Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 190 • 3. oktober 2008 Vikuskifti kom til frið í trúnni á Hansara navn, varð eg fullur av gleði, sum eg ikki kann siga frá.” Gerst lærari og fer at prædika Victor var síðani lærari á Glyvr­ um og í Søldarfirði í nakrar mánaðir, men hann kendi, at Harrin kallaði hann at siga hetta starv frá sær og geva lív sítt í tænastu Hansara. Honum vóru boðin betri lærarastørv, men av samvitskuávum, tók hann ikki av. Serliga var prósturin á Nesi harmur um, at hann ikki vildi halda fram sum lærari. Victor nevnir, at tá ið hann varð umvendur í Havn í 1914, legði Harrin honum á hjarta at fara heim til síni egnu og vitna um stórverkini, ið Harrin hevði gjørt fyri hann. Hetta gjørdi hann við íðinskapi og eldhuga. At byrja við las hann lestur í skúlanum í Søldarfirði, har hann starvaðist, tí ungur sum hann var, kendi hann seg óbúnan at tala sjálvur. Men skjótt kom røringur í, og fleiri komu til umvendingar. Tá ið so Victor ikki fekk loyvi at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni, har vekingin helt fram. Hann og fleiri við honum, sóu út frá skriftunum, at tað var rætt at lata seg doypa, nú tey vóru komin til trúgv sjálv. Hetta var í 1916. Tey vórðu doypt niðri á sjónum, inni við Trøllaklett. Um hetta mundið byrjaði Victor at virka saman við brøðra­ samkomunum og ferðast um alt landið. Hans bóndi í Søldarfirði, sum kom til trúgv og seinni gjørdist verfaðir Victors, plagdi at siga: “Hvør skuldi hugsað, at okkara lítla bygd skuldi fostra ein slíkan Guds profet sum Victor!” Flytir til Fuglafjarðar Victor giftist í 1920 við Henrikku Malenu Olsen, dóttir Hans Olsen (Hansbónda) og Mariu, f. Jacobsen. Tey fingu 9 børn. Rikka doyði sum kunnigt 100 ára gomul í 1997. Tey búðu í Søldarfirði til 1928, men fluttu so higar til Fugla­ fjarðar. Tað fór soleiðis fram, sum Óli Jacobsen nýliga hevur skrivað um í “Sosialinum”: “Hjúnini Oluffa og Petur Bærentsen høvdu umleið í 1924 bygt eini hús í Fuglafirði, sum hýstu gamla Siloa. Tey vórðu nýtt sum sethús og til at halda møti í. Oluffa var úr Fuglafirði, meðan Petur var suðuroyingur, og førdi skip har suðuri. Í 1928 flutt tey suður til Tvøroyrar at búgva, og tey seldu húsini í Fuglafirði. Tá keypti Niels Holm (ein av brøðrunum í Ebenezer í Havn) saman við onkum øðrum, gamla “Siloa”, og spurdi Victor Danielsen, um hann ikki vildi flyta til Fuglafjarðar at búgva í hesum húsunum og føra arbeiðið í “Siloa” víðari. Victor flutti tá úr Søldarfirði til Fuglafjarðar. Victor og Rikka búsettust soleiðis við fýra teimum elstu børnunum í “gamla Siloa”, har trý tey næstu børn teirra vórðu fødd. Tá ið Victor byrjaði at halda møti í “Siloa” í 1928, vóru tey bert seks tilkomin fólk, ið reglu­ liga savnaðust har – Rikka og Victor íroknað. Í 1933 bygdi Victor nýggj sethús (við Gjógvará), har tvey tey yngstu børnini vórðu fødd.” Gamla “Siloa” varð, sum kunn­ igt, selt til kommununa í 1995, og nøkur ár seinni tikið niður. Nú hevur kommunan hampað og prýtt grundøkið og reist minnis­ varða av Victor Danielsen á hesum søguliga staði, har Victor og Rikka fluttu inn fyri júst 80 árum síðani! Trúboðanarvirkið Trúboðanarvirki Victor Danielsens var aðaltátturin í lívi hansara og fevnir yvir eitt tíðarskeið upp á umleið 44 ár. Victor ferðaðist kring allar oyggjarnar við gleði­ boðskapinum, og vitjaði hvørja einastu bygd, uttan kanska eina. Vegasambandið og samferðslan vóru vánalig tá á døgum og hann mátti ganga um fjøll til mangar bygdir. Gongumaður var hann ikki, tí hann hevði veik bein, men í sál hansara brendi ein eldur fyri evangeliinum, sum eingin kundi forða. Hann sigldi nógv við trúboðanarbátunum “Sendiboðnum” og “Stórafjalli”, og á hesum ferðum talaði hann ofta fleiri ferðir um dagin alt summarið. Samstundis hevði hann við hvørt handrit av Bíbliuni við sær á hesum ferðum til rættlestur. Victor var framúr góður røðari og kundi stundum vera hvass­ orðaður í talu og skrift. Onkur hevur sagt, at hann ta fyrstu tíðina kundi minna um Søren Kirkegaard. Petur Háberg málber seg soleiðis: “Hann var eisini í blað­ stríði við menn, ið høvdu aðra áskoðan á læruspurningar, og tað var einki himpr, tá ið hann førdi sjónarmið síni fram. Hann var sera vitugur, hittinorðaður og fyndugur, og tá ið hann fór í hernað móti innantómum kristin­ dómi, hykli og gudiligum lótum, var hann ikki at spæla við. Við væl broddaðum orðum skákaði hann lættliga menn, sum hildu um seg sjálvar, at orð teirra vóru fólkinum lóg, hvussu lítið teir so høvdu á at standa.” Victor var, sum danir siga, maður, ið hevði “sine meningers mod”. Tessvegna var hann ofta misskiltur, háðaður og lutvíst forfylgdur ta fyrstu tíðina. Tá ið hetta er sagt, skal sam­ stundis sigast um Victor, at hann var av hjartaligastu monnum, samkenslufullur, lítillátin, kenslu­ samur og eymur, bæði sum evangelistur og samkomuhirði, og ikki minst sum húsfaðir. Bókmentaliga avrikið Hesa løtuna, sum eftir er av hesum fyrilestri, skal eg royna at lýsa ein sera týðandi tátt í lívi Victors, og tað er: Bókmentaliga avriki hansara: Í minningarorðum sínum um Victor tók Maurentius Viðstein m.a. soleiðis til: “Victor Danielsen hevur verið okkara móðurmáli mikil stuðul. Øll tann bókarøðin, ið hann hevur skrivað, týtt og givið út á prenti, allir hansara sangir og sálmar, sum hann hevur yrkt og týtt, og týðingin av Bíbliuni, siga ikki bert frá hansara arbeiðshugi, men eisini frá hansara tokka til móðurmálið.” Vit taka fyrst sang­ irnar og sálmarnar Fyrsti sangur, ið Victor týddi, var sangurin: “Tá ið hvør skuggi burtur er horvin...”, og tað var í 1917. Eftir hetta kom eitt veldigt skaldsligt verk frá hondum hansara. Eggjaður av Jensi av Reyni, týddi og yrkti hann fleiri sangir og sálmar, og um jóltíðir í 1920 kom fyrsta sálmabókin, nevnd “Sálmar”, út við 85 sálmum í 1000 eintøkum. Fólk fagnaðu henni, og skjótt var hon uppseld. Tvey ár seinni kom hon í øktari útgávu, nú við 121 sálmum. Í Kirkjubø tóku teir hesa bók inn í sína gomlu kirkju eitt skifti, og menn innan Heimamissiónina vildu fegnir nýta hana. Kring oyggjarnar ljómaði nú hin føroyski sangurin, og umborð á skipunum vórðu hesir sangir og sálmar sungnir lysitiliga og av fullum hjarta. Síðani komu fleiri útgávur, til í 1952, tá ið allir hesir mongu nýggju og gomlu sangir vórðu savnaðir í eina bók við 1125 sálmum og sangum. Victor hevði týtt út við 900 av teimum og yrkt 27 sjálvur. M.A. Jacobsen skrivaði: “Eins og Jákup Dahl, dugir V. Danielsen frálíka væl at handfara føroyskt mál, og tað er ivaleyst, at tey verk, ið hesir menn hava úr hondum greitt og starvast við, vilja verða til størsta bata fyri fólk okkara.” Christian Matras skrivaði í Varðanum: “Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðrasamfelagið (baptistarnir) geva út, tí hesir sálmar hava verið sungnir av fólki okkara úr øllum trúarfeløgum. V. Danielsen hevur yrkt og týtt flest allar sálmarnar, og tað er einki yvir at dylja, at hesin maður hevur sjáldsamar skaldsligar gávur.” P.W. Háberg skrivar: “Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur her: Tað var gott, at tað var ein maður við sonnum skaldagávum, sum fór undir hetta verk av fyrstan tíð, og ikki evnaleysir rímsmiðir.” Síðani eru tað bøkurnar hjá Victor Fyrsta bókin, ið Victor týddi var “Hin trúfasti lovarin”, sum kom út í 1923, seinni givin út undir heitinum “Gud er trúgvur”. Gjøgnum árini komu síðani hvør eftir aðra útvið 20 bøkur, til 1961, tá ið Victor doyði. Tvær teirra vóru skaldsøgur hansara “Aðru ferð” og “Nei, lyftið sveik ikki”. Allar hesar bøkur eru nú endurprentaðar, summar fleiri ferðir. Í 1964 kom bókin “Frelsari mín”, endurprentað í áttatiárunum, og í 1992 “Talur eftir Victor Danielsen”. M.S. Viðstein skrivar: “Jú, Victor Danielsen hevur fingið nógv av skafti, ja, so nógv, at mangir, ið meira hava lært, røkka honum ikki til kníggja...” “Ja, Victor útinti avreksverk í lívi sínum við at nøra um okkara áður so tannleysa føroyska bókaheim... Til tað allarseinasta arbeiddi hann við at fáa okkum føroyskar bøkur, hóast hann var stórliga heilsubrekaður. Hann var eitt satt arbeiðsjarn, og vit føroyingar eiga at minnast hann í takksemi fyri allar bøkur hansara, ið eru bæði til hugnaligan lesnað og til prýði á hvørjari føroyskari bókahill...” Seinast er tað Bíbliutýðingin Fyrsta roynd at týða partar av Bíbliuni til móðurmál okkara var, tá ið Johan Hendrik Schrøter í 1823 týddi Matteusar evangelium til føroyskt. Í 1878, 55 ár seinni, gjørdi J. P. Gregoriussen eina roynd og týddi fyrsta kapittul av Markusar Evangelium, í 1895 fyrra Pæturs­ bræv, og í 1911 týddu hann og V. U. Hammershaimb Hásongin. Í 1900 kom Bíbliusøga út á føroyskum eftir Jógvan Poulsen, lærara á Strondum, og í 1908 kom Jóhannesar Evangelium út í týðing A.C. Evensens, prósts. Henda útgáva varð fingin í lag av Arthur Brend, trúboðara, og stuðlað fíggjarliga av brøðra­ samkomunum. Fyrst í tjúgunum fór Jákup Dahl, próstur, sum verður mettur at hava verið ein av okkara mætastu málkønu monnum, undir at týða Bíbliuna, ­ fyrst Sálmarnar, sum komu út í 1921, so Matteusar Evangelium í 1923, Markusar Evangelium í 1924, Lukasar Evangelium, Orðatøkini og Prædikaran í 1926, Ápostlasøguna og hini almennu brøvini í 1928, Paulusar brøv, Hebrearabrævið og Opinberingina í 1930 og Jóhannesar Evangelium í 1936. Alt hetta kom út so við og við yvir eitt langt tíðarskeið og í so smáum uppløgum, at tað als ikki nøktaði tann almenna tørvin. Tað mesta av hesum gav Jákup Dahl út sjálvur á forlagi Varðans. Men í 1937 gav danska Bíbliufelagið út alt Nýggja Testamenti savnað í týðing Dahls. Sostatt var tá enn bert ein triðingur av allari Bíbliuni týddur til føroyskt og einki røktist fyri, at øll Bíblian kom út í bræði. Jákup Dahl doyði í 1944. GG. Seinni partur av fyrilestrinum hjá Zachariasi Zachariasen kemur í komandi Vikuskiftið. Tá verður nortið við týðingina av Bíbliuni, sum var teim flestu til gleði, men sum samstundis elvdi til hvast orðaskifti í bløðunum. tur úr Søldarfirði