mánadagur 6. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Lívstíð fyri Engla-drápið
Ein 43-ára gamal svii fekk lívlangt fongsul fyri drápið á tíggju
ára gomlu Engla í vár. Við í dóminum er eisini revsingin fyri
drápið á einari 31 ára gamlari kvinnu í 2000 og
neyðtøkuroynd. Dómurin varð feldur við rættin í Galun í
einum serliga trygdum rættarsali í Stockholm. Málið byrjaði
5. apríl, tá Engla súkklaði heim frá fótbóltsvenjing. Men hon
kom ongantíð vegin fram.Tann nú 43 ára gamli steðgaði
Engla bert 300 metrar frá heimi hennara, gjørdi seg inn á hana
og endaði ógerðina við at myrða tíggju ára gomlu gentuna.
Met í tali av húsagangum
Talið av húsagangum er tað hægsta síðani Danmarks Statestik byrjaði
at skráseta húsagangir í 1979. Danskar fyritøkur hava truplari og
truplari við at klára seg fíggjarliga. Í september vórðu skrásettir 362
húsagangir, sum er 13% fleiri enn mánaðin undan, tá talið var 319.
Støðið er hitt hægsta nakrantíð, samstundis sum tølini eru tillagað fyri
sesongsveiggjum. Sum meðaltal per mánaða fyri alt árið var hæddar-
punktið í 1993 við 292 per mánaða. So høgt eru tølini tó ikki komin
fyri 2008 enn. Økingin umfatar so at siga allar vinnuvegir. Talið av
tvingsilssølum fyri september var 265 móti 261 í august, svarandi til
ein vøkstur upp á tvey prosent. Eisini hesi tølini eru tillagað fyri
sesongsveiggjum, skrivar politiken.dk
Delta Seafood á Tvør
oyri átti slógvið,
sum varð útflutt við
ongari løggilding í
summar, men vit vóru
í góðari trúgvi, sigur
stjórin
Útflutningur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað eru vit, sum áttu slógv-
ið, sum varð útflutt fyrst í
juli í summar við ongari
góðkenning.
Tað staðfestir Magnus
Jespersen, stjóri á Delta
Seafood á Tvøroyri.
Men hann sigur, at tey
vistu ikki betri enn at alt
var í lagi og at tey sostatt
vóru í góðari trúgv.
Í farnu viku hevur Sjón-
varpið hjá Kringvarpinum
nakrar ferðir havt eina søgu
frammi um eina sending av
slógvi, sum varð útflutt úr
Vági, uttan at hava løggild-
ing.
Men tann stóra gátan í
øllum hesum málinum var,
hvør átti slógvið og, hvør
hevði flutt tað av landinum.
Nú staðfestir stjórin á
Delta Seafood, at teir áttu
slógvið. Tað stavar frá fiski,
sum er virkaður á Delta
Seafood á Tvøroyri og TG-
Seafood í Hvalba og tað var
Frystimiðstøðin, sum virk-
aði slógvi.
Teir hava ikki viljað sagt
nakað alment um málið fyrr-
enn teir høvdu kunnað
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
una og tað hava teir gjørt nú.
Vildu loysa ein
trupulleika
Magnus Jespersen sigur, at
upprunaliga høvdu Delta
Seafood og TG- Seafood
eina avtalu við Føroya Fiska-
virking á Tvøroyri um at
Fiskavirking
skuldi
taka
ímóti slógvinum frá teimum.
Men so varð Fiskavirking
flutt til Vágs og tá blivu trup-
ulleikar at arbeiða slógvi.
- Av tí sama bleiv slógvið
ein trupulleiki hjá okkum
og fyri at loysa tann trupul-
leikan, stovnaðu vit, saman
við øðrum, smápartafelagið
Frystimiðstøðin, sum síðani
hevur útvega sær útgerð at
virka slógv og sum heldur
til í leigaðum hølum frá
Faroe Cold Store í Vági.
Hann sigur, at einaferð
umboð fyri Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna var á eftirlits-
vitjan á Delta Seafood,
høvdu tey tosað um ætlan-
ina at virka slógv í Vági og
tá fingu tey at vita frá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni, nevnda framleiðsla var
ikki umfatað av matvøru-
lógini, men vístu til eina
danska kunngerð.
Í góðari trúgv
Tí hildu tey ikki, at løggild-
ing kravdust.
- Við hesum í huga fóru
vit so undir at virka slógv í
Vági og samstundis vóru
keyparar og kunnaðu seg
um framleiðsluna, sigur
Magnus Jespersen.
Hann sigur, at útfrá hes-
um varð eisini ein last av
virkaðum slógvi í góðari
trúgv avskipað fyrst í juli
mánaði.
- Men aftan á kom okkara
egni góðskuleiðari eftir, at
løggilding kravdust fyri at
virka slógv og flyta tað av
landinum.
- Tað kom óvart á okkum,
men vit fóru so beinanvegin
undir tilgongdina at søkja
um løggilding.
- Men sostatt var tað ein
misskiljing ímillum Delta
Seafood og Heilsufrøðilgu
Starvsstovuna, sum var orsøk-
in til, at slógv varð virkað og
útflutt uttan løggilding, sigur
Magnus Jespersen.
Delta eigur
ábyrgdina
Hann ásannar, at Delta Sea-
food hevur ábyrgdina av
misskiljingini, men hann
sigur, at tey síðani hava
havt eitt gott samskifti við
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
una og at løggildingin kem-
ur í næstum.
Í hesum sambandi hevur
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an havt nøkur nøkur krøv
til Frystimiðstøðina, sum
teir nú eru í ferð við at lúka
og teir vænta at hava løg-
gildingina seinni í hesum
mánaðinum.
Í tíðindaskrivi í morgun
staðfestir Magnus Jesper-
sen, at hann er skelkaður av
at málið, eftir hansara tykki,
er lagt soleiðis fram í Kring-
varpinum, at fólk kunnu
sita eftir við teirri fatan, at
Delta Seafood tilvitað hev-
ur brotið lógina.
- Hvørki Delta Seafood,
TG Seafood ella Frystimið-
støðin hava tilvitað brotið
galdandi reglur. Talan er
um eitt harmiligt mistak,
sum vit á Delta hava gjørt
og eisini taka fulla ábyrgd
av. Vit hava eisini gjørt tað,
ið krevst, fyri at mistakið
ikki skal endurtaka seg, sig-
ur Magnus Jespersen.
Hann staðfestir eisini í
tíðindaskrivi, at Delta Sea-
food vil ikki vera partur í
einum máli, sum tey tulka
sum eina persónsjagstran
av Johan Dahl, sum nú er
landsstýrismaður, er ein av
partaeigarunum í Frysti-
miðstøðini.
Tað, hann sipar til, er at í
tíðindaflutninginm
hevur
tað verið nevnt, at Johan
Dahl er ein av teimum, sum
eigur Frystimiðstøðina.
Magnus Jespersen sigur, at
Johan Dahl eigur 20% í
Frystimiðstøðini og situr í
nevndini, men sum vanligur
nevndarlimur hevur hann
sjálvandi als onki innlit í dag-
liga
raksturin
og
hann
afturvísir staðiliga, at Johan
Dahl hevur nakað sum helst
við hetta málið at gera,
yvirhøvur.
Misskiljing førdi til
ólógligan útflutning
- Talan er um eitt harmiligt mistak, sum vit hava ábyrgdina av,
men vit hava ikki tilvitað brotið nakra lóg staðfestir Magnus
Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri
Tað er ongin mein
ing í at hava fólkaat
kvøðu um at leggja
kommunurnar í
Suðuroy saman
fyrrenn veljarin hev
ur ein sáttmála at
taka støðu til, sigur
Kirstin Strøm Bech,
borgarstjóri í Suðuroy
Samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ongin orsøk til at
hava fólkaatkvøðu í Suð-
uroy beint nú um at leggja
kommunurnar saman.
Tað heldur Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri í Vági.
Hon er sostatt ósamd við
starvsbróðurin á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, sum
mælir til at hava fólkaat-
kvøðu í Suðuroy um saman-
legging, samstundis sum
kommunustýrisvalið er.
Men Kirstin Strøm held-
ur at hetta er ov tíðliga.
Nakað síðani var fólkaat-
kvøða í Vági um saman-
legging og har var ikki
meiriluti fyri at leggja Suð-
uroynna í eina kommunu.
- Vágbingar hava longu
einaferð sagt nei til eina
kommunu og eg haldi ikki,
at tað er nøkur orsøk til at
hava eina fólkaatkvøðu aft-
urat, fyrrenn veljarin hevur
nakað ítøkiligt at taka støðu
til.
Samstundis
samtykti
Vágs
Býráð,
at
skulu
kommunur
í
Suðuroy
leggja saman, skal Suðuroy
ikki leggjast saman í eina
kommunu, men í tvær.
Men á almennum fundi í
Vági í farnu viku, tó Kirstin
Strøm Bech øll á bóli, tá ið
hon kunngjørdi, at hon hev-
ur broytt støðu og at hon nú
tekur undir við, at øll Suð-
uroy verður ein kommuna.
Samstundis
er
hon
bundin at samtyktini í Vágs
Býráði um tvær kommunur
til næsta val.
Tí heldur hon, at tað eiga
at vera tey nýggju komm-
unustýrini, sum taka við á
nýggjárinum, sum eiga at
taka støðu til spurningin.
Og taka tey undir við at
leggja kommunurnar sam-
an, eiga tey at fara undir
tilgongdina.
Hon hugsar sær, at eftir
kommunustýrisvalið, skulu
nývaldu bý- og bygdaráðini
taka
støðu
til
saman-
legging.
- Er undirtøka fyri tí,
eigur ein arbeiðsbólkur at
verða settur at gera eitt
uppskot til ein yvirskipaðan
sáttmála ímillum kommun-
urnar um, hvussu Suðuroy
skal skipast á eldraøkinum,
skúlaøkinum, brunaumsjón-
arøkinum, barnaansingar-
økinum og á nógvum
øðrum økjum, eftir at allar
kommunurnar eru lagdar
saman.
Ein grundgeving ímóti at
leggja saman er, at tað er so
ójavnt, sum kommunur eru
fyri fíggjarliga og at tað
órættvíst, at kommunur,
sum eru hampiliga væl fyri,
nú skulu betala fyri skuld
hjá øðrum kommunum?
- Tað er nettupp ein spurn-
ingur, sum arbeiðsbólkurin
kann arbeiða við, sigur
Kirstin Strøm Bech.
- Men skal negativa
gongdin í Suðuroy vendast
er tað neyðugt at gera nak-
að, leggur hon afturat.
Ov tíðliga við fólkaatkvøða um
samanlegging í Suðuroy