Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ] Frem vann á Silkeborg Frem hevur verið í ringum skørum, men sunnudagin eydnaðist tað liðnum hjá Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen at vinna 2-1 á Silkeborg, sum er liðið hjá Christian Lamhauge Holst. Tað sá einki út hjá Frem í byrjanini. Thomas Hansen legði Silkeborg á odda 1-0, tá góður hálvur tími var farin av dystinum. 5 minuttir áðrenn steðgin javnaði Danny Andersen fyri Frem. Og 5 min- uttir áðrenn leiklok kókaði alt á Valby Idrætspark, tí tá skoraði Thomas Krause sigursmálið hjá Frem, so endaliga støðan gjørd- ist 2-1 til Jón Róa, Atla og Frem ímóti Christiani og Silkeborg. Frem er nú komið uppá 5 stig, og kann byrja at hyggja upp eftir. AaB stríðist enn Donsku meistararnir AaB hava tað trupult í superliguni. Eftir 9 umfør liggur AaB næstaftast í superliguni við 8 stigum. Liðið hevur bert vunnið 2 dystir higartil. Leygardagin spældi AaB á heimavølli ímóti AC Horsens, og gestirnir løgdu seg á odda 1-0. AaB stríddist fyri at javna, og tað eydnaðist seint í dystinum. Men AaB hevur framvegis ikki vunnið á heimavølli í hesum kappingarárinum. Venjarin ynskir kapp­ ing og intensitet, men tað tykist rættiliga ivasamt, um topp­ skjúttin á landsliðnum verður førur fyri at spæla ímóti Eysturríki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á middegi mikudagin hevur Jógvan Martin Olsen sett landsliðnum stevnu fyri síðstu ferð á heimligari grund. Tá hittast landsliðs- spælararnir at fyrireika seg til søguligu avbjóðingina ímóti Eysturríki. - Tað er optimalt, um tað verður kapping um plássini. Tað verður tað, um allir teir, ið hava fingið boð, møta upp, sigur venjarin. 20 spælarar hava fingið boð, og tveir eru settir á bíðilista. Venjaranum hevði líkað best, um allir 22 vóru tøkir. Tað hevði borið við sær, at intensiteturin verður stórur í venjingunum miku- dagin, hósdagin og fríggja- dagin. So hevði tað verið luturin hjá Jógvan Martini at sálda nakrar frá. Men tað verða ikki 22 spælarar, sum fara at hittast mikudagin. Í hvussu so er ikki teir 20+2, sum vórðu úttiknir í síðstu viku. Andre- as Lava Olsen, sum saman við Rógva Jacobsen var á bíðilista, er so mikið vødda- skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla við Vík- ingi á Skála í gjár. Jákup á Borg, sum var ein av teimum 20 úttiknu, fór av vøllinum í Streymnesi í gjár. Hann noyddist av vøllinum orsaka av vøddaskaða, og fyrrapartin í dag var tað iva- samt, um Jákup verður førur fyri at spæla leygardagin. Rógvi Jacobsen skoraði tvey mál í 4-2 KÍ heimasigr- inum á ÍF. Rógvi, sum leingi hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum, og sum ikki hevur spælt nakað serligt seinastu vikurnar, var á vøllinum alla tíðina ímóti ÍF. Vit skilja á lagnum, at tað tó er rættiliga ivasamt, um toppskjúttin á landsliðnum verður førur fyri at spæla ímóti Eysturríki leygar- dagin. - Eg var í Klaksvík, og tað var hugaligt at síggja, at máltevið hjá Rógva fram- vegis einki bilar. Í dag og í morgin fæst at síggja, um tað fer at hava nakrar avleið- ingar fyri skaðan, at Rógvi spílaði seg so nógv út, sum hann gjørdi í gjár. Dystar- venjingin er sjálvandi ikki optimal, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, tá ið vit hittast mikudagin, sigur Jógvan Martin Olsen. Ein annar av framrættaðu monnunum, Christian Høgni Jacobsen, var á AB liðnum, sum í gjár vann 2-0 á Roskilde. Føroyski álops- spælarin skoraði seinna AB málið, og tað fegnast lands- liðsvenjarin um. - Christian Høgni er í tætt- ari kapping um pláss í AB álopinum. At hann var mill- um teir fyrstu ellivu og skor- aði, er sjálvandi gott herða- klapp hjá Christian Høgna at hava við sær heim til lands- dystin ímóti Eysturríki. Símun Samuelsen var ikki í dysti í vikuskiftinum. Íslendska kappingin var liðug næstsíðsta vikuskifti, og Símun er komin heim at fyrireika seg til landsdystin ímóti Eysturríki. Fyrsti parturin av kapp- ingarárinum hevur ikki verið so hugaligur hjá Frem í næstbestu donsku deildini. Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen eru millum føstu menninar á Frem liðnum, og í gjár var tað glotti hjá teimum, tá ið teir vunnu 2- 1 á Silkeborg. Báðir føroy- ingarnir vóru á vøllinum alla tíðina. Christian Lamhauge Holst, sum orsaka av skaða ikki hev- ur verið á landsliðnum sein- astu ferðirnar, var á Silkeborg liðnum. Lamhauge maðurin er væl fyri, og onkra ferðina var um reppið, at hann skor- aði. At Christian er væl fyri ber fleiri við sær fleiri streing- ir at spæla upp á hjá landsliðs- venjaranum. Møguleikarnir verða upp- aftur fleiri av tí veruleika, at HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen nú er rættiliga komin fyri seg, eftir at hann í nógvar vikur hevur verið uttanfyri orsaka av skaða. Fróði var á miðvøllinum ímóti NSÍ, og hann skoraði eitt mál. Síðani Jógvan Mart- in Olsen gjørdist landsliðs- venjari, hevur hann havt Fróða Benjaminsen sum verjuálit. Spurningurin er nú, hvussu tað verður í tveimum teimum seinastu dystunum hjá Jógvan Martini. - Egil Zachariassen og Jón Rói Jacobsen greiddu síðst væl leiklutirnar í miðverjuni. Vit hava so mangan sæð, at Fróði er stinnur verjuspælari. Ein spurningur, sum vit í vikuni fara at umhugsa, er, um vit skulu gera broytingar í miðverjuni, ella um vit møguliga skulu seta Fróða inn á miðvøllin. Jógvan Martin Olsen og hansara menn hittast miku- dagin á middegi. Tá fæst at síggja, um allir teir, sum eru úttiknir, vera førir fyri at fyrireika seg til landsdystin ímóti Eysturríki. Ivaleyst ynskja allir ógvuliga fegnir at vera partur av júst tí upp- gávuni! Fleiri mál í landsliðnum Christian Lamhauge Holst er komin fyri seg eftir skaða, og tað gevur munandi fleiri møguleikar í framrættaða partinum av føroyska spælinum