mánadagur 6. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Hesin hjálparpakkin,
sum danska stjórnin
hevur fingið í lag
saman við danska
fíggjarmarknaðinum,
umfatar allar bankar
í danska ríkinum og
harvið eisini føroysku
peningastovnunum
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
35 milliardir krónur skulu
bankarnir í danska ríkinum
skjóta inn í ein grunn, sum
skal hjálpa kreppuraktum
bankum. Hetta er parturin
hjá bankunum, og tað, sum
fer út um hesar 35 milli
ardirnar, tryggjar danski
staturin.
Tað nýggja í øllum hes
um er, at øll innlán nú verða
tryggjað. Fyrr var trygdin
bert upp til 300.000 krónur,
men nú tryggjar danski stat
urin altso øll innlán uttan
mun til, hvussu stór tey eru,
sigur
Janus
Petersen,
forstjóri í Føroya Banka.
Tíggju milliardir verða
settar av til at bjarga bank
um, sum fara av knóranum,
meðan hinar 25 milliardirnar
verða settar sum trygd.
Danski staturin tryggjar
danska fíggjarmarknaðin,
men tað hendir ikki heilt
uttan treytir. Fíggjareftirlitið
kann krevja avskrivingar og
samanleggingar.
Eitt annað, sum hesin
hjálparpakkin eisini tryggj
ar, er lán millum bankar.
Tað verður við til at tryggja
kreppuraktum
bankum
likviditet, sum er alneyðugt
fyri at bankarnir kunnu
yvirliva.
Men tað týdningarmesta
við hesum hjálparpakkanum
er, at tað skapar frið á
fíggjarmarknaðinum,
og
tað er gott, tí við tí ófriði,
sum hevur verið, hevur tað
skapt ótryggleika og misálit
á bankarnar, sigur Janus
Petersen.
Hesin
hjálparpakkin
strekkir seg yvir tvey ár, og
danski
staturin
tryggjar
sum nevnt øll innlán og øll
lán millum peningastovnar
hesi komandi tvey árini.
Lítla ávirkan
Sum nevnt eru føroysku
peningastovnarnir
eisini
umfataðir av hesum hjálp
arpakkanum, men Janus
Petersen heldur ikki, at
hesin hjálparpakkin fær tað
heilt stóru ávirkanina á Før
oya Banka ellar hinar før
oysku peningastovnarnar.
Vit hava ein ógvuliga
góðan solvens í Føroya
Banka upp á 20%, har
kravið er 8%. Samstundis
er gjaldførið eisini rímiligt,
so hjálparpakkin fer neyvan
at merkjast hjá okkum. Men
hinvegin fer pakkin at skapa
frið á fíggjarmarknaðinum,
og hann fer at skapa álit á
bankunum aftur, og tað
kemur so eisini okkum til
góða, sigur Janus Petersen.
Føroysku peningastovn
arnir hava sama fíggjar
eftirlit og sama tjóðbanka
sum danskir bankar, og
kollapsini, sum hava rakt
danskar bankar hava skapt
óvissu mótvegis danska
bankakervinum, sum so
aftur hevur havt ávirkan
hendavegin.
Eingin er sterkari enn
veikasta liðið, og tað sum
nú hendir við hesum hjálpar
pakkanum er, at hondin
verður hildin undir veikastu
bankunum,
sigur
Janus
Petersen.
Hann heldur ikki, at øll
kreppan er av, og hann vænt
ar, at vit fara at síggja fleiri
samanleggingar
komandi
tíðina.
Tað, sum hjálparpakkin
ger, er at skipa ein stovn,
sum kann fara inn og leggja
bankar saman ella á annan
hátt tryggja, at bankar verða
bjargaðir frá konkursi. Men
hetta fer neyvan at verða
aktuelt fyri føroyskar pen
ingastovnar, tí teir eru sum
heild væl fyri, sigur Janus
Petersen, forstjóri í Føroya
Banka.
Innskotini frá bankunum
í danska ríkinum er grundað
á neyðuga eginpeningin, og
Janus Petersen sigur, at ikki
eru lidnir at rokna partin
hjá Føroya Banka út, men
at talan bert verður um
nakrar milliónir krónur.
Vit hava ikki fingið alt
útrokningargrundarlagið til
taks, men talan verður helst
um nakrar milliónir krónur.
Eg rokni tó ikki við, at talan
verður um eina trísifraða
upphædd,
sigur
Janus
Petersen.
Statstrygdin umfatar
føroyskar bankar
Føroysku peningastovnarnir eru væl fyri og merkja ikki nakað serligt til altjóða fíggjarkreppuna. Tí hevur hjálparpakkin heldur ikki ta stóru ávirkanina á føroyska
fíggjarkervið
Føroyar sleppa undan
Føroysku peningastovnarnir koma neyvan í kreppu. Teir hava ført traditionelt bankavirksemi, har meginparturin av fíggjanini er grundað
á innlán. – Okkara peningastovnar eru ikki íløgubankar eins og teir uttan fyri Føroyar, sum nú bukkað undir. Føroysku peningastovnarnir
hava ikki lánt nógv uttanlands, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Sambært Sigurd Poulsen hava føroysku peningastovnarnir grundað
70% av teirra aktivitetum á innlán. – So einasta beinleiðis avleiðingin av fíggjarkreppuni, sum føroyingar merkja fyri tíðina, er, at kursir
nir á teirra partabrøvum er fallin. Partabrævakursirnir á føroyskum fyritøkum er fallin í sama mun sum kursir í líknandi útlendskum
fyritøkum, sigur Sigurd Poulsen. Hann leggur tó aftrat, at altjóða kreppan kann óbeinleiðis viðføra eina hækking í metlágu arbeiðsloysis
tølunum. Hann vísir á, at tað kann gerast truplari hjá føroyskum peningastovnum at læna pening frá øðrum bankum, sum so aftur førir
við sær, at føroyskt vinulív ikki í sama mun sum nú fáa fíggja teirra fyritøkur.