin.
Natomenn hava
Nato ørindi
Í 1957 vóru danskir heryvirmenn
saman teknikarum í Føroyum
og gjørdu kanningar, í samband
við at danska verjumálaráðið
hevði ætlanir um at seta eina
radarstøð upp í Føroyum. 24.
februar 1959 er eitt lesarabræv
í blaðnum 14. September við
yvirskriftini »Natomenn hava
Nato ørindi« og í undiryvirskriftini
stendur »Hermenn eru komnir«
Natomenn komu við Tjaldrinum
í gjáramorgunin. Almenningurin
veit einki um hvat hesir hermenn
skulu gera her, og tá Petur Mohr
Dam, løgmaður, varð spurdur um
hetta á tingfundi leygardagin,
segði hann seg heldur onki at vita
um hetta, men legði bert afturat,
at sum sjálvsagt, at Natomenn
hava Nato ørindi.
Fyrsti hervegur bygdur í
Føroyar mítt land
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
mít
Føro
Bygningurin í Mjørkadali í gerð. Oman fyri bygningin sæst Oyggjarvegurin, sum verður gjørdur samstundis. Lønarstríð tók seg upp millum ein av donsku arbeiðstakarunum og arbeiðsmannafelagið í
Kaldbak, meðan húsið varð bygt. Myndaeigari: Georg Sylvest Pedersen
Atløgubryggjan í Kaldbaksbotni. Eingin vegur var niðan í Mjørkadal, so Kaldbaksbotnur var nærmasta Havn. Ein
rennistrongur var spentur úr Kaldbaksbotni og niðan í Mjørkadal. Myndaeigari: Georg Sylvest Pedersen