Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 191 - 6. oktober 2008 Nógva tosið um fíggjar­­kr­­eppu í Íslandi, sæst ikki beinleiðis á íslend­ inginum á gøtuni. Men uttanfyr­­i deildina hjá Landsbankanum í sølumiðstøðini »Smár­­alind« í Kópa­ vógi var­­ kr­­eppan bæði til at føla og mer­­kja Bankakreppa Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Reykjavík: Hann situr har á beinkinum og bíðar. Andlit hansara er spent, bæði so og so, tí henda seinnapartin fríggjadagin í farnu viku er altjóða búskaparkreppan komin til hansara: Hann er spentur sálarliga, tí spurningurin er um hini, frammanfyri í køini fara at taka allan peningin út undan honum. Og tað ringasta fyri hann man kortini vera tað, at Hann hevur hoyrt at bank­ arnir hótta við at avmarka úttøkuna av peningi fyri hvørt viðskiftafólkið. Hann er spentur likam­ liga, tí andlitsbrá hansara sigur týðiliga og greitt, at hetta er ein álvarsom stund. Og hann er somuleiðis spentur sosialt, tí hann enn ikki veit, hvussu búskapar­ liga kreppan fer at raka hann og familju hansara. Bara hann sleppur framat diskinum, áðrenn bankin letur aftur klokkan 21! Tað eru tíbetur enn nakrir tímar til handlarnir í mið­ støðini lata aftur, men hetta hevur neyvan, fyri ikki at siga als ikki, hansara áhuga. Hóast nakað av fólki eru í handlunum nú vikuskiftið stendur fyri framman, er størsta køin av fólki kortini uttanfyri deildina hjá Lands­ bankanum seinnapartin fríggjadagin. Tíbetur fyri hann og hini fólkini í somu ørindum, letur bankin ikki aftur beinanvegin. Í hondini hevur hann eina rúgvu av pappírum, sum hann hevur fylt út framman­ undan. Í barmi hansara er bert eittans ynski: ­ Eg má og skal bjarga pengum mín­ um í Landsbankanum! Hann má brynja seg við toli, tí frammanfyri hann standa minst 50 onnur og aftanfyri hann uppaftur onn­ ur og bíða við sama óttanum og bivanum. Menningarland í nútíðini Hesar seinastu dagarnar hava vit hoyrt um fíggjar­ kreppuna úti í heimi, og um tær avleiðingar hann kann fáa fyri okkara lítla sam­ felag. Í grannalandi okkara í út­ norðuri, Íslandi, ger krepp­ an seg longu galdandi í ógv­ usligan mun. Ein banki fór nærum av knóranum í farna mánaði, men varð bjargaður í síðstu løtu av íslendsku stjórnini. Og kanska stendur tann næsti bankin fyri skot­ um í næstum. Hetta vikuskiftið hevur verið merkt av teimum somu negativu tíðindunum um, hvussu illa tað stendur til, og hvussu nær Ísland sjálvt er fyri at fara av knór­ anum: Ov nógv er lænt, og ov lítið er at gjalda lánini aftur fyri! Úrslitið av hesum er, at krónan er fallin og fellur enn við sama lag. Ein ávís­ an dag í farnu viku fall krónan við fimm prosent­ um, og eftir tíðindasend­ ingina á middegi hósdagin í farnu viku, kundi upplesarin bara staðfesta, at krónan var fallin heili tvey prosent, bara meðan hann hevði lisið tíðindini! Tað er tí ikki uttan orsøk, at Ísland í hesum døgum ikki stendur væl í metum hjá teimum sum kenna til og fáast við tjóðskaparligan og altjóða búskap. Ja, land­ ið verður í dag meiri mett sum eitt menningarland, enn eitt nútíðarsamfelag í 21. øld. Sagt verður, at støðan er so ring, at bert lond sum Turkmenistan og Zimbabwe hava ein verri valuta enn Ísland, har krónan hetta seinasta árið er fallin 45 prosent mótvegis evruni. Fólk, sum hava tikið upp lán í íslendskum peninga­ stovnum, kunnu nærum bert sita hendur í favn og við sorg staðfesta, at lánið er vaksið til tað dupulta, samstundis sum peningurin at gjalda tað aftur við er minkaður niður í einki. Spøkir aftur Maðurin uttanfyri deildina hjá Landsbankanum í Smáralind var bert ein av mongum sum henda dagin høvdu leitað sær í bankan við einum í huga. Við pappírunum í hond ætlaði hann at taka allan peningin út, og síðani flyta hann yvir í tann meiri trygga bankan Glitnir. Og hetta ætlaðu helst øll hini í køini frammanfyri og aftan­ fyri uttan iva eisini. Nógv teirra vóru farin vælklødd úr nýggju og snotuligu íbúðum sínum og farin í bankan í stóru og flottu bilum sínum fyri at taka peningin út. Eingin ivi er um, at nógv teirra eiga bæði hundraðtús­ undavís og milliónavís av bæði føroyskum og íslendsk­ um krónum í bankanum. Men nú var álitið á bankan farið, og tí mátti peningurin setast á annað stað. Starvsfólkini høvdu nóg mikið at gera við at gjalda peningin út og aftur út. Hvønn fimta minutt fóru bunti eftir bunti av íslendskum pengaseðlum um diskin og niður í taskurnar hjá fólki. Hvat hesi fólkini gera við peningin er ikki gott at vita, tí fólk eru sjálvandi í iva um, hvørt hin bankin er tryggari enn hesin. Eitt mugu tey í øllum førum venja seg við. Eins og tað er neyðugt í ferðsluni at traðka á bremsuna við­ hvørt, so verður íslending­ urin á gøtuni eisini noyddur at gera tað búskaparliga. Í ringasta føri verður kanska eingin bremsa at trýsta á í flotta amerikanska bilinum, tí tey snøgt sagt hava ikki ráð at hava hann ella at koyra við Hannum. Alt hetta fer komandi tíðin at vísa: Eydnast tað stjórnini at bjarga landinum undan hesi ringastu fíggjar­ ligu kreppuni síðani 1914. Maðurin í køini kann nú gleðast um, at hann er vorð­ in nummar 49 í køini hesar seinastu fimm minuttirnar! Kreppan rakar íslendingin á gøtuni LÍV dagførir samleikan LÍV dagførir nú sín samleika við nýggjum búmerki og heimasíðu. Dagføringin er ein nýmótansgerð av samleikanum, ið greiðari vísir virðini hjá LÍV, sigur felagið í tíðindaskrivi. LÍV veitir eftirløn og lívstrygging til størra partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum og umboðar flestu føroysku fakfeløgini. Sum størsti veitari á eftirlønarøkinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar framtíðar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum. Hetta er ein ábyrgd, ið krevur serfrøði, trúvirði, opinleika og tryggleika. Hetta eru kjarnuvirðini, ið LÍV byggir á. Nýggi samleikin er í tráð við hesi virði. »Innlit í útlit« er yvirskriftin, ið nýggi samleikin verður avdúkaður undir. Hetta merkir, at LÍV við hollastu ráð­ geving hevur sum mál at geva viðskiftafólki innlit í síni útlit, fyri at verða tryggjað á besta hátt. Nýggja heimasíðan fylgir sama LÍV­samleikanum, við innbjóðandi sniði og greiðum bygnaði, har støði verður tikið í viðskiftafólkinum, ið vitjar síðuna. Sagt verður, at síðan byggir á kjarnuvirðið um opinleika og gevur teimum vitjandi eitt breitt innlit í virksemið hjá LÍV. Heimasíðan er at finna á liv.fo. Tað er Sendistovan, sum í samstarvi við LÍV hevur ment tann nýggja samleikan. Ótti er á íslendingum, nú bankakervið er merkt av kreppu og fólk eru í villareiði av vánaligu búskaparligu útlitunum (Savnsmynd: Morgunblaðið) Nógv verður bygt í Íslandi í hesum døgum. Spurningurin er um ráð er at fullføra allar hesar byggingarnar og um fólk hava ráð at flyta inn (Mynd: Morgunblaðið)