mánadagur 6. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Valla áður hevur verið
so stór undirtøka fyri
eini innsavning, sum
tann hjá Reyða Krossi
leygardagin. Sjálvt
um uppteljingin er
liðug í skrivandi løtu,
metir Suni Vinther,
formaður í hjálpar
felagsskapinum, at
eini 500.000 krónur
eru komnar í kassan
InnsavnIng
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
At føroyingar eru glaðir
gevarar varð enn einaferð
staðfest
leygardagin,
tá
Reyði Krossur savnaði inn
til neyðstødd. Undir yvir
skriftini »Hús úr húsi« fóru
á leið 350 innsavnarar við
370 bússum á dyrnar í hús
arhaldum kring landið, og
fyribils metingin sigur, at
okkurt um ein hálv millión
krónur eru savnaðar inn.
Í sambandi við innsavn
ingina leygardagin høvdu
Eik og Føroya Banka latið
deildirnar upp í miðbýnum
í Havn millum klokkan 15
og 16, so innsavnararnir
kundu sleppa av við bússur
nar við innsavnaða pening
inum beinanvegin.
Fyribils uppteljingin vís
ir, at 215.925 krónur vóru
komnar inn, ið gav eitt með
altal upp á 2.250 krónur
fyri hvørja bússu. Meir enn
300 bússur vóru í morgun
eftir at telja upp, og tí rokn
ar formaðurin fyri Reyða
Kross, Suni Vinther, við at
endaliga upphæddin fer at
runda hálvu milliónina.
Reyði Krossur nýtir í
hesum sambandi høvi til at
takka innsavnarum, peninga
stovnum og fyriskiparum
fyri teirra hjálp í sambandi
við hús úr húsiinnsavning
ina.
Orsøkin til stóru undirtøk
una heldur Suni Vinther
vera,
at
felagsskapurin
kanska hevur verið meiri
úti um seg, og at fjølmiðlar
nir hava sett meiri ljós á
innsavningina,
enn
tað
onkuntíð fyrr hevur verið.
Innsavnaði
peningurin
fer óskerdur til hjálparar
beiði úti í heimi.
Hálv millión til neyðstødd
Eins og aðrastaðni í landinum vóru fólk í Eysturbýnum í Havn gávumild. Hendan raska
smágentan fekk yvir fimm túsund krónur í bússuna, tá hon saman við pápa sínum bankaði á
dyrnar í økinum við Stoffalág. Tilsamans 5.039,75 krónur vóru í bússuni, tá hon varð tald upp í
bankanum
Mynd: Kári Mikkelsen
Tónleikakappingin FM’08
Hvør er Føroya feitasti
bólkur ella einstaklingur?
Síðan tónleikakappingin Prix Føroyar fór í søguna, hevur
verið stórur saknur hjá teimum ungu og nýggju bólkunum,
at fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan
tónleik og ikki minst at fáa fokus frá bæði miðlum og
áhoyrarum. Nógvir eru festivalarnir í landinum, men har
er ringt at sleppa fram at og eru tað mest tey stóru
nøvnini, sum spæla.
Fm`08 er ein tónleikakapping í Margarinfabrikkin skipar
fyri, har bólkarnir fáa møguleika at framføra sín tónleik
og fáa møguleika at gerast Føroya besti bólkur.
Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og vera teir
meira motiveraðir, at gera egnan tónleik, at vera sæddir
og fáa dirvi til at halda áfram, við tí sum teir gera.
Við tónleikakappingini verður skapað eitt tónleikaríkt og
kreativt umhvørvi, niðri í býnum og á Margarinfabrikkini,
har ljós verður varpað á føroyskan tónleik av øllum slagi.
Hvar: á Reinsarínum í Tórsgøtu 22. og 29. november.
6. desember verður finalan, sum eisini er á Reinsa
rínum.
Hví melda seg til: Vinningurin er 5 dagar í
Studio Oyravox við teknikara.
Hvussu: Fyri at vera við í kappingini skal bólkurin
ella einstaklingurin ikki hava givið nakra útgávu út.
Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í
minsta lagi framførir 2 egin løg, í øllum genrum.
Síðan verður ein dómsnevnd, sum velur hvør bólkur
sleppur víðari til finaluna. 3. bólkar sleppa víðari hvørja
ferð.
Í finaluni er so ein størri dómsnevnd, sum velur Føroya
besta bólk.
Tilmelding á www.myspace.com/fm08tonleikakapping
ella á fm08@fabrikkin.fo
Gjald fyri valgreinar
Fram til kommunuvalið 11. november fer Sosialurin
at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið er hálvur
lýsingarprísur t.e. 95 oyru fyri millimeturin. At
rokna sum valgreinar eru allar greinar, sum valevni
skriva - og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin
metir sum valtilfar. Skipanin verður í gildi fram
til kommunuvalið. Valgreinar skulu sendast við
telduposti til post@sosialurin.fo - og tær skulu vera
rættlisnar og harvið púra klárar at prenta.
Blaðstjórin