Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 190 - 3. oktober 2008 Ein nýggjur táttur hev­ur tikið seg upp í Føroyum seinas­ tu tv­ey árini, tað at syngja karaoke. Í 2006 byrjaði Glitnir v­ið at hav­a karaoke­ kv­øld, og skjótt v­ann tað frama millum føroyingar. Nú fara tey at skipa fyri eini karaokekapping millum miðnáms­ skúlar, har v­inningur­ in v­erður ein ferð fyri allan flokkin KaraoKe Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Kring allan Heimin rennur tú teg í karaoke barrir. Í teimum væl umtóktu feriu­ býunum kring Evropa ligg­ ja tær næstan lið um lið, og í grannalondum okkara er eisini stutt ímillum tær í stórbýunum. Men tað var ikki fyrr enn í 2006 at karaoke gjørdist fastur táttur í býarlívinum í Føroyum. Tá fór Glitnir undir at skipa fyri karaoke­ kvøldum, og síðan tá hevur tað bara vundið uppá seg. ­ Fríggjakvøldini, tá vit skipa fyri karaoke, eru bliv­ in rættiliga væl umtókt mill­ um fólk. At byrja við var ringt at fáa føroyingar at syngja, men vit valdu at gera tað soleiðs, at vit hava leysar mikrofonir, heldur enn siðbundnu føstu mikro­ fonina, sum tú sær aðrastað­ ni. Og tað gekk rættiliga skjótt, so vaks undirtøkan munandi, og nú er fullur listi mestsum hvørt einasta fríggjakvøld, sigur Hans Andreasen, sum er stjóri í Glitnir. Bjóða flokkinum til Noregs Nú karaoke er við at vinna fastatøkur í Føroyum, ætlar Hans Andreasen ikki at steðga á, men arbeiðir við at flyta mørkini longur fram. Hetta ger hann mill­ um annað við at skipa fyri kappingum í karaoke. Í fjør hevði Glitnir eina kapping, sum koyrdi í tveir mánaðir. Tá var kappingin fyri einstaklingar, og vinn­ ingurin var ein ferð til Mal­ lorca. Nú fara tey í Glitnir aftur at skipa fyri eini stór­ ari kapping, hesuferð mill­ um miðnámsskúlaflokkar. ­ Ætlanin er at flokkarnir í ymisku skúlunum kring landið skulu kappast móti hvør øðrum. Kappingin verður skipað sum ein steypakapping. Tað vil siga at tveir flokkar kappast móti hvørjum øðrum hvørt hóskvøld, og at kappingin koyrir inntil bert tveir flokkar eru eftir, og annar av teimum vinnur. So kunnu flokkarnir sjálvir gera av, hvussu nógv umboða teirra flokk, um tað verður eitt, tvey ella fleiri, sum koma at syngja. Eisini kunnu fleiri flokkar úr sama skúla koma at kappast móti hvørjum øðrum, so samstundis verður tað ein innanhýsis kapping í skúlunum, eins væl og kapping millum skúlarnar greiðir Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, frá. Vinningurin í hesi kapp­ ingini verður ein ferð til Noregs fyri allan flokkin, og hon kemur at koyra frá 23. oktober til og við 18. desember í ár. Freistin at melda til er tann 13. okto­ ber, og tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Glit­ nir. ­ Kappingin kemur eisini at verða rættiliga professio­ nel. Vit hava fingið tríggjar óheftar dómarar at koma at døma framførslurnar. Og teir koma ikki bara at døma eftir sangi, men ting so sum framførsla koma eisini at telja við, vísir Hans Andrea­ sen á. Eru væl útgjørdir Útgerðin til karaoke í Glit­ nir má sigast at vera fyrsta floks. Inni í hølunum eru ikki færri enn tríggir skígg­ jar, har tú kanst síggja tekst­ in at syngja eftir, tveir smær­ ri sjónvarpsskíggjar og ein stórskíggi. Til ljóðið eru seks stórir hátalarar, sum eru væl plaseraðir kring um í hølunum, og so eru tvær leysar mikrofonir, sum lut­ takarar kunnu nýta. Tá tú syngur karaoke, vel­ ur tú vanliga onkran sang, sum tú kennir væl framman­ undan. Og møguleikin fyri at tú ikki møtir onkrum san­ gi, sum tú kennir væl, í úrvælinum hjá Glitnir, er sera lítil. ­ Vit hava okkurt um 3500 ymiskar sangir at vel­ ja millum. Alt tað klassiksa er har, so sum Elvis, Beat­ les, Johnny Cash, Abba og so framvegis. Vit liggja eisi­ ni framvið allatíðina at fáa teir nýggjastu sangirnar inn í skipanina hjá okkum, so har er uttan iva okkurt til ein og hvønn stíl. Føroyingar duga vanliga eisini rættilig væl at syngja, og hetta er ein nýgjjur háttur at fáa stjørnuskotini í landinum at halda seg fram­ at, sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitnir. Fríggjakvøldini, tá vit skipa fyri karaoke, eru blivin rættiliga væl umtókt millum føroyingar, og nú ætla vit okkum at byggja víðari uppá hetta, sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitnir At KT er alneyðugt í eini fyritøku koma vit ikki uttanum, men fá duga at seta seg inn í og tosa um, hvat KT-fólkini í veruleikanum takast við og hvørjar avbjóðingar tey hava á sínum øki. Einasta øll eru samd um, er, at KT í fyritøkuni skal bara virka! Kundi tú hugsað tær at tjakast um nýggj rák innan KT? Hvussu KT er við til at effektivisera vinnuna? At fingið innlit í, hvat hini gera, hvørjar praktiskar royndir og teoretiskan kunnleika tey hava innan tey ymisku KT-økini? At bæði givið og fingið íblástur og meirvitan um, hvørjar loysnir onnur hava valt á ymiskum økjum innan hetta evni? Í Faknetinum KT, fært tú góðan møguleika til at styrkja og byggja upp eitt gott faknet at trekkja uppá. Nógv spennandi evni kunnu takast upp! Vit seta fokus á tykkara fakøki, m.a. tað nýggjasta innan KT-skipanir, KT-trygd, KT-menning, KT-projektleiðsla, KT-risiko, KT-grannskoðan, sosial- medie, mobilitet, starvsfólkamenning, samstarv við aðrar deildir vm. Limirnir í Faknetinum hava sjálvsagt ávirkan á, hvørji evnini verða. Vælkomin til ...netverk fyri fakfólk SoLEiðiS HiTTAST ViT 6 ferðir árliga Í hugnaligum umhvørvi Vanliga millum kl. 10-12, umframt miðmála Faklig upplegg til hvønn fund Serfrøðingar uttanífrá vitja 2 ferðir um árið Serkønur orðstýrari Kaffi, smákøkur og frokost til hvønn fundin Gott høvi at netverka VEL TÍTT FAKNET Leiðarar v/starvsfólkaábyrgd Økonomi KT Útbúgving, gransking & menning Námsfrøði KoSTNAður Úr kr. 6.500 +MVG pr. ár w w w . F A K N E T . F o KoM Við Í – títt fakliga netverk Samstarvsfelagar KT v/Synergi tel. 32BELL (322355) fart. 22riNG (227464) faknet@faknet.fo Skipa fyri kapping í karaoke millum miðnámsskúlar Tríggir mans úr Glitnir fara seinast í oktober mánaði til Finnlands at v­itja heimsmeistarakapp­ ingina í Karaoke, sum v­erður hildin stutt frá Helsinki KaraoKe Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Seinast í hesum mánaðinum fara tríggir mans úr Glitnir, stjórin Hans Andreasen og tveir barrvørar, til Finnlands at vitja heimsmeistarakapp­ ingina í karaoke. Men hesi eru ikki einastu ørindini hjá teimum á hesum túrinum. Umframt at hyggja eftir, hvussu ovurstóra tiltakið verður fyriskipað, fara teir eisini at samráðast við stjórnina í Karaoke World Championships um møgu­ leikan fyri at Føroyar kunnu sleppa at gerast partur av kappingini og luttaka sum sjálvstøðug tjóð. ­ Vit arbeiða í løtuni við at fáa eina kontrakt í lag við KWC, um at Føroyar sleppa at luttaka sum eitt land. Hetta er ein rættiliga stór og professionelt fyriskipað kapping, har luttakarastøðið er rættiliga høgt. Har eru umleið 10.000 til 12.000 fólk við á tiltakinum, nógvir sangarar, umboðsfólk og onnur hjálparfólk, umframt áskoðarar, sigur Hans And­ reasen, stjóri í Glitnir. Seta strong krøv Fyri at kunna luttaka sum land í heimsmeistarakapp­ ingini, setir stjórnin í KWC stór krøv og nógvar treytir. Men Hans Andreasen er vónríkur um, at Føroyar kunnu sleppa við, og sam­ bært honum hevur sam­ skiftið við fólkini har verið sera gott higartil. Endamálið við ferðini hjá teimum er at kunna seg nærri um treytir­ nar, sum verða settar, og fyri at fáa hugskot um, hvus­ su eitt møguligt innleiðandi umfarð kann verða fyriskip­ að í Føroyum. ­ Tað hevði eisini verið ótrúliga stuttligt, um vit høvdu kunna havt eina finalu í Føroyum einaferð í framtíðini. Tað er sjálvandi ein ótrúliga stór uppgáva, men vit halda at eingin upp­ gáva er so stór, at hon ikki ber til at loysa, sigur Hans Andreasen. Kanna møguleika fyri luttøku í Karaoke World Championships