Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 191 - 6. oktober 2008 Avlopið, ið kom inn frá tónleika­festi­ va­linum, Asfa­lt, ta­ldi 120.000 krónur. Fólk ha­va­ undra­st á, hva­r hesin peningur er fa­rin. Bogi Andrea­sen er leiða­ri á Ma­rga­r­ infa­brikkini og hevur sta­ðið á odda­ í fyrireikingunum a­v einum nýggjum spælista­ði í Ha­vn Tónleikur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo - Nógv hava spurt eftir pengunum, ið komu inn frá Asfalt 2007, segði hann. Sosialurin fekk eitt prát við hann í nýggja spælistaðnum, Reinsarínum. Ikki røkka 120.000 langt, tá tað kemur at gera eitt høli til, men tá tað ræður um at keypa út- gerð kann ein koma langt. Og tað er tað, ið Bogi Andreasen hevur gjørt. Heilar 160.000 krónur eru brúktar uppá at fáa framúr góða tónleikaútgerð til Reinsaríið. Írestandi 40.000 krónurnar eru veittar av Tórshavnar kommunu. – Eg havi einki valt sjálvur, eg havi spurt meg fyri hjá teimum serkønu innan ymisku ljóðførini, segði hann um dýru keypini, ið eru framd. At peningurin verður nýttur til útgerð, merkir at tónleikararnir, ið viðvirkaðu á Asfalt fáa nakað afturfyri. At eitt spælistað er har, veitir ein heilt nýggjan møguleika. Staðið er ókeypis, og eitt starvsfólk og ein vaktur eru við. Ætlanin er at tónleikar- arnir bara kunnu møta upp, seta stikkið í og spæla. Men enn liggur framtíðin hjá hesum spælistaðnum, sum so nógvir tónleikarar hava longst eftir í langa tíð, leys í kortum. Um Reinsa- ríið endaligt verður nýtt til hetta verður avgjørt í býráð- num. Húsið sjálvt er í trimum hæddum, har einans tann niðasta verður nýtt í løtuni. Sera væl umtókt Útgerðin kom í hølið í farnu viku og enn restar okkurt í. Fyrstu bólkarnir at nýta útgerðina vóru Gestir og Orka. Orka í ein lítlan mun, tí tey flestu av teirra ljóð- førum eru heimagjørd. Nýggja spælistaðið hevur eina ráa útsjónd, træðið er merkt av fánaðari máling og gólvið er óslætt. Tá spælt verður eru ofta stearinljós, greiddi hann frá, alt hetta ger staðið til nakað heilt serligt. – Tónleikarar, ið ofta ikki eru so øgiliga jalig- ir, hava tikið ordiliga væl ímóti staðnum, segði hann. Longu fyrsta tíðarskeiðið, spælistaðið var í nýtslu, ið fevndi um 40 dagar, vóru heilar 18 konsertir spældar har, so staðið er sera nógv umbiðið. Næsta tiltakið verður longu komandi leygardag, tá møguligt verður at hoyra eittnú Kára P og Boys in a Band, sum ein part av Psykiatridegnum. Til ber annars at síggja skránna fyri húsið á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini, www.margarinfabrikkin.fo. Pedagogar til Dagstovnin á Argjum Søkt verður eftir pedagogum til vøggustovuna og barnagarðin, at byrja 15. november 2008 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru 30 og 35 tímar um vikuna. Á Dagstovninum á Argjum ganga 76 børn í aldrinum frá 1 til 7 ár. Vit hava tvær vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og ein forskúla. Um eingin pedagogur søkir eru onnur við øðrum royndum vælkomin til at søkja størvini. Setanartreytir Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari, á telefon 219019, ella far inná heimasíðuna www.dstargir.fo Umsóknir skulu sendast til Dagstovnin á Argjum Traðagøta 55 160 Argir, og verða okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 18. oktober 2008 Dagstovnin á Argjum Traðagøta 55 · 160 Argir Avlopið frá Asfalt gagnnýtt Teitur á rótafestivali »Roots«-festivalurin verður í Keypmannahavn í døgnum 13.-15. novembur. Festivalurin fer at fevna um tónleikasløgini, alternativan fólkatónleik, country og blues. Festivalurin verður hildin á fjórðu hædd í Húsinum í Magstræde, sum tað kallast. Hølið skapar tað neyðuga fyri ein slíkan festival, at nærleiki og tann rætti andin er í luftini. Afturat eini rúgvu av tónleiki, verða filmar úr 60’unum, ið hava tilknýti til eitthvørt á festivalinum sýndir. Av nøvnunum, ið vera á festialinum, stendur Teitur Lassen ovast á listanum. Einans tvey útlendsk nøvn viðvirka, umframt hann, verður Sam Amidon úr Amerika har. Bogi Andreasen er leiðari á ungdómshúsinum, Margarinfabrikkini. Hann hevur eisini staðið fyri tí, ið hent er í Reinsarínum. Mynd: Álvur Haraldsen