fríggjadagur 3. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2008
15
Ja, nú stundar ímóti byráðs
vali og eg bjóði meg fram á
Javnarðarlistanum hjá Suður
streymoyar Javnaðarfelag,
sum valevni 11. novembur
2008.
Her havi eg eitt stórt
hjartamál, sum eg arbeiða
fyri, um eg verði valdur og
tað er, at tað verður bygdur
ein nýggjur frítíðarmiðdepil
í Hoyvík og í nýtt ungdóms
hús í Kollafjørði.
Út frá fólkatalinum í Hoy
vík og í Kollafjørði, er grund
arlag fyri at byggja nýggj
ungdómshús bæði í Hoyvík
og í Kollafjørði. Tað er heilt
vist, at tørvur er á einum
slíkum staði bæði í Hoyvík og
í Kollafjørði. Td. kan nevnast
at í Vestmanna og á Tvøroyri
er ungdómsklubbar.
Sambært heildarætlanini
fyri Tórshavnar kommunu
kann roknast við, at eini
6.000 fólk fara at búgva í
Hoyvík/Hoyvíkshaganum í
2022. Eg havi ikki nøkur tøl
fyri Kollafjørð.
Mín hugsan er, at børn frá
3. til 5. flokk kunnu vera
inni í frítíðarmiðdeplinum
frá kl. 15.00til 17.00 og tey
størru børnini/ungdómurin
kunnu vera í frítíðarmiðdepl
inum frá kl. 17.00 til 22.00.
Men til viðurskiftuni
verða betri og nýggjur frí
tíðarmiðdeplin verður bygd
ur, ber til at leiga seg inn í
kirkjukjallaran hjá Hoyvíkar
kirkju og brúka frítíðarskúl
an í Hoyvík til endamálið.
Tað eru fleiri møguleikar,
fyri at fáa hetta ígjøgnum,
m.a. kann núverandi frítíð
arskúli í Hoyvík, brúkast til
endamálið.
Eisini eru møguleikar fyri,
at leiga seg inn í Hoyvíkar
Kirkju, um kirkjuráðið gong
ur við til tess. Her hevur frí
tíðarskúli í Hoyvík havt eitt
sera gott samstarv við Hoy
víkar Kirkju tað farna árið
og tann leigusáttmálin sum
Tórshavnar kommuna hevur
við Hoyvíkar Kirkju, átti at
hildið fram við atliti til, at 3
og 5 floks børn kunna nýta
hetta tilboði við at vera í
kirkjukjallaranum, sum er
klokkulárur til endamálið.
Í longdini er besta loysnin
at byggja ein nýggjan frítíð
armiðdepil í Hoyvík. Eg
haldi at hann kann byggjast á
Karlamagnusarbreyt.
Tórshavnar Kommuna
hevur gjørt eina heildarætlan
fyri Karlamagnusarbrey í Hoy
vík og á heimasíðuni, www.
torshavn.fo, stendur at lesa:
Heildarætlan fyri
Karlamagnusarbreyt
Sambært heildarætlanini fyri
Tórshavnar kommunu kann
roknast við, at uml. 6.000
fólk fara at búgva í Hoyvík/
Hoyvíkshaganum í 2022. Í
dag er nógv tann størsti part
urin av bústaðum í sethúsum
við lutfalsliga stórum grund
øki. Í framtíðini er ætlanin at
byggja fleiri raðhús og íbúð
arhús. Í heildarætlanini fyri
Tórshavnar kommunu er
avgjørt at lutfallið millum
hesi bústaðarsløg, skal verða:
sethús 40%íbúðarhús 20%
raðhús 40%.
Hetta er partvís fyri at
spara byggilendið, men
eisini fyri at fáa eitt størri
fjølbroytni í bústaðarhópin.
Í heildarætlanini verður
býarpartsdeplar eisini um
rødd. Mett verður at ein
býarpartsdepil krevur eitt
íbúgvarauppland uppá uml.
5.000 fólk.
Funktiónirnar, ið eiga at
verða í einum býarpartsdepli
eru t.d. skúli, stovnar, skrivstov
ur, tænastuvirkir sum t.d handl
ar, mat og skeinkistøð v.m.
Endurgeving endað.
Sum tit síggja í heildar
ætlanin er nógv gott nevnt
omanfyri, her er jú eisini
skúlar og stovnar.
Tí haldi eg at hetta er tað
besta staðið at byggja ein
nýggjan frítíðarmiðdepil,
sum eisini kann virka sum
eitt mentanarhús í Hoyvík.
Eisini tí, at heildarætlanin er
longu gjørd fyri økið
Karlamagnusarbreyt.
Hetta er og verður til
stóra gleði fyri allar borgarar
í Hoyvík og í Tórshavnar
Kommunu sum heild.
Í Kollafjørði tørvar eisini
ein slíkan frítíðarmiðdepil
ella ungdómshús, sum kann
taka børn og ung inn eftir
skúlatíð. Ungdómurin í
Kollafjørði, hevur ov langa
leið til Havnar eitt nú til
Margarinfabrikkina og tað er
ikki nóg gott.
Ungdómurin í Kollafjørði,
heldur til rundan um nýggja
skúlan og ítróttarhøllina eftir
skúlatíð. Tað er ikki í lagi, tey
skullu hava eitt stað at fara til
og tað skal vera undir skipað
un námsfrøðiligum
viðurskiftum.
Tað eru fleiri øki í Kolla
fjørði har eitt slíkt ungdóms
hús kann byggjast, m.a.
beint við nýggju Ítróttar
høllini og skúlan.
Fíggjarstøðan:
Fíggjarliga sær gott út hjá
Tórshavnar Kommunu, so
eg síggi ikki nakran
truppuleika við tí.
Sjálvandi skulu vit vera
ansin fíggjarliga, tí alt kostar
pening, men tað eru eisini
møguleikar fyri inntøkum
innan hetta økið, td. ber til
at leiga ein frítíðarmiðdepil
út til ymisa mentan o.a.
Vit tosa ikki um eina
íløgu samaborið við nýggja
skúlan á Argjum, har tað er
skilabest at fíggja nýggja
skúla við einum langtíð
arláni – soleiðist at tað eru
rokningar til komandi ættarli
og komandi íløgur.
Eg vil heilt vist arbeiða
við hesum málinum, um eg
verið valdur inn í Tórshavn
ar býráð.
Sami truppuleiki verður
eisini á Argjum um nøkur ár
og ikki at gloyma á Velba
stað, har hevur ungdomurin
ov langa leið til Havnar, til
td. Margarinfabrikkina.
Eitt annað sum eisini
hugtekur meg, tað er, at vit
fáa eitt ungdómsráð hjá
Tórshavnar Kommunu. Vit
hava eitt eldraráð, hví ikki
fáa eitt ungdómsráð, har
ungdómurin í kommununi
sjálvur kann vísa á hvat ið
tørvurin er.
Ungdómur undur 18 ár
gloymdur:
Ungdómurin undir 18 ár
manglar eisini eitt stað at
fara í vikuskiftinum, tí tey
eru ov ung til at koma inn í
klubbar og annað. Her má
eisini gerast nakað og eg
kundi ynskt, at tey eisini
fingu sítt egna stað við
skipaðum viðurskiftum, har
tey sjálvi seta dám á tørvin
og føla at hetta er teirra stað.
Tað hjálpir ikki, at leiga
seg inn onkrastaði og uttan
nakar hevur eftirlit við
teimun. Nej tey skulu sjálvi
hava eitt stað við námsfrøði
ligum eftirliti, men tey skulu
hava kenslu av, at hetta er
teirra stað.
Um vit fyribyrgja á
økinum, kann alt gott koma
burtuúr. Vit kenna øll tað
negativu síðuna tí tað er
skjótt at koma út í óføri o.a.
um tú ikki verður hoyrdur
og virdur sum persónur, eis
ini tá ið tú ert undur 18 ár.
Børn við serligum tørvi:
Eisini vil eg arbeiða fyri, at
børn við serligum tørvi fáa
betri sømdir, sjálvt um hetta
økið er meira eitt landsmál
enn eitt kommunumál. Børn
við serligum tørvi hava alt
ov ring kor í tí føroyska
samfelagnum. Hetta lýkist
ongum. T.d. eru eingi serlig
tilboð fyri børn við serligum
tørvi eftir 2. flokk, tvs. her
er eingi frítíðartilbo sum
dekka tørv teirra.
Hetta er eisini, ein trupul
leiki, tí her er talan um eitt
mál sum er landsmál og ikki
kommunalt. Eg kenni frá
mínu dagliga yrki sum leið
ari fyri frítíðarskúlan í Hoy
vík, fleiri dømi um hetta, har
tað verður kladrast um
fíggjarlig viðurskiftu og
hvør hevur ábyrgdina.
Men vit sum búgva í Tórs
havnar Kommunu, eru jú øll
borgarar í Tórshavnar Komm
unu, eisini serbørnini. Tí má
nakað gerast fyri at flyta nøk
ur mørk og bøta um viðurskift
ini hjá okkara serbørnum.
Eg farið í øllum førum, at
gera mítt til, at alt hetta
verður sett í verk.
Vel Levi Mørk til býrásvalið
2008. Eg eri á
Javnaðarlistanum, listi C
valevni til býráðsvalið
fyri Javnaðarflokkin
Levi Mørk
Ungdómspolitikkur:
Frítíðarmiðdepil í Hoyvík og ungdómshús í Kollafjørði
Ættleiðingarfelagið hevur
leingi strongt á politiska
myndugleikan, at hækka
stuðulin til ættleiðing. Fleiri
uppskot um hetta mál eru og
vera í løtuni viðgjørd á tingi.
Kostnaðurin – tá ættleitt
verður er 150.000 kr og í
fleiri førum gerst kostnaður
in meir enn 200.000 kr sigur
ættleiðingafelagið á frálíku
heimasíðu síni. Tá er mist
arbeiðsinntøka, vaksinatiónir
og so framvegis íroknað. Al
samt fleiri ynskja at ættleiða
og bíðitiðin er ofta 4 ár.
Umframt at stuðla teimum
familjunum sum ættleiða
eru samfelagsligi fyrimun
irnir og ágóðin eisini stórur,
tá fólk ættleiða.
Samfelagsligi ágóðin
Fólkatalið stendur í stað í Før
oyum. Millum annað tí at
korini hjá barnafamiljum ikki
eru nóg góð. Tað vísti m.a.
kjakið í Miðlahúsinum, tá
kanningin um útisetar í Dan
mark hjá norðuratlantsbólk
inum herfyri bleiv løgd fram.
At ein familja skal rinda
200.000 kr fyri eitt barn er
órímiligt. Hjá teim flestu er
neyðugt at spara upp ella
taka lán til tess at fáa ráð til
at ættleiða eitt barn. Er tað
rímiligt, at summi skulu lána
hópin av peningi til tess at
gerast foreldur og vera við
til at hækka fólkatalið í Før
oyum? Og skal møguleikin
at ættleiða bert vera ein
rættur hjá teim vælbjargaðu?
Sjálvsagt, má tað ikki vera
pengapungurin sum avger
um fólk sleppa at ættleiða
ella ikki. Pengapungurin
avger ikki foreldraevni og
foreldraførleikar annars.
Fleiri og fleiri hava alsamt
tørv á fertilitetsviðgerð. Sam
felagsliga ein góð íløga at
játta hesar viðgerðir. Men
talan er um eina krevjandi tíð
og viðgerð hjá teimum sum
skulu ígjøgnum hana. Um vit
stuðla ættleiðing í størri mun
kann kanska hugsast, at enn
fleiri velja ættleiðing heldur
fyrr. Spurningurin er eisini,
um vit ikki áttu at síðusett
fertilitetsviðgerð og ættleiðing
á tann hátt, at ættleiðingarfor
eldur fingu væl størri stuðul.
Herfyri var ein framúr ráð
stevna sum MBF skipaði
fyri í samband við, at ST
sáttmálin um vernd og rætt
indi teirra brekaðu var settur
í gildi. Nógvir áhugaverdir
fyrilestrar vóru á degnum.
Ein teirra helt Niels Ege
lund, professari. Hann
greiddi frá, hví alsamt fleiri
børn við serligum tørvi vóru
í skúlunum. Ein orsøk var, at
summastaðni vóru hjún so
tætt í familju, at øktur vandi
var fyri ymsum sjúkum og
brekum. Hetta gjørdi seg
serliga galdandi í smærri
samfeløgum. Vit vita eisini,
at so er her í Føroyum. So
tað er bara gott, um føroy
ingar alsamt gerast fleir og
koma úr ymsum ættum.
Barsilsskipanin, tá ættleitt
verður
Øll fegnast um, um at barsils
skipanin batnaði munandi,
meðan Tjóðveldi varaði av
vinnumálum. Tíverri vóru
fleirtalið av politikarunum
enn ikki búnir til at síggja
fyrimunirnir í einari pápa
kvotu, men tað verður vón
andi skjótt. Tað er tó at harm
ast um, at tey sum ættleiða
ikki hava fingið heilt somu
rættindi sum onnur við
broyttu barsilsskipanini. Mis
munurin er, at tey, ið eru
støk fáa rættindini hjá hinum
foreldrinum, og harvið eitt
longri farloyvistíðarskeið. L
øgtingið valdi tó ikki at lata
hesa serskipan fyri støk vera
galdandi fyri tey sum ætt
leiða hetta hóast støk
kunnu ættleiða.
Eisini kunnu foreldur velja,
at pápin bert tekur tvær vikur
saman við mammuni og
mamman fær tvær vikur eyka.
Heldur ikki tann broytingin er
galdandi fyri tey sum ættleiða.
Herfyri var eg saman við
hjúnum sum høvdu ættleitt
ein fittan drong. Skilti á teim
um, at umráðandi var, at
ættleidda barnið bert bleiv
hildið og klemmað av mamm
uni og pápanum og ikki
øllum øðrum at byrja við.
Hetta, tí at barnið skuldi
læra, hvørji mamman og
pápin vóru. Fleiri av ætt
leiddu børnunum hava búð á
barnaheimi í mánaðir og ár.
Tískil hava tey ikki lært, at
mamman og pápin eru
primeru umsorgannarpersón
arnnir í lívi teirra. Hugsi tí, at
vert er at umhugsa at leingja
barnsburðarfarloyvið hjá
teimum sum ættleiða.
Ærin og lombini
Í Føroyskum politikki er tí
verri mangan so, at heldur
enn at fremja skilagóðar
avgerðir og raðfestingar, er
mest umráðandi, at politik
arin sjálvur fær æruna av
einum uppskoti. Sera harmi
ligt at so er, tí mangan verða
somu uppskot viðgjørd um
aftur og umaftur, men verða
ikki samtykt fyrr enn talan er
um eitt samgonguuppskot.
Søgan í hesum máli er, at
Ættleiðingarfelagið strongdi á
landsstýrismannin um fáa
hækka stuðulin í samband við
ættleiðing. Uppskotið bleiv
sent til hoyringar og stóð á løg
listanum hjá CHEsamgong
uni á ólavsøku. Annika Olsen
valdi kortini at leggja uppskot
ið fram í august, men tók tað
aftur, tá hon gjørdist lands
stýriskvinna. Tjóðveldi og
sjálvstýrisflokkurin hildu tá, at
eingin orsøk var til at taka eitt
skilagott uppskot sum longu
var framlagt aftur. Vit vildu tí
hava tað framlagt aftur.
Um tað verður hetta upp
skotið – sum fólkaflokkurin
hevur gjørt ella eitt kom
andi uppskot sum verandi
samgonga fer at leggja fram,
vita vit ikki í skrivandi løtu.
Men givið er, at annað
uppskotið verður samtykt og
tað kunnu øll fegnast um. Í
undanfarnu samgongu
CHE samgonguni vóru vit
so mikið at okkum komin, at
vit tóku undir við fleiri and
støðuuppskotum, eisini góvu
vit andstøðuni møguleika
fyri at leggja uppskot fram,
eftir lokna freist. Óvanligt
og óhoyrt í føroyskum poli
tikki – men eftir okkara
tykki ein gongd leið, sum vit
vóna kann geva sitandi
samgongu íblástur.
Samstarv gongur báðar vegir
Velji at trúgva, at øll 33 á
Føroya løgtingi í roynd og
veru vilja samstarv og fram
burð. Men trupult er at skapa
eina nýggja arbeiðsmentan.
Eingin ivi er um, at vit røkka
fleiri málum til frama fyri
land og fólk um vit geva
hvørjum øðrum rúm og
møguleikan fyri at ávirka –
tað sama um fólk er í and
støðu ella samgongu. Slíkt ar
beiðsumhvørvi og arbeiðs
mentan hevði givið enn fleiri
skilagóðum føroyingum
áhuga fyri politikki sum
heild. Ímyndi mær eisini at
sjálv mannagongdin frá eitt
mál bleiv framlagt til tað
bleiv endaliga samtykt ella
fall hevði verið nógv meiri
kveikjandi og framtakshuga,
um øll høvdu møguleika fyri
at seta síni fingramerki á
ymsu lógaruppskotini. Sam
gongan ynskir samstarv – tað
eri eg „við uppá“..... men
samstarv gongur sum
kunnugt báðar vegir.
Ábøtur átrokandi í samband við ættleiðing
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
viðmerkingar