Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2008 23 tíðindi Tað gjørdist Hanus Kjøl­ bro sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bók­ ina Veðurlæra Í grundgevinginini segði dómsnevndin mill­ um annað: At duga at skyna á veðri og sjóvarfalli hev­ ur í øldir verið avgerandi fyri lív og trivnað í Før­ oyum, og neyv vitan á hesum øki hevur altíð verið høgt í metum. Við "Veðurlæru" hevur Hanus givið øllum føroy­ ingum ein góðan møgu­ leika at læra um øll hesi viðurskifti á greiðum og góðum føroyskum máli og við frálíkum heimlig­ um myndum og sigandi tekningum. Umframt at greiða frá veðri og havi við Føroyar greiðir Hanus okkum eisini frá veður­ og hav­ viðurskiftum aðrastaðni, líka frá pólísinum til tro­ pisku ódnirnar og frá uttasta lagnum á hválv­ inum niður til djúpastu havstreymar. Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs fekk Marjun Syderbø Kjel­ næs fyri bøkurnar "Hvør fjalir seg í postkassa­ num?" og "Hvør fjalir seg í ferðataskuni?" Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis: Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnes hevur við bókunum "Hvør fjal­ ir seg í postkassanum?" og "Hvør fjalir seg í ferðataskuni?" bjóðað einum forvitnum lesara­ skara av. Børnum dámar hesi spurnarheiti, ið leggja seg upp at eini spennandi søgugongd. Marjun skrivar við hendinga góðum hug­ flogi. Hon er á tremur við góðum, stuttligum og spennandi frásøgn­ um. Hon lýsir og menniskjansger lítlar verur ella pinkur, ið fjala seg, hóast tær eru kom­ nar higar heilt av Jamai­ ka. Pinkur kunnu eisini vera við til at gera mun og loysa gerandistrupul­ leikar. Boðskapurin í bóku­ num hevur ein farra av filosofi, sum er sera beinrakin. Marjun Syder­ bø Kjelnæs er ein fongur í barnabókmentum okk­ ara. Beinraknu søgurnar um pinkuverur eru væl funnar uppá. Hanni Bjartalíð fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri at hava myndprýtt bøkur­ nar "Hvør fjalir seg í postkassanum?" og "Hvør fjalir seg í ferða­ taskuni?" Í grundgevingini vísir dómsnevndin á, at mynd­ prýðarin og teknarin Hanni Bjartalíð í mong ár hevur verið sjónligur í føroyskum barnabókum við sínum sermerktu, sigandi og berandi søgu­ myndum. Í bókunum "Hvør fjalir seg í postkassa­ num?" og "Hvør fjalir seg í ferðataskuni?" skar­ ar listamaðurin Hanni Bjartalíð framúr. Hann skapar saman við søgu­ skrivaranum eina hend­ ingaríka og merkisverda søgu, har sterku og lit­ ríku tekningarnar lyfta góðu søgugongdina upp á eitt hægri stig. Hanni Bjartalíð dugir hendinga væl einfalda, barnakenda myndagerð. Samstarv og samsvar millum høvund og tekn­ ara er fyrimyndarligt. Eyðsýndar smálutir, ið tekkjast smáum sum stórum, megnar Hanni við listarligum strokum at fáa fram til lesaran og eygleiðaran. Á myndini sæst Niels Jákup Thomsen taka móti virðislønini í Mull­ ers Pakkhúsi í dag. Niels Jákup er leiðari á Bóka­ deild Føroya Lærarara­ felags, ið gav bøkurnar út, sum Hanni Bjartalíð, ið býr í Finnlandi, mynd­ prýddi. Forkunnug bók um veðrið Filosofiskar barnabøkur Sermerkti myndprýðarin Tróndur Enni, Neil Joensen og Kim Hansen heilsaðu vinnaranum av M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik Annu Kirstin Thomsen við sanginum »Av fólki sum ter«