fríggjadagur 3. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 190 - 3. oktober 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Kommunurnar
Tað var tann tíð, tá kommunumørkini, við
nøkrum undantøkum, fylgdu sýslumørkunum.
Um hetta mundið var undirstøðukervið í Føroyum
ikki útbygt, og tí var trupult hjá hesum gomlu
stórkommununum at virka. Hetta mundi vera ein
orsøkin til, at kommunurnar seinni fóru sundur
í einar hálvthundrað eindir. Hetta var ivaleyst
bæði hent og skilagott til ta samfelagstøðu, ið tá
var galdandi. Seinanastu hálvt hundrað árini er
samfelagið nógv broytt, og undirstøðukervið hevur
verið fyri kollvelting. Men hóast breið semja hevur
verið um at fremja hesa stóru menning innan alt,
sum eitur undirstøðukervi, so hevur lítil hugur
verið at broytt kommunubygnaðin samsvarandi.
Hetta er ikki so løgið, tí við teimum mongu
kommunalu eindunum hava borgararnir havt eitt
nærdemokrati, ið hevur nógvar fyrimunir.
Men seinnu árini er tað vorðið alt greiðari fyri fjøld
av borgarum eins væl og fyri landsmyndugleikum,
at gamli kommunubygnaðurin má broytast. Hetta
broytta tilvit kemur ikki bert av nógv útbygda
undirstøðukervinum, men kemur hetta heldur
av nýggjum politiskum rákum í Norðurlondum:
almennar tænastur eiga at verða fluttar nærri
borgara og brúkara. Talan er ikki bert um barna-
ansing, eldrarøkt og fólkaskúla, men landspoli-
tikkarar eru eisini farnir at umhugsa aðrar
almennar tænastur, ið higartil hava verið mettar
sum landsuppgávur burturav. Her er við øðrum
orðum talan um at flyta øki frá miðfyrisiting til
lokalfyrisiting. Tilgongdin er byrjað, og hon kann
ikki verða steðgað.
Men hendan tilgongd krevur rættiliga stórur og
djúptøknar broytingar í kommunala bygnaðinum
– tilgongdin krevur nógv størri kommunalar eindir.
Landspolitikkarar og serfrøðingar hava leingi
talað um í minsta lagi sjey og í mesta lagi níggju
kommunur. Her er talan um eina kollvelting av
kommunalu stýrisskipanini og tí er tað væl skiljandi,
at nakrar ávísar kommunur eru ivandi, meðan
aðrar taka undir við bygnaðarbroytingumum.
Hesar seinnu hava skilt, at tað ræður um at verða
framman fyri eina tilgongd, ið kemur uttan mun
til, hvørja støðu kommunur og teirra borgarar hava
til tær ætlanir, ið skiftandi landsstýri hava havt um
bygnaðarbroytingar.
Nýggja landsstýrið hevur greitt signalerað, at tolið
nú er um at vera uppi, og landsstýrið hevur latið
almenningin skilja, at áðrenn hetta valskeiðið
er runnið, skulu bert sjey kommunur vera í
Føroyum. Í hesari støðu hava ávísar kommunur
heilt broytt hugburð til samanleggingar, meðan
aðrar standa í móti. Hesar síðstu halda framvegis
ikki, at fortreytirnar eru nóg væl lýstar av lands-
myndugleikunum. Nakað er um hetta. Hinvegin
skulu hesar ivandi kommunur neyvan vænta sær
greiðari útmeldingar frá landsmyndugleikunum
enn hana, sum nýggir ráðharrin kom við í SVF í
vikuni. Tað er skeivt at fremja samanlegging við
makt. Latið so heldur tann konstruktiva dialogin
ruddað slóð fyri tí bestu loysnini fyri allar partar.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Bókin Animal Farm hjá
Georg Orwell, haðani lætt
umskrivaða yvirskriftin er
lænt, man vera flestu før
ingum kunnug. Bókin,
høvundin og citatið runnu
mær í hug, sum eg í vikuni
møtti øði tjóveldisins í
sambandi við, at Miðflokk
inum ognaðist annað um
boð Føroya í
Noðurlandaráðnum.
At flokkar fara í valbólk
ar til skipan av politiska
arbeiðinum, herundir skip
an av landsstýri og nevnd
um, er grundlegjandi og
einki nýtt. At flokkar, ið
ikki eru við í landstýris
samgongu eru í valbólki
við samgonguna til val av
nevndum, er heldur ikki
ókent. Og at smærru flokk
anir telva seg fram til størri
ávirkan enn beinleiðis
atkvøðutalið gevur teim
um, er meira enn so hent
áður. Hetta seinasta sóðu
vit m.a. í 1998, tá Tjóveldi
og Fólkaflokkurin í skipan
ini av sokallaðu fullveldis
samgonguni keyptu ein
flokk, ið hevði tvey løg
tingsfólk, við tveimum
landsstýrisfólkum.
Í Miðflokinum eru vit
als ikki samd um, at fólka
ræðið setur Tjóveldi í ser
støðu millum flokkar! Vit
vita einki um, at okkum
øðrum áliggur skylda fyrst
og fremst at hugsa um
flokkin Tjóveldi, og at
hesin hevur rætt fram um
aðrar til ávísar sessir.
Annars undrar tað okkum
almikið, at flokkurin ikki
hevur funnið útav, at
arbeiðið fyri fullveldið,
sum jú er einasta veruliga
hugsón hesin flokkurin
tykist hava, má førast her á
landi, um nøkur vón skal
vera fyri at røkka tí. At
senda flokkin, hvørs stevna
annars í løtuni tykist vera
at lefra fyri tí fremmada og
helst liggja skerfløt í
ærufrykt fyri øllum, ið
útlendskt er, út í heim at
umboða okkum, má vera
ein farin tíð!
Miðflokkurin fer út í
heim at umboða einar Før
oyar, ið vit eru takksamir
fyri at vera partur av. Vit
fara at kunna onnur um tær
dygdir, ið eyðkenna føði
landið, samstundis sum vit
her heima fara at virka fyri
einum betri og tryggari
samfelagi fyri øll at
búleikast í.
Millum uppgávurnar her
heima er at meta um tey
árin, ið koma á okkum
uttanífrá. Sjálvandi skulu
vit taka ímóti, læra av og
taka til okkum tað góða,
men eins umráðandi er at
finna og steðga tí, ið ikki
er av tí góða. At júst hend
an uppgávan er størri enn
flestu gruna, fæst varhugi
av í tí viðmerking, ið
Dimma mikukvøldið ber
víðari frá løgtingsformann
inum. Har ger hesin annars
skilagóði hampamaðurin
seg til talsmann fyri einum
kvinnukúgandi mentunnar
politikki, sum Miðflokk
urin í hvussu so er altíð fer
at stríðast ímóti.
formaður Miðfloksins
JENIS Av RANA
Klossuta royndin hjá
Javnaðarflokkinum og
Jóannesi Eidesgaard at
sleppa sær burturúr annars
hálovaða samstarvinum við
Tjóðveldi, hevur nú fingið
avleiðingar í málsøkjabýt
inum millum ráðini í BAC
samgonguni. Táið fyrr
verandi løgmaður og nú
verandi fíggjarmálaráð
harri ikki átti dirvið at siga
fólki frá politisku og veru
ligu orsøkini til slitið, tá
íspann hann saman við
fylgisneytum søguna um
hurðina og lásið. Ein før
oyskur Alfred Hitchcock
var føddur. Jarnbrotið
skuldi eitast at vera, at
hann hevði ræðisrættin á
ognunum í Tinganesi. Allir
serfrøðingar, húsjuristurin
hjá løgmanni og løgmans
stjóranum undantikin,
meintu, at als ongi prógv
funnust fyri hesi sniðfund
igu og søktu greiningini av
málsøkjabýtinum undir
CHEsamgonguni.
Prógvið um, at Løgmans
skrivstovan hevur tikið í
egnan barm og ásannað, at
táverandi løgmaður leyp
framav, táið hann “fysiskt”
gjørdi seg inn á Uttanríkis
ráðið, fyri at finna eina ússa
liga lopfjøl burturúr eini
samgongu, sum Javnaðar
flokkurin ikki hevði tæri,
dirvi tíansheldur rygg til at
samstarva í, er nýggja áset
ingin um málsøkjabýtið,
sum er lagt fram fyri almenn
ingin á heimasíðu Løgmans
skrivstovunnar ídag.
Meðan bíðað verður eftir
kanningarstjóranum, hvørs
setan bæði Kaj Leo og
Jóannes siga seg at stuðla,
hevur okkara nýggi
løgmaður verið somikið
skilagóður, at hann hevur
bundið um heilan fingur
við hesi orðingini:
§ 3. Umsitingarøkið
Løgmaður er ovasta umboð
Føroya, samskipar starv
landsstýrismanna og hevur
eftirlit við teimum. Eisini
umsitir løgmaður yvirtøku
mál og yvirskipaðu viður
skifti Føroya mótvegis
Danmark.
Stk. 2. Løgmaður varðar
av ognunum í Tinganesi og
ger av, hvør ið húsast skal í
einstøku ognunum á matr.
nr. 1, 2, 3, 7, 9, 10, 12a,
12c, 13, 36 og 149.
Stk. 3. Løgmaður hevur
heimildir landsstýrisins
mótvegis:
1) Norðuratlantsbryggju
ni – vinnurekandi grunnur.
Kelda: www.tinganes.fo
Kaj Leo bindur um heilan fingur
TóRBJøRN
JAcoBSEN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Øll eru líka, men Tjóveldi er meira líka enn onnur?