Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 6. oktober 2008 15 Stutt Sagt Valstríð um heilsumál Eitt av teimum stóru evnu­ num í amerikanska for­ setavalstríðnum er enn sum áður atgongdin til amerikanska heilsuverkið og ikki minst kostnaðurin. Um vikuskiftið segði Ba­ rack Obama, at fær John McCain sín vilja, fáa fleiri milliónir amerikanarar sera ilt við at útvega sær neyðuga heilsutrygd. Fíggjarkreppan, sum hevur herja USA og fleiri onnur lond í seinastuni, hevur millum annað havt við sær, at heilsumálini hava verið burturi í val­ stríðnum, men Obama tók tey fram aftur í gjár. Í ein­ ari røðu í Virginia segði hann, at verður hann for­ seti, fer hann av tryggja fleiri amerikanarum at­ gongd til heilsuverkið, og tað skal gerast við at taka av skattalættan, sum Bush ­stjórnin hevur veitt fólki, sum forvinna meiri enn 250.000 dollarar um árið. Barrack Obama segði eisini, at sum forseti fer hann at virka fyri, at trygg­ ingarfeløg og fyritøkur, sum framleiða heilivág, fáa eina ávísa fíggjarliga ábrygd í sambandi við sjúku av eitt nú hjáárinum og viðgerð. Hamas fyri­ reikar kvett Ísraelska blaðið Ha’aretz endurgevur eitt arabiskt blað í London fyri at hava borið tíðindi um, at teir palestinsku sjálvsstýrism yndugleikarnir hava tikið stig, sum skulu forða fyri, at tann víðgongda rørslan Hamas skal taka valdið á Vestara Áarbakka. Hamas tók valdið í Gazageiranum í fjør, og sambært Ha’aretz hevur ein talsmaður fyri Hamas váttað, at rørslan hevur í hyggju at taka valdið á Vestara Áarbakka eisini. Talsmaðurin skal hava sagt, at trygdarliðini hjá teimum palestinsku mynd­ ugleikunum sleppa ikki at kúga Hamas­viðhaldsfólk á Vestara Áarbakka leingi afturat. ­Trygdarliðini hava eftir øllum at døma einki lært av tí, sum hendi í Gaza, skal talsmaðurin hava sagt. Viðurskiftini millum Hamas og Fatah­rørsluna hjá Mahmoud Abbas, for­ seta hava leingi verið spent, og egyptiskar sem­ ingsroyndir hava ikki borið frukt. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Í góðum tíðum fáa bankarnir vinningin, og tí mugu teir hjálpa til, tá ið tað gongur hin vegin (Lene Espersen) útlond -Fólk eiga ikki at billa sær inn, at vit fara at vinna kríggið í Afghanistan, sigur ovastin fyri teimum bretsku herdeildunum har ­ Vit fara ikki at vinna hetta kríggið. So avgjørdur er bretski generalurin Mark Carleton­ Smith, sum er ovasti fyri teimum bretsku hermonnun­ um í Afghanistan. Í samrøðu við blaðið Sunday Times í gjár sigur hann, at fólk eiga ikki at hava ov góðar vónir um úrslitið av kreppuni í Afghanistan, og hann legg­ ur afturat, at bretar eiga at gera seg til reiðar at góðtaka eina møguliga avtalu við Taliban. ­ Er Taliban sinnað at seta seg við samráðingarborðið og at tingast um eina polit­ iska semju, kann júst tað gerast tann stigið, sum kann gera enda á uppreistrinum, sigur Mark Carleton­Smith, generalur. Sambært bretska ovasta­ num eigur Vesturheimurin at royna at avmarka ófriðin í Afghanistan so mikið, at hann ikki er nøkur hóttan ímóti umheiminum, og so­ leiðis at afghaanski herurin kann tryggja støðuna í land­ inum. Bretland hevur 7.800 hermenn í Afghanistan. Í loyndum hevur ukrainski forsetin fingið 25 skurð- viðgerðir í andlitið, eftir at hann bleiv eitraður fyri fýra árum síðani Dioxineiturið gjørdi, at Viktor Jusjtsjenko var næst­ an ikki til at kenna aftur, tí eiturið avskeplaði andlit hansara. Men við hjálp frá einum fronskum lækna, sum arbeiðir á einum sjúkra­ húsi í Genéve í Sveis, hevur ukrainski forsetin fingið nýggja útsjónd og nýtt lív. ­Tað eydnaðist honum at koma hígar, uttan at nakar varnaðist tað, og inni á sjúkrahúsinum hevði hann eina lyftu fyri seg sjálvan, sigur franski læknin, Jean­ Hilaire Saurat, við sjón­ varpið France 2. Tað hava verið nógvar søgur og nógvar gitingar um, hvat veruliga hendi andlitinum á Viktor Jusjt­ sjenko undir valstríðnum í Ukraina fyri fýra árum síðani. Summi halda, at talan var als ikki um eitran, men mong halda, at tað var russiska fregnartænastan, sum royndi at forða Jusjt­ sjenko at koma til valdið í Ukraina. Sjálvur vil Jusjtsjenko vera við, at tað var táverandi ovastin í ukrainsku fregnar­ tænastuni, Igor Smesjko, sum skipaði so fyri, at dioxin varð latið í matin hjá Jusjtsjenko undir einari samkomu uttan fyri Kiev tann 5. septembur í 2004. Sambært teimum sveis­ isku læknunum, sum kann­ aðu ukrainska forsetan, var talan um nøkur fá milligram av dioxini, og tað var nóg mikið til at avskepla and­ litið. Ómøguligt at vinna kríggið í Afghanistan Jusjtsjenko fingið nýtt andlit Eingin loysn í Bolivia Hóast teir fundaðust í fleiri tímar í gjár, eydn­ aðist tað ikki Evo Moral­ es, forseta og fýra av landsins guvernørum at loysa ta politisku krepp­ una í landinum. Fundurin varð hildin fyri stongdum hurðum og var tann triði í ár. Teir fýra guvernørarnir umboða fýra teir ríkastu landspartarnar, sum krevja størri sjálvræði. Men Evo Morales, for­ seti, sigur nei, og einki er sagt um, hvørt samráð­ ingarnar halda fram ella ikki. Myndin vinstrumegin vísir, hvussu eiturið avskeplaði andlitið á ukrainska forsetanum. Hin myndin vísir, hvussu hann sær út nú (Myndir: AP) Mark Carleton-Smith saman við Gordon Brown, forsætisráðharra, tá hesin var í Afghanistan í august (Mynd: Polfoto)