Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ] Vinnarar hjá B71 Sum vit søgdu í farnu viku, so vann B71 kappingina í 3. deild við sigri á B36. Ta ferðina eydnaðist okkum ikki at fáa myndina av liðnum, men nú er hendan so komin. Á liðnum seinasta leygardag vóru standandi frá vinstru: Jónsvein Bærentsen, Ebbe Kristin Thomsen, Jógvan Vest, Símin Jensen, Kristoffur Vidtfeldt, Julian Thomsen, Torbjørn Jensen(venjari), Eli Hentze og Johannes Jensen. Húkandi eru Hans Hildibjart Winther, Ásmund Zachariassen, Jón Koytu Petersen, Petur Petersen, Hendrik Juul, Kári Sørensen(leikandi venjari), Meinhard Winther. Eina løtu var Skála á sigurskós, og sigursmálið til 2- 1 til Víking var brotsspark, meðan skálamenn skoraðu útjavnandi málið í egið net Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir vóru verdugir og sinni­ ligir. Men tað var eingin ivi um, at tað neit í mønu og merg hjá spælarum og ábyrgdarpsersónunum og hjá trúgvu stuðlunum, tá ið tað eitt sindur áðrenn klokk­ an fimm seinnapartin í gjár varð greitt, at Skála ikki verður partur av bestu deild­ ini í 2009. Skála legði á heimavølli rygg til 2­1 tap ímóti Vík­ ingi, og harvið er tað hag­ talsliga ikki møguligt hjá Skála at røkka hægri enn næstaftasta plássið. Tí er niðurflytingin staðfest und­ an tveimum teimum síðstu umførunum. 1. hálvleikur var ikki so ógvuliga lívligur. Skála vísti størri vilja enn mót­ støðumenninir, sum meiri ella minni tykjast hava tikið til eftirtektar, at endastøðan hjá teimum verður niðanfyri heiðursmerkjaplássini og kanska eisini niðanfyri mið­ strikuna. Geza Turi bjargaði tíðliga frísparksroynd frá Poul N. Poulsen til horna, og eftir hornasparksinnleggið sendi liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen við høvdinum bóltin upp um málið hjá Víkinga málverjanum. Leiðslumálið, sum kveikti lítla vón um, at tað kanska fór at eydnast at sleppa burtur úr annars meiri ella minni vónleysu støðuni, skoraði Skála lítla løtu eftir steðgin. Skála legði bragdliga fyri eftir hvíldina, og tá ið stóripinnur hevði verið tríggjar ferðir runt, skoraðu teir eftir hornasparksinnlegg. Bogi Gregersen, sum hevur verið væl upplagdur, síðani hann í summar aftur fór at hjálpa til, smekkaði til, eftir at bólt­ urin var komin út frá, og bólturin sang í netinum aftanfyri Geza Turi. Skála kom ikki nærri bjargingini enn tepru leiðsl­ uni. Eftir skotríðu var Pætur Dam Jacobsen so óheppin, at hann við høvdinum snitt­ aði bóltin upp um Predrag Markovic í Skála málinum. So stóð á jøvnum, og Vík­ ingur skoraði sigursmálið við brotssparki, sum mið­ vallarin Sam Jacobsen umsetti til mál. Tá ið dómarin hevði bríksl­ að fyri síðstu ferð, fegnaðust teir ljósa bláu um sigurin og tey trý stigini, men tað var ikki sørt, at tað eisini kendist sum um, at teir høvdu ilt av mótstøðumonnunum, sum teir ikki fara at hitta næsta kappingarár. Formaðurin Bergur Højgaard sigur seg rokna við, at tað verður við nýggjum stuðulsspælarum, at Skála skjótt verður aftur at síggja í fremstu røð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var um hesa tíðina í 2001, at tað gjørdist greitt, at Skála fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldi verða part­ ur av bestu fótbóltsdeildini. Skála vann næstfremsta plássið í næstbestu deildini, og tað bar við sær, at Skála skuldi spæla um eitt pláss í bestu deildini. Mótstøðuliðið var B71, sum var endað á næstaftast í bestu deildini. Í morgin fyri sjey árum síðani vann Skála 4­1 á Sandi, og 13. oktober varð plássið í bestu deildini staðfest á Skála, har tað ikki var nóg mikið hjá B71 at vinna 1­0. Síðani hevur Skála verið partur av bestu deildini. Í 2002 endaðu skálamenn á 8. plássi, og í 2003 vóru teir nummar níggju. Tá var neyðugt við endaspæli ímóti TB, áðrenn tað varð greitt, at Skála væl og virði­ liga hevði varðveitt plássið í deildini. Í 2004 vann Skála fyri fyrstu ferð heiðursmerkir, tá ið liðið endaði á triðja plássi. Undan 2005 kappingarárin­ um var áhugaverda og hug­ flogsríka Skála liðið av mongum mett at vera møgu­ leiki fyri at vera við í topp­ stríðnum, og tað var um reppið, at Skála vann FM í 2004. Um marginal dómara­ avgerð eitt góðveðurskvøld í Runavík hevði verið øðr­ vísi, so hevði Skála ivaleyst verið meistari. Nú er hetta søga. Í 2006 varð Skála nummar sjey, í fjør nummar seks, og uttan mun til um Skála í ár verður aftast ella næstaftast, so verður luturin í 2009 at vera partur av næstbestu deildini og harvið at stríðast fyri at vinna plássið í Formula deildini aftur. Bergur Højgaard er for­ maður í Skála Ítróttarfelag. Hann heldur, at tað hevur havt alstóran týdning fyri spælararnar, felagið, við­ haldsfólkini og bygdirnar, sum stuðla felagnum, at liðið hevur verið við til at seta dám á fremstu fótbólts­ deildina. Skála er flutt niður, men skálamenn ætla sær aftur at gerast partur av bestu deild­ ini. Tað kann væl vera, at fleiri av teimum, sum øll árini hava verið við til at mynda liðið, eisini fara at spæla næstu árini, men for­ maðurin heldur, at tað kann roknast við, at eitt nýtt ættar­ lið fer at verða við til at mynda liðið: ­ Teir, sum higartil hava verið í fremstu røð, hava verið við í mong ár, og onkr­ ir teirra eru givnir, og aðrir fara ivaleyst at repa seglini, hóast teir fara at spæla í eitt og vónandi fleiri ár afturat. Men vit kvíga ikki fyri fram­ tíðini, tí vit eiga fleiri dugna­ ligar og evnaríkar spælarar í bæði unglingadeildini og dreingjadeildini, sigur Skála formaðurin. Annan sunnudag fer Skála at fáa vitjan av EB/ Streymi, sum stríðist við at fáa fyrsta FM heitið til høld­ ar, og tað verður í Runavík, at Skála leygardagin 25. oktober fer at siga farvæl við Formula fótbólt – í hesum umfarinum! Nýtt ættarlið skal bera Skála fram aftur Skála-Víkingur 1-2 (0-0): Víkingar sendu Skála niður Pætur Dam Jacobsen, liðskipari, og John Petersen, venjari, máttu ásanna, at Sølvi Vatnhamar og Víkingur ikki vóru til at syfta. Og so er niðurflytingin hjá Skála veruleiki Mynd: Jóannes Poulsen Víkingur Skála