fríggjadagur 3. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 13. oktober 2006
Vikuskifti
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús-
drekkasølu Landsins.
Skoðsmálini eru latin í
mun til samsvar millum
prís og góðsku
Søgan er á tremur við víni – og
vín er á tremur við søgum.
Stuttligar, skakandi og kenslu-
ligar. Umframt at ummæla og
geva skoðsmál til vínsløg frá
Rúsdrekkasølu Landsins fara
vit her hvønn fríggjadag júst at
siga frá hesum frálíku søgu-
num. Stílurin verður lættur og
vælupplagdur, viðhvørt naskur
ella gessandi og ivaleyst spríkir
onkur góða millum rivjabeinini
eisini
Í dag eru øll fýra sløgini úr
latínska heiminum og væl
hepnast hjá hesum elskuligu
vínsløgunum. Tríggjar eru
á ovastu rók og allar røkka
uppum gáttina. Skoðsmálini
verða latin úr 1 stjørnu og upp
í 6 stjørnur, sum eitt sam-
svar millum prís og góðsku. Í
stuttum so er hetta samsvar
vánaligt til sløgini, ið fáa 1-3
stjørnur og gott til sløgini, ið
røkka 4 stjørnur og hægri. So 4
stjørnur er gáttin, ið avger um
vínið er pengarnir vert, - eftir
mínum tykki! Tí øll hava sín
smag og kunna drekka hvat
tey vilja. Eg skal ikki stilla meg
til algildugan vín-dómara, men
eg fari tó við førleika og vitan
at próvføra míni ummæli og
skoðsmál. So kunna fólk sjálvi
vita um teimum dáma mín
smag og taka undir við mínum
meiningum, - ella ikki. Allarbest
um eg kann avbjóða vín-njóta-
ran og fáa hann at taka støðu
til sín egna smag. Gera hann
tilvitaðan um síni val ella frával
frammanfyri hillunum í Rúsuni
ella við vínkortinum í hond á
matstovu. Hví honum dámar
og keypir tað vínið hann ger.
Henda tilvitanin um smag kann
so fáa vínnjótaran at finna fram
til onnur vín, ið honum dámar.
Tað snýr seg um margfeldi og
fjølbroyttni. Oftani keypa vit
bara tað sama, men eg fari
at heita á vínnjótarar at royna
nakað nýtt og so kanska fáa
luft undir veingirnar!
Í hesum teigi fari eg eisini at
gera burturúr hvussu vit við fy-
rimuni kunna seta saman rætta
vínið til rætta matin. Hendan
samantvinningin fer eisini at
vera tikin upp í Uppskriftini.
Tí tað er júst, tá ið maturin
og vínið seta hvørjum øðrum
stevnu, at stórar sansaligar
– ella enntá listarligar – uppli-
vingar unnast okkum.
At enda vil eg sláa fast, at
endamálið við hesum fasta tátti
ikki er at forherliga alkohol ella
eggja fólki at drekka seg full.
Talan er um saklig brúkara-
upplýsing, ið setir mátahald
og dygd frammanfyri nøgd í
hásæti.
Í næsta Vínummælinum kemur
ein frágreiðing um hvat øll
orðini í ummælunum merkja.
Tey kunna tykjast teknisk,
floygd ella bara undarlig í
summum førum. Eisini verður
ein lítil vínskúli, sum í stuttum
umrøðir mest týðandi tættirnar
í kynstrinum at smakka vín.
Latino Lovers
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
15
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Tættur kirsuberreyður
litur. Sera samansettur og kit-
landi angi av kirsuberum, krúti og
violum. Smakkurin er elegantur við
nógvum tónum og stórari persón-
ligheit. Vit eru har norðuri í Italia
og drúvan eitur Barbera. Hetta
drúvuslagið er eyðkent við sterkari
berfrukt og góðum broddi av gar-
vasýru. Fatlagring í eik-tunnum he-
vur mýkt berfruktina og gjørt hana
bleyta. Hóskar óalmindiliga væl
til lambskjøt. Kryddað við hvítari
trøffilolju ger ikki verri. Kanska eitt
hugskot til næsta dilkadagin.
Kostnaður: Kr. 79,00
Skoðsmál:
Maglietta, DOC Barbera
d’Asti Superiore 2004
Uppruni: Turt reyðvín úr Argentina
Ummæli: Retamo er ein nýggj
vín-røð frá kenda vínhúsinum
Catena. Her er talan um moder-
nað vín, har dentur er lagdur á, at
keyparin fær sum mest av frískari
ber-frukt fyri peningin. Vínið er
kirsuberjareytt við violettum kanti.
Talan er um bland av hina italsku
Bonarda-drúvuni og fronsku Mal-
bec-drúvuni, sum her renna saman
í hægri eind. Frálíkur og reinur
angi av svørtum berum og dimmari
blákollu. Fruktin er sunn og hevur
floralar tónar. Javnvágin millum sø-
tleika, sýru og beiskleika er í topp.
Eitt kupp til prísin.
Kostnaður: Kr. 69,00
Skoðsmál:
Retamo (Catena),
Bonarda-Malbec 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Argentina
Ummæli: Hvíta útgávan av Retamo
brúkar Chenin Blanc-drúvuna, ið
er kend frá Loire í Fraklandi og
Chardonnay, ið verður brúkt um
allan heim, men hepnast best í
Bourgogne í Fraklandi. Gyltur korn-
gulur litur. Frískur og reinur angi av
grønum fruktum, nýslignum grasi
og hunangi. Chardonnay-drúvan
gevur góða fyllu eins og ferska og
Chenin fær sprell í vínið við frískari
og reinsandi sýru. Frálíkt vín til fisk.
Eisini óalmindiliga gott vínkeyp.
Kostnaður: Kr. 69,00
Skoðsmál:
Retamo (Catena),
Chenin-Chardonnay 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Djúpur kirsubersvartur
litur, ið er eyðkendur fyri Primitivo-
drúvuni har suðuri í Italia. Feit svørt
berfrukt og pipu-tubbak í anga-
num. Smakkurin hevur stóra fyllu,
er mjúkur, men tó kryddaður. Ein
broddur av lakresi fær vínið at res-
sast. Síðan hetta vínið fekk skrúvi-
lok í fjør, kennist tað væl frískari í
dygd. Skrúvilok er framtíðin, hóast
at tað kanska ikki er líka romantiskt
sum tundurproppurin.
Kostnaður: Kr. 104,00
Skoðsmál:
A Mano, IGT Puglia,
Primitivo 2006