mánadagur 6. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 191 - 6. oktober 2008 ]
Við tveimum málum
fekk Torres Liverpool
við aftur í dystin, og
við einum uppleggi
syrgdi hann fyri, at
Liverpool vann á Man
chester City og harvið
eigur fremsta sessin
í Premier League
saman við Chelsea.
Í hølunum á mætu
stórfeløgunum eru
uppflytararnir Hull
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tá Fernando Torres stutt
inn í seinna hálvleik í
dystinum ímóti Manchester
City minkaði um munin,
var tað í mangar mátar eitt
umráðandi mál. Hann skap
ti eina vón um, at dysturin
var alt annað av avgjørdur
– og Fernando Torres skuldi
vísa seg at fáa rætt.
Men málið var eisini
umráðandi og merkisvert í
aðrar mátar. Tað var nevni
liga mál nummar 1000 hjá
Liverpool í Premier League.
Harumframt syrgdi Fern
ando Torres við málinum
fyri, at hann saman við
kekkiska
Patrik
Berger
gjørdist
tann
útlendski
leikarin, ið hevði skotið
flest mál fyri Liverpool í
Premier League.
Stívliga eitt korter seinni
gjørdi
Torres
enn
eitt
merkisvert mál, tá hann við
høvdinum javnaði til 22
fyri Liverpool. Einki ser
stakt var við sjálvum máli
num, men við tí fór hann
framum Patrik Berger, og
skrivaði seg harvið inn í
søgubøkurnar í Liverpool
sum teirra mestskorandi út
lendingur í Premier League
– 29 mál.
Í yvirtíðini var Torres
aftur framvið. Tá átti hann
uppleggi til málið, sum
Dirk Kuyt setti í netið.
Harvið
hevði
spanski
áleyparin hjá Liverpool ein
fót við í øllum trimum
málunum hjá Liverpool.
Ein staðfesting av hansara
týdningi fyri Liverpool, og
ein staðfesting av, at hann
er ein leikari í heimsflokki.
Heldur áfram
frá í fjør
Ævintýrið um »El Niño«,
ið Fernando Torres verður
róptur og sum merkir barn
og sipar til, at hann bæði
sær ógvuliga ungur út, og at
hann ikki var meiri enn 16
ára gamal, tá hann spældi
sín fyrsta dyst fyri Atletico
Madrid.
Trý ár seinni, sum 19 ára
gamal, gjørdist hann lið
formaðurin fyri Atletico
Madrid. Hetta var í 2003 og
sama ár spældi hann eisini
sín fyrsta landsdyst. Á sum
ri í 2007 skifti Fernando
Torres til Liverpool. Tá
hevði hann skotið 82 mál í
214 dystum fyri Atletico
Madrid.
Fyrsta kappingarár hans
ara í Liverpool var ein stór
succés. Hann gjørdi 24 mál
í Premier League og var
somuleiðis Liverpool ein
góður maður í Champions
League. Higartil í ár hevur
hann gjørt fimm mál í
Premier League, og tað
hava bara Jermain Deffoe
og Amr Zaki eisini megnað.
Við øðrum orðum heldur
fram við góðu gongdini frá
í fjør.
Chelsea og United
vunnu trygt
Tað sama kann ikki sigast
um Christiano Ronaldo.
Eftir fantastiska kappingar
árið í fjør, har hann gjørdi
31 mál í Premier League,
varð hann skurðviðgjørdur,
og enn hevur hann ikki nátt
somu hæddum sum í fjør.
Kviki portugisin legði tó
upp til seinna málið á
Ewood Park, har Manchester
United vann 02 á Black
burn. Málini gjørdu Wes
Brown og Wayne Rooney.
Eisini Chelsea vann 20,
tá teir á heimavølli tóku
ímóti Aston Villa. Joe Cole
og Nikolas Anelka gjørdu
málini. Harvið eru teir
fremstir í Premier Leauge
við 17 stigum. Tað sama
hevur Liverpool, sum tó
ikki hevur gjørt heilt so
nógv mál sum Chelsea.
Og tað man neyvan koma
heilt óvart á tey flestu, at
tað Chelsea er fremst. Hin
vegin er tað púra óvæntað,
at Hull, sum ongantíð áður
hevur spælt í bestu ensku
deildini, liggur á triðja
plássi.
Gamla felagið hjá Juliani
Johnson basti um vikuskiftið
Tottenham, sum í mun til
Hull City hevur fingið eina
vanlukkuliga byrjan upp á
kappingárið. Einans tvey
stig hevur stóra felagið úr
London fingið útav 21
møguligum, og tískil liggur
Tottenham aftast í Premier
League.
Torres heldur
Liverpool í oddinum
Eftir málini frá Torres um vikuskiftið hevur venjarin hjá
Liverpool, Rafael Benitez, sagt, at tað eru nógvir góðir spælarar
runt í heiminum, men eingin er betri enn Torres
Mynd: Polfoto
Everton - Newcastle
2-2
Tottenham - Hull
0-1
Manchester City - Liverpool
2-3
Portsmouth - Stoke
2-1
Chelsea - Aston Villa
2-0
West Ham - Bolton
1-3
Blackburn - Manchester United
0-2
Sunderland - Arsenal
1-1
West Bromwich - Fulham
1-0
Wigan - Middlesbrough
0-1
Úrslitini í Premier League hetta vikuskiftið
Chelsea 17
Liverpool 17
Hull 14
Arsenal 13
Aston Villa 13
West Ham 12
Portsmouth 12
Manchester United 11
West Bromwich 10
Blackburn 10
Manchester City 9
Middlesbrough 9
Wigan 8
Sunderland 8
Everton 8
Bolton 7
Fulham 6
Newcastle 5
Stoke 4
Tottenham 2
Støðan í
Premier League
Christian Høgni staðfesti AB-sigur
Føroyski landsliðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen endurfann máltevið í Gladsaxe í
gjár. AB vann heimadystin ímóti Roskilde 20. Støðan í hálvleikinum var 00, men í 2.
hálvleiki bragdaði hjá akademikarunum, og 2. hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so
hevði Poul Hubertz lagt AB á odda 10. Tá 8 minuttir restaðu av dystinum staðfesti Christ
ian Høgni Jacobsen sigurin hjá AB til endaliga úrslitið, 20 til AB. Tað eru nøkur umfør
síðani, at Christian Høgni skoraði fyri AB, men hann valdi sær løtuna væl, nú tá Eysturríki
kemur á vitjan í HMundankappingini. AB er nr. 2 í Viasatdeildini við 19 stigum, og liggur
soleiðis til uppflyting. Viborg er fremst við 22 stigum. Thisted hevur 18 stig.
Reytt hjá Laudrup
Eins og tað var galdandi fyrstu dystirnar í
Getafe, so hava reyðu kortini hug at fylgja
Michael Laudrup, sum nú er venjari hjá
Spartak Moskva. Um vikuskiftið tapti
Spartak 10 móti Krylya, og Spartak
endaði dystin við 9 monnum móti 11. –
Eg hevði ávarað spælararnar í steðginum,
men teir lurtaðu eftir øllum at døma ikki
nóg væl, sigur Michael Laudrup við
danska EkstraBladet.
Møguleiki fyri tí
ómøguliga
HB lúrir, og hugsanin um, at tað skal
bera til hjá EB/Streymi at missa FM
heitið, er væl meiri møgulig nú, enn
hon hevur verið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spádómurin hjá okkum um, at EB/Streymur fór
at verða meistari á mikkjalsmessu, er gjørdur til
skammar. Spenningurin er varðveittur, og nú
verður tað ikki fyrrenn um tvær vikur og eftir at
Eysturríki hevur vitjað, at svar fæst uppá, um
tað fer at bera til at annað felag enn EB/Streymur
verður meistari.
Í 2006 framdi HB bragdið at gera tað
ómøguliga møguligt. Tá misti EB/Streymur FM
heitið á stokkinum. Eftir at B36 við tíggju
monnum í gjár vann málríku uppgerðina í
Streymnesi, er møguleiki fyri, at annað av
havnarfeløgunum fer at vinna FM heitið, sum
tað síðani eina ferð tíðliga í summar hevur verið
upplagt, at EB/Streymur fór at vinna.
Avgerðin er framvegis í hondunum á
oddaliðnum. Um EB/Streymur annan sunnudag
á útivølli megnar í minsta lagið javnleik ímóti
nú niðurflutta Skála, so er FM heitið tryggjað.
Um tað ikki eydnast á Skála, so verður nýggjur
FM møguleiki um tríggjar vikur, tá ið HB fer at
vitja við Margáir.
Tað kann væl vera, at havnarfeløgini annan
sunnudag fara at spæla FM heitið upp í
hendurnar á EB/Streymi. Tað gera tey, um
lokaluppgerðin í Gundadali í 26. umfari endar
við javnleiki.
Um HB fær fult ímóti B36, og um EB/
Streymur einki fer at fáa burtur úr á Skála, so
verður FM finala millum EB/Streym og HB í
27. umfari, og tá fer tað at bera illa til annað
enn at rokna HB at verða FM favoritt.
Treytin fyri FM møguleikanum hjá B36 er, at
B36 vinnur á HB og B68, at EB/Streymur einki
fær burtur úr Skála vitjanini, og at HB í síðsta
umfari fer at vinna í Streymnesi.
Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, men tað
skal valdast gummibein og sálarlig rangstøða,
um tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna eitt
stig á Skála.
Eftir 25. umfar bendir alt á, at Víkingur er
fokin í heiðursmerkjastríðnum. NSÍ er eisini
við at detta niður ímillum, og Skála er flutt
niður.
Hvussu
tað
verður
við
seinna
niðurflytingar plássinum er framvegis óvist,
men B71 er favorittur at missa plássið í
Formuladeildini.