mánadagur 6. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Millum 30 og 40
føroyingar vita ikki
av, at teir beint nú
hava eina lívshættis
liga sjúku, sum er
arvilig og eitur CTD.
Sjúkan er skjót at
staðfesta og løtt at
viðgera, men fólk
verða bert kannað,
um onkur í familjuni
longu er sjúkur ella
deyður av sjúkuni
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Herfyri kravdi dulda arvi
liga sjúkan CTD enn eitt
mannalív, tá ein blaðungur
føroyingur datt um og doyði
av
hjartatilburði.
Hann
hevði júst fingið staðfest
sjúkuna, men náddi ongan
tíð í viðgerð. Hann er í
minsta lagi fimti ungi før
oyingurin, sum seinastu fáu
árini púra óvæntað doyr, og
har tað aftan á hevur verið
staðfest, at deyðsorsøkin
vísti seg at vera CTD. Men
tá var tað longu ov seint.
Serfrøðin roknar við, at
tað framvegis eru einir 30
aðrir føroyingar, sum hava
sjúkuna, uttan at vita tað.
Hesi fólkini ganga í
roynd og veru runt sum tikk
andi bumbur, ið kunnu
smella í gólvið nær tað skal
vera,
sigur
danski
professarin og ílegugransk
arin á Ríkissjúkrahúsinum,
Flemming Skovby, sum hev
ur nakrar av føroysku sjúk
lingunum undir hond.
Sjúkan vísir seg við, at
sjúklingarnir mangla eitt
evni í blóðinum, sum eitur
karnitin. Hetta ger, at teir
hava ikki orku til at standa
ímóti, tá ið á stendur. Hjá
børnum til dømis í sambandi
við spýggjusjúku og hjá
vaksnum við at hjartað verð
ur ovbyrjað og til endans
gongur fyri.
Avvarðandi ávara
Vit kenna øll til dømi um
børn og vaksin, sum doygg
ja knappliga, men har lækn
arnir ongantíð hava funnð
orsøkina. Kanska eitt barn,
sum gerst ússaligt og spýr
illa, ella ein vaksnan, sum
uttan nakra ávaring fær
hjartaslag. Hetta kann hava
verið CTD.
Vit hava prátað við familj
ur, sum longu hava mist
síni kæru av CTD. Tey eru
rættiliga óttafull og altrá
eftir at fáa boðskapin um
sjúkuna út, so fólk kunnu
verða kunnað og kannað.
Tey deyðu fáa vit ikki
aftur, men hesar raktu før
oysku familjurnar áttu at
verðið kannaðar, siga tey
avvarðandi.
Eftir seinasta deyðstil
burðin hevur tað gingið
sum rótasúpan kring landið,
at fólk skulu lata seg kanna
fyri CTD. Hetta uppliva tey
eisini á Ríkissjúkrahúsinum,
har blóðroyndir frá føroy
ingum streyma inn í hesum
døgum.
Vit kenna til nøkur syrgi
lig dømi, har fleiri børn í
somu familju eru deyð
knappliga og óvæntað av
púra ókendum orsøkum.
Men tá visti man ikki, at
tað var CTD tey skuldu
kannast fyri, tí sjúkan er so
nýliga komin undan kavi,
sigur Flemming Skovby,
professari.
Fleiri longu funnin
Umleið 10 føroyingar hava
longu fingið diagnosuna
CTD, ella Karnitin trans
porter defekt, har brenningin
av feitti í kyknunum er tarn
að, tí sjúklingurin manglar
eitt týðandi evni: karnitin.
Hesir 10 fólkini liva væl
við sjúkuni, tí tey fáa karni
tin sum heilivág og halda
seg frá feitum mati. Eisini
eru tey undir kønari lækna
hond, antin her heima ella á
Ríkissjúkrahúsinum. Sjúk
lingarnir eru allir komnir
undan kavi eftir fáum árum,
síðan staðfest varð, at sjúk
an er nógvar ferðir vanligari
millum føroyingar enn mill
um onnur fólkasløg. Og
hesi vórðu kannað, tí onkur
í nærmastu familjuni longu
er sjúkur ella deyður av
CTD. Eisini er onkur til
burður staðfestur gjøgnum
regluligu kanningarnar av
nýføðingum.
Deyðilig sjúka duld
millum føroyingar
Hans Pauli Strøm
er sera illa við, tá
hann hoyrir um
lívshættisligu arviligu
sjúkuna, sum einir
3040 føroyingar
ganga runt við. Hann
fer alt fyri eitt at
kanna tað nærri, so
tiltøk kunnu setast í
verk
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í heilsumálum,
hevur ikki hoyrt um vandan
við CTD fyrr enn Sosialurin
setir hann inn í málið. Við
blaðið sigur hann seg vera
rættiliga skakkan av, at so
nógvir føroyingar eftir øll
um at døma ganga runt við
einari so vandamiklari sjú
ku, uttan at vita av tí.
Hesin sjúkuvandin tyk
ist hava ein heilt óvanliga
stóran títtleika millum fólk
ið í okkara landi nógvar
ferðir størri enn aðrastaðni.
Tí síggi eg tað eisini sum
mína skyldu at taka hetta
mál við samsvarandi stórum
álvara, sigur landsstýris
maðurin við Sosialin. Hann
sigur víðari, at hann hevur
ikki hoyrt um tað fyrr, og tí
er hann rættiliga illa við, at
so lívshóttandi meinbogi er
millum okkum, uttan at vit
varnast tað ella hava kunnað
vart okkum nóg væl ímóti
tí, sum hann orðar seg.
Landsstýrismaðurin ætlar
sær alt fyri eitt at taka stig
til at lýsa málið nærri.
Landslæknin má uppí
Hann greiðir víðari frá, at
hvørki hann ella Heilsu
málaráðið hava hoyrt um
hetta, fyrr enn ein teldu
postur kom inn á ráðið frá
einum barnalækna á Lands
sjúkrahúsinum, har kunnað
varð um, at hann hevði tos
að við Sosialin um sjúk
una.
Av somu orsøk kenni eg
meg als ikki føran fyri at
koma við nakrari sakligari
útmelding um málið, tíans
heldur nakrari frágreiðing
um, hvat vit kunnu gera við
tað, sigur Hans Pauli Strøm,
Landsstýrismaðurin sera illa við
Vísindaligar kanningar av
CTD í Føroyum vísa, at ein
av hvørjum 18 føroyingum,
ella 5,5 prosent, eru berarar
av sjúkuni, meðan ein av
hvørjum 1.300 longu hava
sjúkuna. Til samanberingar
er títtleikin í USA ein av
hvørjum 100.000 og í Japan
ein av hvørjum 40.000