mánadagur 6. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Eftir avtalu við ein
breiðan meiriluta í
Fólkatinginum skulu
teir donsku bankarnir
seta pengar í ein
bjargingarpakka tey
bæði næstu árini
Fíggjarkreppa
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Sambært
semjuni,
sum
bleiv almannakunngjørd í
gjárkvøldið aftan á sera
loyniligar samráðingar mill
um stjórnina og bankarnar,
skulu teir donsku bankarnir
rinda 35 milliardir krónur í
ein serligan bjargingargrunn
tey bæði næstu árini.
Endamálið við skipanini
er í fyrra lagi, at fólk skulu
fráa álit á tí danska banka
kervinum, og í øðrum lagi
skal skipanin gera, at bank
arnir fáa álit á hvør øðrum
og vilja læna hvør øðrum
pengar.
Tað snýr seg um at skipa
eitt trygdarnet undir banka
kervinum, og tað er betur,
enn at staturin skal yvirtaka
bankar, segði Lene Esper
sen, búskaparráðharri, á tíð
indafundi, sum hon og Lars
Løkke Rasmussen, fíggjar
málaráðharri, hildu á mid
nátt í gjárkvøldið.
Ov nógvir bankar
Hornasteinurin í avtaluni er
ein avtøkugrunnur, sum
bankarnir seta pening í, alt
eftir hvussu stórir teir eru.
Ætlanin er so, at hesin
grunnurin skal hjálpa pen
ingastovnum, sum koma í
kreppu, men tó við teirri
treyt, at tann kreppurakti
bankin verður avtikin.
Skipanin er sjálvboðin,
men eygleiðarar í Danmark
vænta, at meginparturin av
teimum 140 bankunum fara
upp í skipanina. Danskir
fíggjarfrøðingar vísa á hes
um viðfangi á, at Danmark
hevur nógv fleiri bankar
enn t. d. grannalondini, og
at avtalan er ein roynd hjá
teimum stóru bankunum at
sleppa av við nógvar av
teimum smáu.
Umframt avtøkugrunnin
ber semjan í sær, at øll inn
lán í donskum peninga
stovnum eru tryggjað. Eftir
gomlu skipanini tryggjaði
Innskjótaratrygdargrunn
urin innlán upp til 350.000
krónur, men tað markið
verður nú avtikið.
Bankarnir fáa vinningin,
tá tað gongur framá. Tí
skulu teir hjálpa til, tá tað
gongur hin vegin, segði
Lene Espersen á tíðinda
fundinum.
Ov lítil
Spurningurin er so, um tað
er nóg mikið at seta 35 milli
ardir krónur í avtøkugrunnin.
Tað heldur Per H. Hansen,
professari á Handilsháskúl
anum í Keypmannahavn,
ikki. Við Børsen sigur hann,
at versnar støðan hjá teim
um donsku peningastovnu
num, kann tað skjótt fara at
vísa seg, at hjálparpakkin
er ov lítil.
Skuldi tað hent, at tann
danski bankamarknaðurin
veruliga kemur í kreppu,
røkka góðar 30 milliardir
krónur ikki langt, og tað
nýtiost heldur ikki at vera
nakar stórur banki, sum rýk
ur og tømir grunnin, sigur
Per H. Hansen og vísir á, at
í førinum við Roskilde
Bank endaði tað við, at stat
urin mátti veita trygd upp
til 20 milliardir krónur.
Steðgar ikki
afturgongdini
Avtalan millum stjórnina
og bankarnar fer sum ætlað
at skapa tryggari viðurskifti
á danska fíggjarmarknað
inum, men tað hevði verið
uppaftur betur, um onnur
lond tóku tilsvarandi stig.
Tað sigur stjórin í Saxo
Bank, Lars Sejr Christensen,
við kringvarpið DR.
Hinvegin væntar hann
ikki, at avtalan fer at forða
fyri,
at
afturgongdin
í
danska búskapinum heldur
fram.
Ikki tørvur á hjálparpakka í Íslandi
Eftir drúgvar samráðingar um vikuskiftið er íslendska stjórnin komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki neyðugt við
nøkrum búskaparligum bjargingarpakka nú. Hetta vikuskiftið hevur víst okkum, at tað er ikki neyðugt við
nøkrum bjargingarpakka longur, segði Geir H. Haarde, forsætisráðharri, eftir ein fund í íslendsku stjórnini í
gjárkvøldi. Forsætisráðharrin segði, at samráðingarnar um vikuskiftið vóru komnar til ta niðurstøðu, at teir
íslendsku bankarnir eiga at avmarka sítt virksemi uttanlands. Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at talan verður
kanska um at býta bankarnar sundur, soleiðis at virksemið í Íslandi verður fyri seg og virksemið uttanlands fyri
seg. Íslendsku fjølmiðlarnir hava nevnt, at stjórnin skal hava fingið tilsøgn um at løna 500 milliardir íslendskar
krónur frá Evropeiska Miðbankanum, men tað avsannaði Geir H. Haarde.
Geir H. Haarde, forsætisráðharri (Mynd: Morgunblaðið)
Trygdarnet skal tryggja
álit á donsku bankarnar
Lars Løkke Rasmussen,
fíggjarmálaráðharri,
og Lene Espersen,
búskaparmálaráðharri, greiða
frá semjuni við bankarnar
Mynd: Polfoto
Semjan hjálpti ikki bankapartabrøvunum stórvegis í morgun.
Á børsinum í Keypmannahavn fullu partabrøvini í Danske
Bank 10,9 prosent eftir einari lítlari løtu, og hjá Nordea var
fallið 7,7 prosent.