fríggjadagur 3. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 190 - 3. oktober 2008
- Føroyingar eru gávumildir
Kristnastova í Keypmannahavn kom í samband við Samartan’s Hope og setti seg síðan í samband við
samkomuna Lívdina. Saman megnaðu tey at samla pening inn, ið var nóg mikið at fíggja alt virksemið
hjá barnaheiminum Jaja’s Home í 2007. – Føroyingar eru gávumildir, hóast teimum ikki dámar at tosa
um pengar, greiddi Ilda Lómstein, eitt av føroysku umboðunum frá, við einum smíli. Hóast
felagsskapurin er í sambandi og byggir á kristilig virði, so ræður tað um at fáa fólk at síggja neyðina
hjá øðrum menniskjum. Leygarkvøldið 11. oktobur verður skipað fyri einum stuðulstiltaki í hølunum
hjá fríkirkjuni Oasuni í Hoyvík, - Har øll eru meir enn vælkomin, løgdu tær báðar, Ilda Lómstein og
Alice Mortensen, afturat. Á tiltakinum verður meira kunning um virksemið hjá Samaritan’s Purse og
somuleiðis um arbeiði á Jaja’s Home í Uganda. Sangur og dansiframførslur vera eisini á skránni, og
bókahandilin Logos hevur eina bókasølu, har ein partur av peninginum verður latin til hjálpararbeiðið.
Felagsskapurin
»Samaritan’s Purse«
varð stovnaður í
70’árunum og hevur
gjørt hjálpararbeiði
kring allan knøttin.
Samkoman Lívdin
í Hoyvík hevur
samstarvað við hann
ígjøgnum eina tíð.
Í ár, eins og í fjør,
verður hjálpin send
AIDS og HIV raktum
børnum í Uganda
Hjálpararbeiði
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Í eini lítlari kommunu í Kag-
ando í Uganda er neyðin
stór.
Samaritan’s
Purse
hevur latið upp eitt barna-
heim har, kallað Jaja’s
Home. Heimið er fyri børn,
ið eru smittað av HIV ella
hava foreldur, ið eru. Ætl-
anin var at hýsa um 80 børn-
um í heiminum, men talið er
vaksið upp til 200 børn nú.
Hjálpa úr Føroyum
Sosialurin fekk eitt prát við
Alice Mortensen og Ildu
Lómstein, sum umboða
samkomuna Lívdina, ið
samstarvar við felagsskapin.
Alice Mortensen flutti fyri
trimum árum síðan til
Føroya. Hon er fødd í Fíla-
beinsstrondini, men er upp-
vaksin í Fraklandi. Hon
hitti mann sín yvir alnótina
og nú eru tey gift og búgva
í Føroyum. Hon arbeiðir
sum køkshjálp hjá Johannes
Andreassen. Ilda Lómstein
hevur búð í Føroyum í
fimm ár. Fødd og uppvaksin
á
Grønhøvdaoyggjunum,
sunnanfyri Kanarisku oyggj-
arnar. Í 2001 legði skipið
Logos 2 leiðina framvið
har, har hon hitti føroyska
mann sín, sum hon síðan
giftist við og flutti til í
2003. Hon arbeiðir í kunda-
tænastuni hjá Elektron.
Tær báðar greiddu frá um
felagsskapin,
Samaritan’s
Purse og hvat arbeiði hann
hevur gjørt. Millum annað
nevndu tær at hesin felags-
skapur er millum fyrstu á
staðnum, tá vanlukkur, sum
umfarðsjúkur, kríggj, HIV
og AIDS og náttúruvanlukk-
ur eru fyri. Umframt at
hjálpa neyðstøddum á tann
hátt, veitir felagsskapurin
reint vatn til tey, ið veruliga
hava tørv á tí.
Hjálpt um allan heim-
in í meir enn 35 ár
Felagsskapurin byggir á eitt
kristið grundarlag, har navn-
ið eisini hevur sín uppruna
úr. Samaritan’s Purse er úr
frásøgnini um hin góða
samáriubúgvan, ið stendur
skrivað um í Bíbliuni. Hóast
felagsskapurin er kristiligur
er hetta ikki ein fyritreyt
fyri tey, ið ynskja at hjálpa.
- Týdningarmikið er at
koma í sambandi við menn-
iskjasligu síðuna í fólki, ið
sigur, at vit mugu hjálpa
teimum, ið eru veik, greiddi
Ilda Lómstein frá. Arbeið-
ini, ið felagsskapurin setur
í verk eru fyrst undir hon-
um, men verða síðan latin
upp í hendurnar á øðrum.
Hetta hevur við sær at øll
kunnu hjálpa og at fleiri
øki kunnu vera hjálpt um
allan heimin. Hetta hevur
eisini við sær at samfeløg
og kommunur taka stigið at
sjálvi fara undir at taka
hond um tey, ið ikki hava
tað gott.
Stovnssetarin er Franklin
Graham, ið er elsti sonur
víðagitna prædikumannin
Billy Graham og konuna
Bell. Hann er í dag virkandi
forseti og hevur leitt felags-
skapin til hjálp í fleiri enn
100 londum.
Tiltakið Operation Christ-
mas Child, ið nógvir føroy-
ingar hava virkað við til, er
eisini úr hesum sama felags-
skapi. Her verða skógva-
eskjur innsamlaðar, ið síðan
verða givnar børnum í fátøk-
um londum. Hetta átak
hevur fingið góða undirtøku
víða um og jólagávurnar
hava givið mongum gleði.
Jaja’s Home
Í fjør og í ár hava Kristna-
stova í Keypmannahavn og
Lívdin í Hoyvík samstarvað
við Samartan’s Purse, um at
hjálpa børnum í Uganda, ið
líða undir HIV og AIDS.
Hetta umfatar bæði børn, ið
eru beinleiðis rakt, og tey,
ið hava rakt foreldur. Barna-
heimið, Jaja’s Home veitir
børnunum eitt stað at vera,
góðan mat, klæðir, undirvís-
ing, heilsuhjálp og somu-
leiðs eisini undirvísir í krist-
indómi. Børnini koma á
morgni til heimið og fara
heim aftur á kvøldi. Tey, ið
eru ringast fyri kunnu tó
vera á heiminum um nátt-
ina.
Umframt at taka børn
inn, tekur heimið hond um
samfelagið og kommununa
har. Hetta eittnú við húsvitj-
anum og tílíkum.
Hjálp úr Føroyum til AIDS-rakt børn
Alice Mortensen, høgrumegin, og Ilda Lómstein eru umboð fyri hjálparfelagsskapin í Føroyum. Endamál teirra er at savna fólk, sum ynskja at hjálpa
Mynd: Jens Kristian Vang