fríggjadagur 3. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 13. oktober 2006
Vikuskifti
inngangur
Góði lesari, mínar damur og
harrar, vælkomin til Grams!
Ætlanirnar hjá ABC-samgongu-
ni komi eg aftur til. Fyrst vil eg
fegin presentera Grams, sum er
spildurnýtt ískoyti til Vikuskift-
is-Sosialin, har fleiri góð fólk í
føstum karmum fara at viðgera
og hugleiða um mat og drekka
í føroyskum høpi. Ikki so at
skilja, at vit einans fara at um-
røða viðurskifti í okkara egna
lítla dunnuhyli. Tað fara vit
eisini, bæði tað siðbundna og
ikki minst í mun til at menna
Nýggja Føroyska Køkin, men
sanniliga fara vit út um 200
fjórðingarnar at víðka sjónar-
ringin og stimbra dirvið. Tankin
er at viðgera mat og drekka
sum list og vísund. Tað ljóðar
kanska eitt sindur ullint, men í
stuttum so merkir tað, at báðir
klassisku heimarnir sleppa uppí
part, - andsvísundi og náttúru-
vísundi. Matarlistamaðurin,
kokkurin, fer at gera burtur
úr sær við sínum kynstrum
í teiginum, sum vit rópa fyri
Uppskriftin. Matfrøðingurin,
vín- og matummælarin fer at
kunna um og taka støðu til
hvat er upp og niður og aftur
og fram innan vínsløg og
matvørur. Bókaummælið fer at
umrøða tann hópin av bókum
um mat og drekka sum hvørja
viku sprænir út frá forløgunum.
Hetta er væl dámdur lesnaður
og vit fara eisini at upplýsa um
prís og hvar tær fáast til keyps í
Føroyum.
Sum yvirskriftin á forsíðini so
ruddiliga avdúkar við ’.fo’, er
ætlanin at Grams í næstum
eisini skal gera um seg á
alnótini. Føroya størsti mat-por-
talur verður stovnaður. Tankin
er at savna alt, ið rørir seg um
mat og drekka á grams.fo. Eitt
forum og netverk fyri allar tær
eldsálirnar, ið eru kring landið.
Hví so nevna átakið fyri Grams?
Hvat er grams? Grams kann
vera so nógv. Fiskimaðurin ken-
nir grams og at gramsa sum
tann fiskin, ið hann sleppur at
taka við sær í land til familjuna.
Fyrr var grams kanska heldur
tann smái fiskurin, men í dag
er gramsið oftani forkunnugur
og dýrur matur. Nú vit nevna
dýrt, so kenna vit orðingina
’at kasta í grams’ ella blaka
upp á gjøt. Nú fer vónandi
eingin í hesum ískoyti at kasta
seg í grams, men tvørturímóti
at gramsa burturúr kunnandi
greinunum. At gramsa kann
eisini merkja at raka til sín ella
at kráma uppi á konufólki.
Nú vit nevna konufólk, so var
grams so beistaktiga heppið
í vikuni at hitta kenda en-
ska sjónvarps-kokkin, Nigella
Lawson, ið vitjaði Keypman-
nahavn í samband við, at hon
hevur givið út nýggja kókibók,
Nigella Ekspres. Bókaummæ-
lið umrøður í dag hesa bók
og í Uppskriftini hevur Nigella
og Gyldendal loyvt okkum
at endurgeva eina Ekspres-
uppskrift uppá lambskjøt til
lesararnar hjá Sosialinum.
Vínummælið hyggur í dag
nærri at teimum so populeru
italsku og argentinsku víns-
løgunum og matummælið fer í
dýpdina við balsamico edika.
Til endans vil eg líka siga nøkur
orð um ABC-samgonguskjalið.
Havi terpað tað fleiri ferðir ígjø-
gnum og eg dugi ikki at síggja
ein bókstav, ið rør uppundir at
menna matarlistina í Føroyum.
Illa nokk ein ábending. Hetta
er bestemt ikki nakað nýtt.
Havi satt at siga ongantíð sæð
visjónir um føroysku matarlisti-
ni í nakrari Hvítbók, Visjón ella
Skjali! Tað er altíð matvinnan,
frøðin, vísindin, granskingin, ið
skal mennast. Kann matur ikki
vera list? Sanniliga tað! Hetta
hevur útlandið langt síðani
givið gætur. At listin kann geva
vinnuni íblástur og menna heilt
nýggjar vinnugreinar. Sviar
hava stovnað gastronomiskt
akademi og spaniólar fyrireika í
hesum døgum stórsligið matar-
listar-universitet. Norðurlanda-
ráðharraráðið hevur eisini sett
í verk Ny Nordisk Køkken, ið er
átak og grunnur við rættiliga
fitt av stuðuls-møguleikum.
Matarlist snýr seg eisini um
tjóðar-samleika og mentanar-
bygging.
Seinastu 14 dagarnar havi eg
við kamera og blokki í hond
runnið í hølunum á Leif Søren-
sen, kokki á føroysku mat-
stovuni Gourmet. Leif hevur
verið á uppihaldi á allarfremstu
matstovunum í Danmark at
fáa sær íblástur. Tað mátti ein
danskur kokka-grunnur til, at
gera hesa matlistarligu ferð
møguliga. Meira um hesa frá-
søgn í næsta Gramsi.
Í vikuni var eg av sponsku
sendistovuni í Danmark boðin
til tiltak, har seks ungir danskir
kokkar skuldi greiða frá sínum
upplivingum, ið teir høvdu havt
á uppihaldi í eitt ár í køku-
num á fínastu matstovunum í
Spania. Spania verður roknað
sum allarfremsta matstovu-
landið í heiminum í løtuni. Og
útflutningurin av sponskum
matvørum er somuleiðis hæk-
kandi. Tað verður eisini meira
at lesa um hetta tiltak næsta
fríggjadag í Grams.
Tað fantastiska áhugaverda í
hesum dansk-spanska matli-
star-tiltaki var sannroyndin, at
tað var spanska Útflutnings-
ráðið, also sponsku myndug-
leikarnir og spanska útflut-
ningsvinnan, ið skipaði fyri og
fíggjaði hesum átaki. Vit lata
setningin standa eina løtu…
Samgonguskjalið
nevnir ikki matarlist
við einum orði
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
14