Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ] Faðir og sonur á sama liði Tað hoyrir til undantøkini, men veruleikin er, at Kyndil í løtuni hevur eitt feðgapar á vøllinum, tá spælt verður. Jónleif Sólsker er við sínum 42 ár ein av veruligu veteranunum hjá Kyndli, og hann ætlaði sær neyvan at spæla við sjálvur, nú næsta ættarliðið er um at taka yvir. Millum spælararnar hjá Kyndli er nevnliga eisini Andreas Sólsker, sum í fleiri ár hevur givið lyfti um, at hann verður ein av komandi stuðulsspælarunum hjá Kyndli. Øll ungdómsárini hevur hann eisini spælt við 5-talinum hjá pápanum, sum í løtuni má hann so taka til takkar við 2-talinum, tí so leingi, sum Jónleif spælir, hevur hann ikki ætlanir um at sleppa 5-talinum. Blackpool fekk javnt uttan Claus Claus Bech Jørgensen, sum hevur verið fastur maður á liðnum hjá Blackpool, var ikki við um vikuskiftið orsaka av einum skaða. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Cardiff í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, og dysturin endaði við javnleiki. Cardiff legði seg á odda í seinna hálvleiki, men Blackpool javnaði seint í dystinum og bjargaði sær harvið eitt stig. Kyndil er í løtuni langt frá vanligari styrki, og tí hevði Neistin lætt spæl í grannauppgerðini á Hálsi Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við tapinum í Vestmanna fekk Neistin ikki ta byrjan, sum teir høvdu ætlað sær í manskappingini í hondbólti. Hetta skuldi rættast sunnudagin, tá grannaupp- gerð var móti Kyndli, sum í løtuni er rættiliga langt frá teirri styrki, sum grøni búnin vanliga borgar fyri. Ein løtu megnaði Kyndil kortini at fylgja við teim- um bláu, men orkan tóktist ikki vera til hondbólt við fullari ferð í 60 minuttir. Seinastu løtuna undan steðginum slapp Neistin nevnliga avstað, tá teir skutu fimm mál á rað, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kyndil megnaði ongan tíð at minka hendan munin aftur, og so kann Neistin spakuliga byrja at hyggja longur upp eftir á stigatalvuni, har tað enn bert eru tvey stig, sum resta, áðrenn fult samband er við ovastu liðini. Hjá Kyndli ræður hin- vegin einamest um at finna sær nýtt grundarlag at byggja liðið á. Tí hóast Jónleif Sólsker og Bárður Johannesen eru framúr hondbóltsspælarar, so kunnu heldur ikki teir renna undan navnabrævinum. Báðir gearaðu teir niður til hugnabólt fyri skjótt fleiri árum síðani, og tað eigur eitt somikið stórt felag sum Kyndil eisini at loyva teim- um at gera. Neistin-Kyndil 33-26 (16-12): Lættur grannasigur Hans Áki Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Kyndli hava havt ilt við at fóta sær fyrstu umførini, og í løtuni tykist Kyndil leita eftir einum nýggjum grundvølli at byggja liðið á Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-Kyndil 33-26 (16-12) 10 min: 6-6 20 min: 11-9 40 min: 23-18 50 min: 28-20 Málskjúttar Neistin: David Edvardsen 7, Jugoslav Djumic 5, Tróndur Kragesteen 5, Finnur Hansson 5, Blagoje Buha 4(1), Karl Herup Olsen 4, Áki Mørk 3 Kyndil: Jónleif Sólsker 7, Bárður Johannesen 7(1), Andreas Sólsker 3, Rói Lamhauge 2, Kenn Zachariassen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2 (1), Tummas Pauli Hanusarson 2, Hans Arni Thomsen 1 Brotskøst: Neistin 2, Kyndil 4 Útvísingar: Neistin 2, Kyndil 1 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA um dystin Vestmenningar halda framvegis fast um sína støðu sum ósigrað oddalið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn er hondbóltskappingin bert tvey umfør gomul. Men tað skerst ikki burtur, at VÍF hevur fingið eina góða byrjan. Og nú teir eis- ini eru farnir at vinna úti- dyst móti StÍF, er støðan slettis ikki so galin. Júst í høllini á Skála hev- ur mansliðið hjá VÍF annars havt tað serstakliga trupult seinasta 10-ára skeiðiið, og hóast StÍF í ár er viknað, so var ikki so nógv, sum bendi á, at VÍF skuldi enda óndu ringrásina leygardagin. StÍF helt nevnliga fast um dystin fyri steðgin, og tá bæði Sámal og Agnar Joensen misnýttu hvør sítt brotskast, mundu fleiri halda, at frúgvin Fortuna enn eina ferð fór at smílast til StÍF í hesi uppgerðini. Eftir steðgin kom tó vend í. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki skræddi VÍF seg leyst, soleiðis at ein trý mála stór leiðsla varð vunnin. Tað var tó framveigs um reppið, at StÍF javnaði. Sein- astu fýra minuttirnar eydn- aðist als ikki hjá VÍF at skora, men StÍF misnýtti brotskast, tá góður minuttur var eftir, og so munaði lítið, at Mortan Hansen við trim- um málum á rað royndi sítt. Stigini fóru úr høllini, og VÍF er saman við H71 ovast í fremstu mansdeildini í hondbólti. StÍF-VÍF 23-24 (12-10): So vann VÍF á Skála StÍF-VÍF 23-24 (12-10) 10 min: 3-5 20 min: 6-7 40 min: 15-16 50 min: 17-20 Málskjúttar StÍF: Rúni Johannesen 7(5), Alexandur Johansen 4, Mortan Hansen 4, Kári Horn 3, André F. Dani- elsen 2, Hávardur Trýgvason 2, Borgar Danielsen 1 VÍF: Niels Andreasen 6, Agnar Joensen 5, Áki Olsen 4(1), Rúni Joensen 4, Sámal Joensen 2, Áki G. Olsen 1, Karl Johan Djurhuus 1 Brotskøst: StÍF 6, VÍF 3 Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA um dystin H71 helt fast um støð­ una sum ein av fav­ orittunum, men koll­ firðingarnir argaðu tó leingi, tá liðini hittust sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍF hevur helst leiklutin sum eitt av liðunum, sum fer at stríðast í niðaru hálvu av stigatalvuni í vetur.Tann leiklutin hava kollfirðingar- nir so ofta havt, men eins ofta hevur KÍF prógvað, at teir væl og virðiliga kunnu arga flestu av ovaru støddu liðunum. Og soleiðis var eisini sunnudagin. H71 hevði við stórsigri í fyrsta umfarinum givið til kennar, at teir veru- liga meina tað í álvara í ár, og tí stóð púrasta greitt, at talan hesa ferð var um ein dyst, sum hoyvíkingar ætl- aðu sær at vinna uttan stór- vegis hóvasták. Men teir høvdu so ikki roknað við kollfirðingum í hesum. KÍF bardist nevnliga manniliga, og teir hildu fast í H71 allan fyrra hálveik. Beint undan steðginum megnaðu teir enntá at toga seg burtur frá, men H71 svar- aði eins skjótt aftur, tá farið varð undir seinna hálvleik. Her eydnaðist nevnliga bara KÍF at skora tvær ferðir fyrsta korterið, og so kundu teir á heimaliðnum veruliga gera sær dælt. Hóast talan ikki gjørdist um nakran stór- sigur, so bygdu hoyvíkingarnir sær eina leiðslu, sum koll- firðingarnir ongan tíð veru- liga megnaðu at vinna aftur. Onkra løtu varð munurin minkaður niður í tvey mál, men nærri enn tað sama komu gestirnir tó ikki. H71-KÍF 28-24 (13-14): Kollfirðingar argaðu Talan var um sera tættan dyst, har báðir partar stríddust av øllum alvi Mynd: Álvur Haraldsen H71-KÍF 28-24 (13-14) 10 min: 4-4 20 min: 8-8 40 min: 18-15 50 min: 23-19 Málskjúttar H71: Esbern Patursson 6, Halgir Dahl Ole- sen 5(1), Niels Viggo Niclassen 4, Dánjal Tórgarð 4, Janus Sørensen 3, Danni Syhler 3, Hans Kári Hansen 2, Christian Eli Zachariassen 1 KÍF: Niklas Reginsson 9(2), Rógvi Weyhe 5, Jákup Trúgvason 3, Ingi Johannesen 2, Teitur Joensen 2(1), Tony Weyhe 1, Regin Petersen 1, Ási Dam 1 Brotskøst: H71 1, KÍF 5 Útvísingar: H71 3, KÍF 1 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin