mánadagur 6. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Órudd sum listaframsýning
Hósdagin letur Jórunn Dánialsdóttir upp myndlistaframsýning í Snarskivuni í Havn. Evnið er rusk í náttúruni. - Nú er so
nógv frammi um at halda náttúruna reina. Býráðið hevur havt fleiri átøk at halda náttúrina reina, og Sosialurin hevur
undir heitinum »Heimsins reinasta oyggjaland« haft hetta evni á breddanum í summar. Alt hetta hevur inspirerað meg,
sigur Jórun Dánjalsdóttir. Um 20 málningar verða við á framsýningini. Umframt rusk í náttúruni eru eisini onnur
myndaevni, sum Jórunn arbeiðir við. Høvið verður at síggja myndirnar fram til 3. november. Undan Jórunn, hevur Astrid
Andreasen sýnt fram fiskamyndir í Snarskivuni. Eftir at framsýningin hjá Jórunn er tikin niður, fer eitt annað føroyskt
myndlistafólk at sýna fram í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Øll eru vælkomin til ein drekkamnunn, tá
framsýningin letur upp hósdagin klokkan 16, eins og at njóta myndlistina, tá Snarskivan er opin kl 9-16, hósdagar tó kl
9-18. Leygardag og sunnudag er ikki opið. Rúmsátta, ljósa og hugnaliga hølið verður nýtt at sýna fram myndlist, har
mong føroysk listafólk hava sýnt fram, síðani Snarskivan læt upp í 2000. Ein skilagóð sameining av kommunalari
tænastu og listaskála, har listin hittir borgaran á alfaravegi. Kelda: torshavn.fo
Við mynda- og
greinarøðini
»Heimsins reinasta
oyggjaland« hevur
Sosialurin givið
Jórunn Dánialsdóttir
íblástur til
myndlistaframsýning,
sum letur upp í
Snarskivuni hósdagin
Mynd: torshavn.fo
Fyri einari viku síðan
stóð at lesa í donskum
miðlum, at Peter
Lundin 28. september
gifti seg við ungari
kvinnu í Østjyllands
Statsfængsel, har
hann situr lívlangan
dóm fyri trýfalt morð.
Unga kvinnan er 22
ára gomul og ættað
úr Havn og lesur
námsfrøði í Danmark
Hjúnavígsla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Seinasta sunnudag var ein
heldur óvanlig hjúnarvíglsa
í Østjyllands Statsfængsel.
Tá varð Peter Lundin, sum
nú hevur broytt navn til
Bjarne Skounborg, giftur
einari
ungari
føroyskari
kvinnu undir einum loyni-
ligum hátíðarhaldi. Sosial-
urin veit, hvør unga kvinnan
er, men tað hevur ikki verið
møguligt at fáa viðmerking
frá henni, áðrenn blaðið fór
prentingar.
Tey fleiri munnu tó kenn-
ast við navnið Peter Lundin.
Hann varð tann 5. mars í
2001 dømdur lívlangt fongs-
ul fyri at hava myrt kvinn-
una, sum hann livdi saman
við, og tveir synir hennara,
umframt
fyri
ósømiliga
handfaring
av
líkunum.
Undan hesum dóminum
varð hann longu í 1991
dømdur 20 ára fongsulsrevs-
ing í USA fyri at hava myrt
mammu sína, men varð
longu á sumri í 1999 leys-
latin vegna plásstrot í ameri-
kanska fongslinum og út-
vístur til Danmarkar.
Vitjar mann
sín í fongsli
Unga havnargentan lesur
námsfrøði í Danmark, og tá
Ekstra Bladet royndi at fáa
viðmerkinar frá henni til
hennara hjúnarlag við Peter
Lundin, svaraði hon, at tey
møttust, tá hon skuldi gera
eina uppgávu til lesnaðin,
og at so fullu tey fyri hvør
øðrum.
- Eg eri ikki sjúkliga be-
sett eftir at vera saman við
einum
drápsmanni. Tað
snýr seg bara um tvey menn-
iskju, sum elska hvønn
annan, sigur unga kvinnan,
sum nú er gift við Peter
Lundin, við Ekstra Bladet.
Hon vitjar javnan mannin
í fongslinum, og har er
eisini gjørligt hjá teimum at
vera saman í einrúmi. Hóast
fangavørðarnir greiddu frá
teirra ótta fyri hennaru
trygd, avvísir hon sjálv at
hon skal vera í vanda. Út-
sagnirnar hjá fangavørðu-
num eru grundaðar á, at
Peter Lundin er kendur fyri
at hava ein sera aggressivan
seksualitet, og tí at hørð
ljóð vóru hoyrd úr einrúmi-
num, sum varð avlurtað.
Sjálv avvísir hon hetta.
- Hann er ikki tað ódjórið,
tit vilja gera hann til, og tey
klask, sum tit skriva um í
dag. Kunnu tit als ikki
ímynda tykkum, at tað bara
var sex? Segði unga kvinnan
við Ekstra Bladet tann 30.
september.
Vil hava børn
Unga gentan er úr Havn, og
eigur frammanundan eitt
barn, sum nú býr hjá
pápanum í Føroyum. Men
hugsast kann, at hon fær
børn
saman
við
Peter
Lundin einaferð tíðini, tá
tey nú eru vorðin gift.
Ein fangavørður í Øst-
jyllands Statsfængsel upp-
lýsti fyri Berlingske Tid-
ende og Ekstra Bladet, at
Peter Lundin, sum nú kallar
seg Bjarne Skounborg, ofta
hevur tosað um at blíva
pápi, og at hann kann fáa
rúmari ræsur við at blíva
pápi, millum annað kann
hann oftari fáa vitjan, og
fær lættari við at verða leys-
latin undir umsjón. Hann
skal eftir øllum at døma
hava sagt, at hann ynskir at
fáa børn saman við nýggju
konuni.
Um Peter Lundin
Peter
Kenneth
Bostrøm
Lundin er føddur í Dan-
mark, men tá hann var sjey
ára gamal, fluttu foreldur
hansara til USA. Í 1991
kvaldi hann mammu sína,
Annu Lundin, og við hjálp
frá pápanum pakkaði hann
líkið í ein plastsekk og
koyrdi tað 700 kilometrar
frá heiminum í Maggie
Valley í North Carolina út
til feriustaðið Cape Hatteras
á amerikansku eysturstrond-
ini, har mamman varð jarð-
að. Átta mánaðir seinni
varð líkið av Annu Lundin
funnið, og hann varð dømd-
ur 20 ára langan fongsuls-
dóm, sum tó seinni varð
niðursett til 15 ár.
Í 1994 var hann við í
einari danskari sending,
»Dreymurin um Amerika«,
har hann hevði málað aðra
síðuna av andlitinum svarta,
meðan hann las upp eina
yrking um lívsins ljósu og
myrku síður. Eftir sending-
ina fekk hann brøv frá fleiri
donskum kvinnum, og ein-
ari av teimum giftist hann
við.
Í samband við sendingina
varð hann lýstur at fáa 39
stig á tí sokallaða »psyko-
pat-tjeklistanum«,
sum
gongur frá 0 til 40. Hann
varð also lýstur sum eyð-
sýndur psykopatur.
Tá hann varð útvístur úr
Amerika, flutti hann saman
við konuni í Keypmanna-
havn, men varð longu sama
heyst tveittur út fyri konu-
berjing, og stutt eftir møtti
hann Marianne Pedersen.
Myrdi og stykkjaði
sundur kvinnu
og synir
Peter Lundin helt eina tíð
saman við Marianne Peder-
sen, áðrenn hann tann 16.
juni í 2000 drap hana og
báðar synir hennara, Dennis
og Brian, sum vóru ávíka-
vist 10 og 12 ár, og stykkjaði
tey síðani sundur.
Hann viðgekk til endans
undir avhoyringunum, tær
nærri umstøðurnar kring
drápini. Hann viðgekk tá,
at hann hevði skeldast við
damuni, og at hann síðan
breyt hálsin á henni og
báðum synunum, tá hesir,
eftir øllum at døma, royndu
at hjálpa mammuni. Hann
stykkjaði tey síðani sundur
yvir fleiri dagar í garaguni,
og kanningar av likams-
restum undir loftinum, og
yvir 100 merki í gólvinum
vístu, at hann hevði nýtt
øks og vinkulslípara til
hetta, og hann viðgekk síð-
ani sjálvur, at hann koyrdi
tey vekk í umleið 35 plast-
sekkum, og síðani koyrdi
tey í ruskbingjur.
Eingi stykki av líkunu
eru tó nakrantíð funnin, og
lítil ivi er um, at hann hevur
logið um, hvussu hann
slapp sær av við líkini.
Stúrir ikki fyri
lívinum
Útfrá hennara útsagnum til
Ekstra Bladet, stúrir unga
kvinnan ikki fyri hennara
lív og heilsu. Eyðsýnt var
hon sera rørd og ill yvir, at
hon ikki kundi fáa frið frá
miðlunum.
- Hví kunnu tit ikki bara
lata okkum fáa frið, spurdi
hon donsku journalistarnar.
Tit vilja vita, um eg eri í
vanda. Eg eri ikki bangin
fyri honum. Halda tit bara,
at hann drap hasi fólkini, tí
hann helt tað var stuttligt.
Halda tit at hann legði ætlan
um at drepa tey?, segði
unga kvinnan við journalist-
in hjá Ekstra Bladet.
Eftir hesum útsagnum at
døma, hevur hon ongan
trupulleika at fortíðini hjá
nýggja manninum, og sum
støðan er nú, kann hon vitja
hann av og á í fongslinum,
har tey kunnu vera saman í
einrúmi og hava kynsliga
samlegu, sum hon eisini
viðgongur
fyri
Ekstra
Bladet, at tey hava.
Havnargenta gift við drápsmanni
Henda myndin var sera nógv frammi í donskum miðlum í tíðini, tá sakarmálið móti Peter
Lundin koyrdi. Á myndini eru Marianne, Dennis og Brian Pedersen, sum Peter Lundin drap og
stykkjaði sundur
Mynd: Polfoto
Peter Lundin varð seinasta
sunnudag giftur eini 22 ára
gamlari gentu úr Havn