mánadagur 6. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ]
Jens Kristian á beinkinum
At B36 hevði nakað av fráveru í hópinum sást á beinkinum til dystin
sunnudagin. Millum menninar her var nevnliga Jens Kristian Hansen, sum
annars gavst á besta liðnum fyri trimum árum síðani. Í ár hevur hann soleiðis
bert hugnað sær í 3. deild, har hann vann silvur fyri viku síðani. Men hesa
ferð hevði Heðin Askham heitt á 37 ára gamla veteranin um at taka eitt lítið
tak afturat.
Torres er tann besti
Venjarin hjá Liverpool. Rafael Benitez, heldur, at
Fernando Torres er heimsins besti álopsspælari í løtuni.
Torres skoraði 24 mál í sínum fyrsta kappingarári í
Premier League, og hann hevur fingið flúgvandi byrjan í
nýggja kappingarárinum. - Eg hevði ikki býtt Torres um
við nakran annan spælara. Tað eru nógvir góðir spælarar
kring um í heiminum, men eingin teirra er betur enn
Torres, sigur Benitez.
Enn eru tvey skot
eftir í byrsuni. Men
hóast eina ótrúliga
endurreisn av B36, so
skerst ikki burtur, at
EB/Streymur regulert
tveitti sær næsta
gullbóltin burtur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Gummiroykurin man hanga
í luftini líka frá Kollafirði
til Gjáar eftir dystin hjá
EB/Streymi móti B36.
Ivaleyst eru fólk har á
leiðini vorðin troytt av at
hoyra um møgulig gummi-
bein, nú lokalu fótbóltshetj-
urnar royna at taka seinastu
fetini móti gullinum. Men
tað slepst ikki undan hug-
takinum hesaferð.
Talan var nevnliga um
gummibein, so tað baskar.
Eftir at hava rist fyrsta stóra
skelkin av sær, spældi EB/
Streymur dreymabólt í 7
minuttir, og við hálvleiks-
leiðslu, einum manni í yvir-
tali og í veruleikanum bara
tørv á einum stigi, skuldi
alt verið í pottinum, har
sjampanjan hevur prutlað
undir lokinum síðani eina
ferð í juni mánaði ella so.
Tora ikki at vinna
Tað eru tveir lutir, sum hava
týdning, um tú skalt vinna
nakað sum helst í ítrótti.
Fyrsta fortreytin er, at tú
skalt tora at vinna. Duga at
kenna teg tryggan, tá tú ert
á odda, og á tann hátt ikki
fáa trupulleikar við at koyra
sigrarnar heim.
Harnæst er tað ein ævigur
sannleiki, tú skalt tora at
fremja mistøk. Spenni mill-
um tað at góðtaka eitt mista
og tað, sum tú tá torir og vil
í ítróttinum er proportionalt
vaksandi. Við øðrum orð-
um: Torir tú als ikki at gera
mistøk, torir tú heldur ikki
at spæla.
Og fyrst og fremst var tað
hetta, sum rakti EB/Streym
frá
byrjan
sunnudagin.
Hóast teir vóru ónøgdir um
hornasparksdómin,
sum
førdi til fyrsta málið, so var
tað eitt málverjamistak, sum
gav Inga Højsted møguleik-
an. Og hóast Egil á Bø vildi
hava fríspark undan næsta
B36-málinum,
so
kundi
hann forðað fyri hesum við
eitt sindur meira avgjørdum
verjuspælið.
Gyltir minuttir
Sjey fantastiskir minuttir
koppaðu tó øllum á høvdið.
Upptaktin
var
kanska
nakað ivasom, tí nógv kring
vøllin mettu Arnbjørn T.
Hansen vera rangstaddan,
tá hann varð spældur leysur.
Men
tá
Odmar
Færø
skræddi hann niður í skot-
royndini, hevði dómarin
bara eitt val. Nevnliga brots-
spark og reytt kort.
Brotssparkið sendi Bárð-
ur Olsen í netið, og áðrenn
B36 hevði umskipað seg,
var EB/Streymur aftur á
gullkósini. Høgni Zach-
ariassen kanónstútaði til 2-
2, og Hans Pauli Samuelsen
sendi eina perlu undan vind-
inum og undir tvørtræið til
3-2.
Og hóast álopsspælið
ikki var heilt so spruttandi
fram til steðgin, so var nú
eingin ivi kring vøllin. Við
einum manni í yvirtali móti
einum B36-liði, sum – sæð
burtur frá hesi ferðini – ikki
hevur skorað meira enn tað
eina málið á útivølli, kundi
ikki ganga galið!
Gekk galið
Men tað kundi tað nú kort-
ini.
Einki skal takast frá B36,
tí talan var um framúr end-
urreisn frá teira síðu. Hóast
ein mann í undirtali, so
royndu teir støðugt at trýsta
EB/Streym langt uppi á
vøllinum. Igni Højsted og
Jákup á Borg arbeiddu ein
ávísan likamspart úr buks-
unum, og Dmitrij Jankovic,
sum annars hevði vanliga
útgangsstøðið sum verju-
skipari, var her, har og alla-
staðni. Hægstur við høvd-
inum,
um
EB/Streymur
flutti bóltin fram, og altíð
klárur at hótta í álopspart-
inum.
Men líka so fantastiskt
sum B36 var. Eins ússaligt
var avrikið hjá heimamonn-
unum eftir steðgin.
Tí teir tordu ikki at vinna.
Gjøgnum seinastu trý kort-
erini vóru spælararnir full-
komuliga steinrunnir. Tað
var so eiðasørt, at nakrar
sum helst flytingar vóru
uttan bólt, og tí kundi B36
við bara 10 monnum leggja
trýstið høgt uppi.
Ferð eftir ferð bakkaði
verjan undan hvítu áleypar-
unum, og í tveimum førum
mátti René Tórgarð stór-
bjargað, tá eingin hevði hug
at tackla menn, sum løgdu
an til skot.
Tað kundi næstan bara
ganga galið, og tað gjørdi
tað eisini. Fyrst hálvsvav
EB/Streymur-B36 4-5 (3-2):
Eigur ikki at bera til
B36
EB/S
Ótrúligt
Hanus
Thorleifsson
mátti
eftir
dystin
ásanna, at hann ongan
tíð áður hevði verið
partur av einum dysti,
sum tók eina somikið
ógvusliga vend, sum
dysturin við Margáir
gjørdi sunnudagin.
- Tað havi eg so
bestemt ikki. Og serliga
ikki í dysti móti tí lið-
num, sum liggur til at
vinna føroyameistara-
heitið.
Men hvat var tað,
sum gjørdi, at tit eftir
steðgin kunnu koppa
øllum so fullkomuliga
á høvdið.
- Vit tosaðu um tað í
hálvleikinum.
Vit
høvdu fingið tvey skjót
mál, og EB/Streymur
skapti heldur ikki tað
stóra. Teir høvdu nøkur
vandamikil skot, men
so heldur ikki nógv
meira. Og vit vistu, at
vit kundu væl skjóta
tvey mál, so vit bard-
ust.
Men tit hava ikki fyrr
í ár víst, at tit kunnu
skjóta bæði trý, fýra og
fimm mál?
- Nei, tað hevur tú
rætt í. Vit nokk bara
eina ferð skotið fýra
mál í ár, og á útivølli
høvdu vit ongan tíð
skotið meira enn tað
eina málið. So hetta var
kanska ótrúligt.
Og ber sigurin við
sær, at tit enn trúgva
upp á gullið, ella eru tit
bara betur fyri í stríð-
num um silvurkrónur-
nar?
- Tað er nokk meira í
silvurstríðnum, at hetta
ger mun. Skuldu vit
enn havt ein lítlan
møguleika fyri gullin-
um, so skuldu vit nokk
skotið fleiri mál fyrr í
ár. Men tað hevði eisini
nógv at siga, at vit ikki
avreiddu gullið. Tað
hevur væl nakað við
stoltleika at gera, segði
Hanus Thorleifsson eft-
ir dystin.
-mørk