fríggjadagur 3. oktober 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 3. oktober 2008
41
a oyggjaland
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
myndirnar í dag eru frá.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum
og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið
frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt
fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi.
Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava
útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Hava hesi verið varug við
tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann
hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa
ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað
var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn
tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala yvir ein stóran part. Nøkur
vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur,
stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar
maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast
er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum
grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur
ábyrgdina av, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar
brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn.
Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Allur
bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava
bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum
vegum og økjum. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda upp
ymsastaðni.
Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við, til vit hava verið
um alt landið.
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður
Fuglafjørður