fríggjadagur 3. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti 11
Hugnalig hús í Havn
Húsini, sum hava íbúð í kjallaranum,
standa sera væl fyri á Haraldstrøð mitt í
Havnini við góðum útsýni yvir býin.
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatinum, tá tú kemur til húsini er, at her er talan um eini hugnalig
hús frá sekstiárunum, ið standa væl fyri mitt í býnum bert 10 minuttir
frá Vaglinum.
Húsini
Talan er um eini stór og rúmlig hús, sum tú kanst flyta inn í uttan at gera
nakað. Stílurin er 80´ara stílur. Men ynskir tú eini meira nýmótans hús og
ert fittur í hondunum, eru hetta tey røttu húsini. Tað er bert hugflogið,
sum setur mørk. Húsini eru umgyrd av vøkrum urtagarði við runnum,
og giring er kring húsini.
Húsini eru innrættað soleiðis – durur, gongd, køkur, spísistova, sjón
varpsstova, stova, hjúnarrúm við klædnarúmi og baðirúmi við brúsu.
Íbúð
Húsini hava stóra, sjálvstøðuga íbúð við egnari inngongd. Í íbúðini er
durur, gongd, køkur, stova, 3 kømur, baðirúm við brúsu og vaskirúm/
kjallararúm.
Garasja og hjallur
Til húsini hoyrir eisini ein stór garasja við hjalli og goymslurúmi.
Ljós og luft
Húsini liggja væl fyri á einum friðarligum blindum vegi uttast á tromini.
Har er veðurgott og góður sólargangur.
Og vakurt útsýnið er yvir býin.
Fakta:
Adressa:............Haraldstrøð 12, Tórshavn
Býggiár:............1968 høvuðsumvæld 1986
Hæddir: ............2
Gólvvídd:..........150 m2 í 2 hæddum
Grundøki: .........400 m²
Hjallur:..............Ja
Bilhús:...............Ja
Prísuppskot: ......2.5 mió.
www.inni.fo