Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ] Bæði vildu og royndu - Hetta var ikki ein vanligur dystur, tvey mál innan teir fyrstu fimm minuttirnar er ikki nakað, ið er vanligt fyri nakað av liðunum, segði hann. Men talan var uttan iva um tvey lið, ið veruliga royndu og ynsktu at vinna. Bæði hava nógv at berj- ast fyri og spenningurin er stórur. HB stóðu seg betri í fyrra hálvleiki, men alt gekk ikki sum tað skuldi eftir hálvleiks- steðgin. Tá gestirnir megnaðu at veruliga trýsta teir, men heppið var at einki fór innum. Spurdur um framtíðar- vónirnar hjá HB, so ynsktu teir silvur. Ikki tordi hann at siga at teir livdu uppá vónina, av tí, ið hendi fyri tveimum árum síðan. Mistu konsen- tratiónina Tórður Thomsen segði eisini at hetta vóru nakrir løgnir minuttir, ið dysturin byrjaði við. – Eftir at vera aftanfyri í fyrsta min- utti, so mistu vit kon- sentratiónina, greiddi hann frá. Tó megnaðu teir at javna nakað skjótt og hart stóð á. Sjálvandi ynsktu teir at vinna ein so týdning- armiklan dyst, og hetta sást á spælinum í stóran mun. Men tá síðsta mál- ið kom ígjøgnum, fór luftin úr teimum og ósig- urin gjørdist greiður. Nú er KÍ næst á skránni og farið verður eftir at halda fjórða plássinum. Lagt var upp til eina spennandi avgerð, tá HB tóku ímóti NSÍ í gjár. HB lógu sum nummar tvey, ájavnt við B36 meðan NSÍ liggur aftanfyri heiðursmerkjaplássini við einum stigi. Tó vístu HB seg halda ein sterkari vinnarahug, tá teir megnaðu at fáa heili trý mál móti einum Fótbóltur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Av allar besta fótbóltsveðri var í Gundadali sunnudagin. So at siga eingin vindur og sólin sá. Men heldur tómligt var millum áskoðararnar, hóast dysturin var ein spennandi uppgerð millum føroyameistararnar frá 2006 og teir frá 2007. Líkt var alla tíðina til, at silvurið hekk sum gularótin fyri framman, hjá báðum liðunum. Men tá EB/Streym- ur ikki megnaði at syfta hesa súðu, byrjar gullið at vera í eygsjón hjá HB. Bæði liðini høvdu nógv at berjast fyri, og longu frá byrjan sást tað á spælinum. Í øðrum minutti eydnaðist tað heimaliðnum at leggja fyrsta bóltin í netið, men 1- 0 støðan helt ikki leingi tí longu í fimta minutti eydn- aðist tað Øssuri Dalbúð at javna. Eftir hesar fimm min- uttirnar gjørdist greitt, at her var nógv at koma eftir. Nógvir ónýttir møguleikar Bæði liðini høvdu fingið blóð uppá tonnina, og trýstu skjótt og væl. Men fyrsta veruliga gjøgnumbrotið kom tá Rógvi Poulsen hjá HB legði eitt innlegg frá síðuni, inn í brotsteigin, har Fróði Benjaminsen var klárur við høvdinum og legði heimaliðið framum. Men hetta steðgaði ikki gestunum, ið stutt eftir royndu seg við einum lang- skoti, óheppið einans ein metur yvir málinum. Hóast ikki nógv fólk vóru til dystin, so hoyrdust gleðis- róp, tá sagt var frá, at B36 nú lá tvey mál omaná EB/ Streymi. Fyrru helvtina átti HB, sum um teir kendu vøllin væl betur. Eftir leiðslan gjørdist teirra, á øðrum sinni, birtist álvarin fyri NSÍ’arunum. Trýstið varð lagt á heimaliðið, hart og nógvir møguleikar vóru. Øssur Dalbúð kundi í 32. minuttir endurgjørt bragdið, men tá avtornaði rullaði bólturin út og hann lá frammanfyri málverjanum. HB svarði skjótt aftur, tveir minuttir eftir mundi tað eydnast, men sum ikki eina- ferð stakk bólturin uppum. NSÍ tóku yvir Tá leikararnir komu út vøllin aftur, tyktust NSÍ at vera nakað betri fyri. Havna- mennirnir vóru trýstir heilt aftur á sína hálvu og máttu sum frægast royna at halda vandamiklu gulu gestunum aftur. Størsti møguleiki var uttan iva í 49. minutti har eitt skot frá Károly Potem- ken stakk uppundir tvør- træðið og út til Boga Løkin, ið ikki rakti málið. Jónas Tór Næss royndi seg eisini stutt eftir, men rakti nakað langt av vandaleið. Marcin Dawid í málinum hjá HB hevði úr at gera, tvær ferð lá hann við bóltinum í fanginum á mál- linjuni, men hetta var eisini tað nærmasta NSÍ vóru einum javnleiki. NSÍ fjepp- ararnir sótu sum á nálum, nú klokkan gekk móti ein- um enda. Dirvið hjá NSÍ, ið trýsti HB heilt aftur á vøllin, tóktist at vera fánað, tí heimaliðið byrjaði at royna seg við álopum aftur. Seinasta málið fekk sjálvt onkran NSÍ fjeppara at klappa. Rókur av Fløtum Jespersen, ið varð skiftur inn í 58. minutti, gjørdi eitt einmansavrik inni í NSÍ brotsteiginum, og endaði við at skjóta bóltin uppum og afturum seg, beint í málið. 3-1 støðan tók alla luftina úr NSÍ’arunum, og lítið hendi seinastu fýra minuttirnar. Munur á gularót Sigurin hjá havnaliðunum báðum leggur tey sostætt aftur síðu um síðu á einum 2. plássi. Men nú er enn styttri upp til EB/Streym, ið bara vantar eina stigið, í at gerast føroyameistarar. HB hava 45 stig og tveir sera torførar dystir fyri framman. Fyrsti er um góðar tvær vikur móti B36. Stríðið um silvurið er av álvara hart og komandi dysturin fer allarhelst at avgera lagnuna fyri annað av liðunum. Eftir hetta skulu teir standa sína roynd móti sjálvum EB/ Streymi. Hjá NSÍ gongur ikki eftir vild. Dysturin í dag var sera týdningarmikil fyri teirra vón um eitt heiðursmerkja- pláss, men nú er líkt til at teir fara at berjast um at halda fjórða plássið. Næstu ferð møta teir KÍ á útivølli. NSÍ HB Undirhald fyri allar pengarnar Nøgdir hóast tap Spælarar og venjarar á U19 landsliðnum í fótbólti vóru væl nøgdir við avrikið í EM-dystinum ímóti Sveis í gjár. Føroyska liðið tapti dystin 3-1, men føroyska liðið var væl við í dystinum og kundi við eitt sindur av hepni fingið eitt enn betri úrslit. Klæmint Olsen úr NSÍ skoraði føroyska málið. Í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Hvítaruslandi taptu Føroyar 5-0 ímóti Spania. Triðji og seinasti dysturin verður týsdagin, og tá spæla Føroyar ímóti vertstjóðini Hvítaruslandi. Týskur venjari sekkjaður Nú er fyrsti venjarin í týsku bundesliguni sekkjaður. Tað hevur gingið sera illa hjá Borussia Mønchengladbach í byrjanini av týsku kappingini, og eftir at liðið bert hevur vunnið trý stig í sjey dystum, hevur leiðslan sagt venjaran- um Jos Luhukay úr starvi. Leiðslan í felagnum kom til hesa niðurstøðu, eftir at hava fundast um vikuskiftið. Bogi Løkin í tvídysti við Milan Kuljic. Leikferðin og intensiteturin var í hæddini í Gundadali sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen