mánadagur 6. oktober 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ]
Amager fekk javnt
FC Amager hevði trupulleikar í dystinum ímóti Thisted, men kláraði
at bjarga sær javnleiki við máli seint í dystinum. Eftir ein málleysan
javnleik, var tað oddaliðið í 1. deild, Thisted, sum setti seg alt meira
á dystin í seinna hálvleiki. Eftir at teir høvdu lagt seg fram um 1-0
við góðum frísparksmáli, høvdu teir beina kós móti sigrinum. FC
Amager formáddi sær lítið fram eftir vøllinum í seinna hálvleiki og
høvdu fáar royndir á málið. Men í seinasta minuttinum av vanligu
leiktíðini bar til. Eitt langt innkast inn í brotsteigin skapti vanda, og
innskifti Thomas Myssing fekk kroyst bóltin í málið. Dysturin
endaði 1-1, og tað mundu teir í FC Amager vera væl nøgdir við.
Klinsmann í øðini
Jurgen Klinsmann, sum er venjari hjá týska stórfelagnum FC
Bayern, er í øðini um gongdina hjá sínum liði. Bayern fekk um
vikuskiftið bert javnleik, hóast liðið var á odda 3-1 seint í
dystinum. - Vit mugu vinna ein dyst, har vit eru á odda 3-1 og
hava stórar kjansir til at gera fleiri mál. Hetta fær meg illan, og vit
mugu viðurkenna, at okkara úrslit als ikki eru tey, sum vit høvdu
roknað við frammanundan, sigur Jurgen Klinsmann.
Endaspurturin var
so dramatiskur
sum sjáldan, tá
ið helmingurin
av teimum seks
málunum vórðu
skorað í tíðini, sum
dómarin hevði lagt
afturat
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Hjá heimamonnunum snúði
tað seg um lív ella deyð í
fremstu fótbóltsdeildini, og
tað sást væl á sinnisstøðuni.
Eftir at Rógvi Jacobsen
beinanvegin eftir hálvleiks-
hvíldina hevði snittað frí-
sparksinnlegg úr vinstru frá
Heðini á Lakjuni í málið og
harvið tvífaldað heima-
leiðsluna, var sannur rómur
millum tey bláu og hvítu.
Í vikuni segðist tað vera
ivasamt, um Rógvi fór at
verða førur fyri at spæla, og
tað varð eisini ivasamt, um
Rodrigo fór at verða førur
fyri at spæla. Brasilski
álopsspælarin var so mikið
væl fyri, at tað var hann,
sum í 1. hálvleiki setti hol
á, eftir at hann hevði sett
krúllin undir innlegg úr
høgru frá Eli Simonsen.
Tað var eisini um reppið,
at hýrurin á heimafólkinum
fór heilt í topp stutt eftir, at
KÍ leiðslan var vorðin 2-0.
Rodrigo og Rógvi vóru tætt
við, og tað tóktist sum um,
at Rógvi hevði økt um
leiðsluna til 3-0, tá ið hann
enn eina ferð við høvdinum
stýrdi bóltin inn um ÍF
málverjan.
Men dómarin kolldømdi
í tí førinum, og so snaraði
gongdin 180 stig, og heima-
áskoðararnir vóru eina lítla
løtu mest sum í koma.
Við skilagóða og stinna
Høgna Madsen á odda og
við Frank Poulsen sum hin-
um eyðsýnda sentrala mið-
vallaranum og Nenad Saric
sum fínum framrættaðum
manni í vinstru settu fugl-
firðingar heimaliðið undir
alt størri trýst, sum kundi
havt borið uppaftur fleiri
enn tvey mál við sær.
Frank Poulsen minkaði
um munin, tá ið hann var
fyrstur á returbólti eftir skot-
roynd frá Atla Petersen, og
sum 2. hálvleikur leið, sótu
og stóðu KÍ áskoðararnir
alt meiri sum á nálum.
Bartal Eliasen varð fluttur
fram í álopi, tá ið Knút Vest-
urtún varð settur inn í mið-
verjuna, og Jákup Mikkelsen
hevði fram ímóti dystarenda,
tá ið KÍ avrikið var alt annað
enn sannførandi, tvær so
meistarligar bjargingar, sum
bara tann besti megnar.
Tá ið vanliga tíðin var
farin, var støðan framvegis
2-1 til heimaliðið, men so
skoraði ÍF, sum var undir-
mannað, tí Fritleif í Lamb-
anum var farin skaddur av
vølli, og harvið tóktist tað
vera veruleiki, at fuglfirðin-
gar høvdu bjargað sær upp
á turt í kappingini um at
sleppa undan niðurflyting,
og at klaksvíkingar vóru
uppaftur meiri tyngdir av
hóttanini av niðurflyting.
Tað sást og hoyrdist á tí,
sum mest av øllum minti
um deyðatøgn.
Men í handavend broyttist
alt aftur. Hitamátarin hjá
klaksvíkingum sprakk úr
botni og heilt upp í hin
endan: Jákup Mikkelsen
sparkaði langt fram, Rógvi
Jacobsen snittaði víðari við
høvdinum,
og
Dagfinn
Olsen bríkslaði fyri brots-
sparki, tí hann metti, at
Knút Vesturtún í ÍF miðverj-
uni hevði spælt bóltin við
arminum. Rodrigo umsetti
trygt úr ellivu metrum.
3-2
og
heimahýrurin
kendist vera í toppi. Tað
mundi hann kortini ikki
vera heilt, tí góða lagið fór
eyka tonn rætta vegin, tá ið
innskifti Kristoffur Jakob-
sen staðfesti rimmar 4-2
heimasigurin.
Uppskriftin upp á KÍ niðurflyting
Lið
Mál
Stig
KÍ
31-38
27
ÍF
31-46
27
B71
26-46
22
KÍ: NSÍ (h), Víkingur (ú)
ÍF: B68 (ú), B71 (h)
B71: Víkingur (h), ÍF (ú)
Um B71 skal bjarga sær, so skulu sandoyingar vinna
báðar sínar dystir, meðan ÍF ella KÍ einki stig skulu
vinna.
Bæði KÍ og ÍF bjarga sær við einum stigi afturat.
KÍ møguleikin fyri at flyta niður er, at klaksvík-
ingar einki stig vinna afturat, at ÍF spælir javnt ella
vinnur á Toftum, at B71 vinnur í Gøtu, og at
sandoyingar í síðsta umfari fara at vinna í Fuglafirði.
ÍF møguleikin at flyta niður er, at ÍF einki fær
burtur úr á Toftum og á Sandi, og at B71 vinnur bæði
á heimavølli ímóti Víkingi og í innanhýsis
botnuppgerðini í Fuglafirði.
KÍ-ÍF 4-2 (1-0):
KÍ av
tindinum
og í dalin
og
uppaftur
KÍ-fagnaðurin var skilliga stórur, tá tað í yvirtíðini eydnaðist at tryggja sær øll stigini móti ÍF
Mynd: Norðlýsið
ÍF
KÍ