Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ] Keegan nærkast Newcastle Fyri nøkrum vikum síðani rýmdi Kevin Keegan úr starvinum sum venjari hjá Newcastle, tí hann var ósamdur við leiðsluna í felagnum. Nú er líkt til, at verandi eigarar av Newcastle hava hug at selja, og verður eigaraskifti í felagnum, er Keegan til reiðar at fara aftur í starvið sum venjari. Fyribils røkir Joe Kinnear starvið sum venjari hjá Newcastle. Brast fyri nev hjá Ajax Ajax vann 26-24 ímóti Viborg HK í Bavnehøj-høllini í Keypmanna- havn leygarkvøldið. Tað sá einki út hjá Hanusi og liðfeløgunum í 1. hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleik vóru teir grønu úr Mið-Jútlandi frammanfyri 16-10. Men í 2. hálvleiki sýndi Ajax ein nógv betri hug- burð, og tað eydnaðist teimum at toga ein sigur í land. Heini Hanusar- son var sera eyðsýndur í dystinum, og saman við Nikolaj Koch-Hansen var Heini toppskjútti hjá Ajax í kvøld. Báðir skutu 6 mál hvør. Kom- andi mikukvøld spælir Ajax ímóti FCK Hå ndbold. Hóast sigurin, so er Ajax enn næstniðast í CCB Mobil liguni við tveimum stigum. Men nú tey fyrstu stigini eru komin, so fer at síggja ljósari út hjá Ajax. Ivasamur til lands­ dystin Hóast gleði um sigurin var stór, so endaði dyst- urin sunnudagin heldur keðiligt hjá Jákupi á Borg, sum annars spældi ein fínan dyst fyri B36. Ein langur spurtur endaði við, at Jákup tók seg um høgra lær, og eftir dystin staðfesti hann, at talan væl kann vera um veruligan vøddaskaða. - Eg merkti í seinna hálvleiki, at eitt ella annað argaði eitt sindur. Og tá eg so tók handan langa túrin, var tað sum um okkurt sprongdist í lærinum. Eg tori ikki at siga nakað longu nú, men eg vóni sjálvandi, at tað ikki er so øgiliga álvarsligt. - Vit skulu jú møtast við landsliðnum, nú Eysturríkisdysturin er komandi leygardag, og tað er ein uppliving, sum eg vil verða ein partur av. Har eru so eis- ini tveir fysioterapeutar, og vónandi klára teir at fáa hetta í rættlag. Men eg veit eisini, at er talan um veruligan vødda- skaða, so er nokk ikki tað heilt stóra, sum teir fáa gjørt upp á bara eina lítla viku, segði Jákup á Borg eftir dystin. -mørk Komandi dagarnar fæst at vita, um Jákup á Borg er tøkur til landsdystin leygardagin Mynd: Sofus D. Johannesen - Vit skulu bara ikki gera tað ov trupult fyri okkum sjálvar. Soleiðis tók Hans Pauli Samuelsen til, tá vit her í blaðnum høvdu upptakt tl dystirnar um vikuskiftið. Eftir dystin var vónleyst at fáa viðmerking frá spæl- arunum hjá EB/Streymi til dystin. Hvør sum ein hálvg- um fjaldu teir seg í skifti- rúminum, og tí var tað venj- aran, Sigfríð S. Clementsen, sum vit spurdu, um hetta ikki var júst tað, sum EB/ Streymur gjørdi. - Tað kann mann róliga siga, at vit gjørdu. Ikki tí. Eg haldi, at tá teir fáa horna- sparkið til fyrsta málið, er talan um málspark til okk- um. Og Egil eigur fríspark, tá teir skora til 2-0. Men vit koma so aftur í aftur, og tá tað er 3-2 skuldi man trúð, at alt var í fínasta lagi. Tað tekur bara 6-7 minuttir hjá okkum at koppa dystinum, so tað er púrasta vilt. Men hvat er tað, sum hendir, tá fara 11 móti 10 út til seinna hálvleik, og enntá eru á odda 3-2? - Ja. Har mugu vit bara ásanna, at vit kunnu ikki renna undan, at hetta vóru gummibein av ringastu skuffu. Vit eru for leysir og for bangnir. Vit vóru snøgt sagt ikki nóg góðir í seinna hálvleiki, og sigurin hjá B36 var uppiborin. Ein dystur, sum endar 5- 4 er sjálvandi stuttligur hjá áskoðarunum. Men fyri ein venjara, sum millum annað hevur ábyrgd av verjuspæl- inum, er tað væl ikki serliga stuttligt at hyggja eftir? - Nei. Og har eru eisini stór mistøk, sum bera málini við sær. Mál nummar trý ma Leif ikki missa handan bóltin, ella eisini kundi Levi rópt »ryggur«. At eitt fríspark gevur mál, er tað, sum tað er, men fimta málið er aftur eitt mis- tak. Sam sleppur at renna um hálvan vøllin, og sleppur enntá innum at baklinjuni. Har skuldi verið ríkiligt av tíð til at tikið bæði mann og bólt, um tað skuldi verið. Men vit mugu so bara ásanna, at vit eru ikki nóg góðir í dag. Men tit hava so tvey skot eftir í byrsuni. Hvat skal til, fyri at raka í næstu royndini? - Altso – vit hava fram- vegis eitt gott fótbóltslið. Tá vit spæla væl, so spæla vit rættiliga væl. Men í dag eru vit for bangnir. Og tað mugu vit so tosa saman um. Ert tú for bangin, so præst- erar tú einki. Tú mást tora inn at vísa tað, so vit mugu fyrst og fremst taka í egnan barm, sigur Sigfríður Clem- entsen. -mørk Ov bangnir 0-1: Ingi Højsted, 10 min. Vertirnir á ónøgdir, tá inn- legg endar við hornasparki, tí teir vilja heldur hava mál- spark. Tá hornasparkið verður sent innfyri, er René Tórgarð ikki nóg avgjørdur. Hann hálvgum boksar bóltin fyri føturnar á Inga Højsted, sum avgjørdur smekkar bóltin í netið. 0-2: Hanus Thorleifsson, 16 min. Bleytur bóltur verður sendir móti verjuni, har Egil á Bø og Hanus Thorleifsson dyst- ast. Báðir skumpa helst nak- að ríkiliga, men dómari floytar ikki, og tá Hanus skjýtur, verður bólturin umvegis Egil avrættaður, so René er prísgivin. 1-2: Bárður Olsen (br.), 26 min. Odmar Færø fellir púra leysa – og kanska rang- stadda – Arnbjørn T. Hansen aftanífrá, og so er reytt kort og brotsspark einasta valið, sum dómarin hevur. Brots- sparkið sendir Bárður Olsen trygt í netið, og so raknar EB/Streymur við. 2-2: Høgni Zachariassen, 29 min. Meinhardt Joensen boksar ikki serliga sannførandi bleytt innlegg burtur til inn- kast við hornaflaggið. Hetta endar við, at bólturin verður sendir innfyri, og við einum framúr stútara sendir Høgni Zachariassen EB/Streym upp á javnleik og FM-kós. 3-2: Hans Pauli Samuelsen, 32 min. Alt tykist rigga hjá EB/ Streymi. Vindurin er eisini undan fyri steðgin, og við stuttum avtrekki og dundur- skoti hamrar Hans Pauli Sam- uelsen til bóltin, sum kavara beint undir tvørtræið. 3-3: Jákup á Borg, 53 min. Leif Niclassen er ópressað- ur, men gevur sær somikið góðar stundir, at Jákup á Borg kann taka bóltin av honum. Eingin annar verju- spælari kemur ímóti Jákupi, og av brotsteigarmarkinum smekkar hann flatt inn um stólpan. 3-4: Dmitrij Jankovic, 75 min. B36 hevur fríspark á brots- teigarmarkinum tætt at bak- linjuni. Jákup á Borg hamr- ar bóltin innfyri í knæhædd, og har er Dmitrij á rætta staðnum og beinir bóltin í meskarnar. 3-5: Sam Malson, 80 min. Hornasparksstøða hjá EB/ Streymi endar við kontra, tá Jákup á Borg sendir Sam avstað. Bretin kapprennur við Leif Niclassen um hálv- an vøll og sleppur eisini inn um hann. Og hóast Jákup á Borg bíðar við víðopnum máli, so sendir Malson úr spískum inn um René Tór- garð og nærmara stólpa. 4-5: Hanus Eliasen, 87 min. Fuglfirðingurin er fyrstur á longum bólti, og so lyftir hann upp um Meinhardt Joensen og í málið. Men tað er ov lítið og ov seint hjá EB/Streymi, sum hóast málveitsluna noyðist at bíða í minsta lagi 14 dagar aftur- at eftir fyrsta meistaraheit- inum hjá felagnum. Málini við Margáir Leif Niclasen, so Jákup á Borg kundi taka bóltin av honum, og tá eingin kom ímóti, smekkaði Jákup bólt- in inn um stólparótina. Dmi- trij kundi krýna sín góða dag, tá hann beindi frí- sparksinnlegg til 4-3, og tá Sam Malson tók av innbjóð- ingini frá Leif Niclasen um at renna kapp, stóð 5-3 á talvuni. Tvær patrónir eftir Eitt er, at EB/Streymur ikki megnaði at spæla sær gullið heim á heimavølli. Í so máta er tað tað, sum tað er. Og hóast keðiligt, so nýtist tað ikki at vera nøkur van- lukka at tapa móti einum av kappingarneytunum í odd- inum. Men meira enn nakað var tað sjálvt avrikið, sum fekk køldu norðanættina at kenn- ast enn kaldari við Margáir. Tí hóast Hanus Eliasen kundi minka um munin móti endanum, so megnaðu vertirnir ongan tíð at leggja nakað veruligt trýst á B36- verjuna seinastu løtuna. Snøgt sagt, so skulu høvd- ini hjá spælarunum skrúvast heilt øðrvísni á herðarnar, um nakað stig skal vinnast afturat hetta kappingarárið. At spælararnir duga væl at spæla bólt, er eingin sum helst ivi um. Og kunnu teir prógva hetta næstu ferð, so er eingin ivi um, at gullið verður spælt heim, tá Skála býður sínum heimaáskoð- arum farvæl til Formula- deildina. Men skal metast eftir seinna hálvleiki sunnudagin, so er eitt tap fult so sannlíkt. Og tí var tað kanska ikki heilt burturvið, tá onkur av áskoðarunum eftir dystin í gjár helt fyri, at tey heldur máttu fara til Havnar at heppa B36 um tvær vikur. Tí vánaligi málmunurin hjá árstalsfelagnum ger, at teir neyvan kunnu roknast sum veruligir avbjóðarar til gull- ið. Tá tað er sagt, so skerst tó ikki burtur, at EB/Streym- ur framvegis er í førarasetr- inum. Enn skulu teir bara hava eittans stig fyri at vissa sær gullið, FM-steypið og greip- una. Men skotini, sum eru eftir í byrsuni, eru nú um at fækkast. Og tað er altso munandi lættari at raka rætt fyrstu ferð, tá tú hevur fýra patrónir í eini pump-gun, enn tá tú bert stendur við eini dublett, og bjørnin er við at koma heilt nær! Tað merktiskt einki til, at B36 var undirmannað í nærum 70 minuttir. Her er Mikkjal Thomassen kringsettur av hvítum mótstøðumonnum á miðvøllinum Mynd: Sofus D. Johannesen