fríggjadagur 3. oktober 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti
22
Eftir áheitan frá mentanarnevnd
ini og standmyndanevndini
í Fuglafjarðar býráð, sum eg
takki hjartaliga, er tað mær ein
heiður á hesum merkisdegi, at
halda ein stuttan fyrilestar um
merkismannin, mentamannin og
trúboðaran, Victor Danielsen,
sála, hvørs minnisvarði í dag er
vorðin avdúkaður. Hetta, sum eg
skal siga, verður eyðvitað bert
ein lítil og ófullfíggjað mynd ella
lýsing av hesum stórmenni.
Fyrrverandi mentamálaráðharri,
Jógvan á Lakjuni, tekur soleiðis
til um abba sín, Victor:
„Ein av teimum monnum,
ið altíð fara at verða goymdir
í søguni her á landi, er Victor
Danielsen. Hann var ein av teim
um, ið gav alt lívið fyri hugsjónir
sínar, tær hugsjónir, hann sum
blaðungur fekk. – Og úrslitið
sæst eftir hann. Hóast hann alt
lívið var nívdur av likamligum
veikleika, og hóast mótstøðu,
so var hann ein ótroyttiligur
arbeiðsmaður í Harrans víngarði.
Hann fór undir og helt á at
stríðast fyri tað, sum hann hevði
sæð at vera tað størsta her í
lívinum: at tæna Jesusi Kristi,
sum bjargaði honum frá ævigum
dómi.“
Lat meg byrja við at siga, at eg
hevði tann framíhjárætt í barna
og ungdómsárum mínum, at
kenna og hoyra Victor Danielsen.
Hann vitjaði stundum inn á gólvið
í barnaheimi mínum í Gøtu. Tað
var við stórari virðing, tú eyg
leiddi henda mann og lurtaði
eftir hvørjum orði, hann segði.
Ikki minst, tá ið hann haltandi fór
upp á talarapallin og helt sínar
magnfullu røður.
Seinastu ferð, eg tosaði við
Victor, var meðan eg var heima í
summarfrí í 1960 frá skúlanum,
har eg las í Onglandi, og vit
høvdu brævaskifti til tríggjar
mánaðir, áðrenn hann doyði – á
kyndilsmessu í 1961.
Barnaárini
Victor Danielsen var føddur 28.
mars 1894 í Søldarfirði. Foreldur
hansara vóru Dánjal Jacob
Danielsen, sýslumaður og Anna
Malena Weihe. Hann var yngstur
av 7 systkjum. Mamma hansara
doyði, tá ið hann bert var eina
viku gamal.
Í móður stað kom fastir hansara
Lina, sum kom í húsið, meðan
hann var heilt lítil. Hon elskaði
henda lítla drongin, ið henni varð
litin í hendur. Victor sigur sjálvur
soleiðis frá í eini talu:
„Eg minnist, tann gamla pápa
systir mín, sum var mær í móður
stað – eg gjørdist móðurloysingur,
tá ið eg varð føddur – hon segði
fyri mær, at einaferð, tá ið eg var
ógvuliga lítil – tá var ikki so lætt
at koma til lækna sum nú – eg
varð so ógvuliga sjúkur; og ikki
sá betur út, enn at tað mátti vera
lungnabruni. Hon visti hvørki út
ella inn ta einu náttina. Tað sá
út, sum eg skuldi doyggja; og hon
rópti til Gud. Hon var einslig: og
tað einasta, sum hennara hjarta
hekk við fram um alt á jørðini, var
hetta lítla barnið, sum hon hevði
fingið at taka sær av.
Hon rópti til Gud. Og hon helt
fast uppá allar sínar dagar, at
hon merkti, at ein eingil kom inn í
stovuna og stakk nakað í munnin
á mær.
Alt hetta, kæru vinir, hevur bitið
seg fast í mítt hjarta...”, segði
Victor.
Victor var spardur!
Hesin smádrongur skuldi seinni
ikki bert hava veldiga ávirkan á
samtíð sína, men eisini seta so
djúp spor eftir seg, at tey aldri
fara at kámast burtur her heima
á landi. Navn hansara stendur
rist inn í tjóðskaparsøgu eins og
kirkju og samkomusøgu Føroya
fólks.
Victor vaks so upp og var heldur
veikur likamliga, men hann var
vitugur og ógvuliga næmur. Hann
sigur frá, at einaferð, tá ið hann
8 ára gamal, var og vitjað fastur
sína Onnu á Strondum, sum var
gift við Bartal Gjærdum, hevði
Bartal fragd av at biðja Victor
bera fram eitt heilt kvæði uttanat,
sum hevði samfull 80 ørindi. Tað
stóð ikki á! Hann hevði sjálvur
lisið sær tað til longu so ungur.
Í barnaheimi hansara var ein
donsk myndabíblia, sum hann
hugtikin mangar ferðir sat og
blaðaði í. Eisini mintist hann,
at pápin – tó at hann einki mál
hevði – altíð sang ein ella annan
danskan sálm. Hesi barnaminni
sukku niður í sálina á hesum unga
smádrongi, sum seinni skuldi
geva fólki sínum føroyingum
Bíbliuna á móðurmálinum og læra
tey at syngja lovsangir Harrans á
teirra egna tungumáli.
Á læraraskúla í Havn
Victor var, sum nevnt heldur
veikur, men hevði góðan hug til
bókina, og Lina, fastir hansara,
ávirkaði hann nógv til, at hann í
1911 fór til Havnar á læraraskúla.
Hon helt, at tað var tað, ið hann
best var egnaður til. Og so var!
Í 1914 fekk hann læraraprógv
við besta karakteri. Á lærara
skúlanum hevði hann Jákup
Dahl til lærara í føroyskum, og
prósturin gav hesum unga manni
gætur og hevur tikið til, hvussu
stívur hann var í føroyskum. Hann
hevði eisini skaldskaparligar
og bókmentaligar gávur, og við
tað at hann eisini hevði óføran
arbeiðshug, vóru her bestu líkindi
til, at Gud kundi nýta hann til
at skapa framburð í virki sínum
millum føroyingar.
Verður umvendur
Hesa tíðina í Havn varð hann
vaktur andaliga og kom í stóra
sálarkreppu og djúpt andaligt
myrkur. Hetta var um heystið
1913. Í eini talu, sigur hann,
at hann hevði verið á einum
fráhaldsfundi uppi undir Varða, og
har tók Arthur Brend, trúboðari,
orðið, og Victor sigur:
“Eg føldi, at har vóru boð til
mín. Og hetta var ein tann fyrsta
ferðin, eg føldi, at “Harrin fer vist
at kalla á teg. Harrin hevur nakað
gott til tín.”
Í eini aðrari talu sigur hann:
“Tá ið eg kendi, at Harrin kallaði
meg og vildi hava meg at koma til
Sín, rætti eg mínar veiku hendur
út. Og tá kom eg í eitt ræðuligt
stríð.”
Hann kom í samband við
heimamissiónina, og serstakliga
við danan, Ryving Jensen, og
Victor greiðir soleiðis frá:
“Tann maðurin – ein danskur
maður – sum Gud reisti mær
til hjálpar, keddist aldri at vitna
fyri mær og troysta hjarta mítt
við orðinum um Golgata kross.”
Mangan tók Victor til orðini, ið
hesin Ryving Jensen ta einu
ferðina segði við hann, har hann
sat og græt: “Hesin ungi maður
verður einaferð glaður!” Og so
varð, sum Victor eisini sigur frá:
“Tá ið eg sá ljósið í Kristusi og
Victor – ein Guds profet
Tá standmyndin av Victori Danielsen varð
avdúkað í Fuglafirði sunnudagin, helt
Zacharias. Zachariassen fyrilestur um
henda megnarmannin. Í hesum blaðnum
kemur fyrri partur av fyrilestrinum
»Jú, Victor Danielsen hevur fingið nógv av skafti, ja, so nógv, at mangir, ið
meira hava lært, røkka honum ikki til kníggja...«, skrivar M. S. Viðstein um
Victor Danielsen