fríggjadagur 3. oktober 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 190 - 3. oktober 2008
hesaferð
Kambsdalur &
Fuglafjørður
25. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í
náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum
myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum
ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr
høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella
seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit
í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og
Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyrr í ár
hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og
norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur,
fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr
Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti
Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av
Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var
nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði
so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8.
parti høvdu vit myndir av Oyrarbakka og Norðskála, sum hoyrir
til Sunda kommunu og úr Svínáum, ið er undir Eiðis kommunu.
Í 9. parti vóru vit í hinum báðum bygdunum í Eiðis kommunu,
Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu bygd í Sunda
kommunu, Gjógv, og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í
Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík, meðan
13. partur var úr teimum smærru bygdunum í Klaksvíkar
kommunu; Ánirnar og við Strond. Í 14. parti vitjaðu vit í
Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði, í 15. parti otaðu við okkum
norður til Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í
16. parti vóru vit aftur í Streymoynni við bygdunum fyri vestan,
Skælingi og Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at
onki órudd var at finna í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík.
Tillukku við tí, tit íbúgvar har. Síðani stóð Føroya reinasta bygd
í 2008, Sandavágur, fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv
at fara eftir. Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við
havnalagið í Miðvágs-Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit fram
í Vágum við hinum bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø
og Gásadali, meðan 19. partur var úr Sandoy og Skúvoy.
Í 20. parti vóru við í Rituvík, á Rituvíkshálsi og í Æðuvík.
Rætt skal vera rætt. Hvørki í sjálvum bygdunum, Rituvík og
Æðuvík, var nógv at síggja. Tí vóru flestu myndirnar av
ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi. Í 21. parti vitjaðu vit
grannabygdirnar, Nes og Toftir. Á Nesi var lítið at síggja, men
hóast Nes kommuna fekk heiðursløn fyri best røkta vinnuøki,
var ikki torført at fáa myndir av óruddi við havnarlagið á
Toftum. Í 22. parti vóru vit í Runavík, Saltangará og Glyvrum,
og heldur ikki har vóru trupulleikar at finna órudd.
Í 23. parti hildu vit fram norður eftir eystara armi á
Skálafjørðinum við Lambareiði, Lamba, Søldarfirði og
Skipanesi.
Í síðsta parti vóru vit í Gøtu og Leirvík, har nóg mikið var at
taka av, og tað er var tað eisini í Kambsdali og Fuglafirði, haðani
Heimsins reinasta
Kambsdalur
Kambsdalur
Kambsdalur
Kambsdalur
Kambsdalur