Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 6. oktober 2008 31 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 ”... Alt sum væl verður talað um, ein og hvønn heiður og eina og hvørja dygd. Hugsi um hetta.” Hetta er eitt av mammusa yndis bíbliubrotum og kanska kjarnan í hennara lívsfilosofi. Lívið bjóðar okkum so mangt, men tað er ikki líka mikið, hvat vit velja at fokusera á. Karin Jacobsen er dóttir Durid og Frimodt Rasmussen. Durid var ættað úr Norðdepli, og Frimodt vaks upp í Grótinum í Klaksvík. Karin eigur fýra systkin, Grím, Magdalenu, Áslu og Jógvan Júst. Í 1969 giftist hon Magna Jacobsen, son Monu og Jósef Jacobsen av Ziskatrøð í Klaksvík, og eiga tey trý børn, Dorit Hansen, Johnny í Grótinum og Jósef Jacobsen umframt seks ommu- og abbabørn. Tað sigst, at persónsmenskan verður grundfest tey fyrstu tvey árini av lívinum. Mamma varð fødd í einari optimistiskari tíð og kom sum eitt ynskibarn hjá ommu og abba, sum høvdu verið atskild alt kríggið, men nú høvdu bygt sær snotilig hús í Grótinum. Hon hevði ein 10 ár eldri beiggja, sum uttan iva var glaður at fáa eina fitta lítlasystur. Lívið var gott, og lítla Karin fekk alt gott í beini. 18 ára gomul flutti hon til Danmarkar at læra til laborant. Lærdómur var høgt í metum hjá ommu og abba. Omma hevði gingið á háskúla og abbi kom úr einum heimi, har øll børnini vórðu eggjað at fáa sær útbúgving. Men stutt eftir at unga Karin byrjaði í læru, gjørdist mamma hennara deyðasjúk av krabbameini. Karin kom heim, og tá mamman doyði, ynskti hon ikki at fara niður aftur, tí hon hevði yngri systkin. Pápin vildi tó ikki hoyra talan um, at hon gav upp. Hon hevði evnir og skuldi hava eina útbúgving. Tey seinastu 39 árini hevur mamma arbeitt sum laborantur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon hevur altíð verið glað fyri sítt arbeiði og trívist í kenda umhvørvinum í heimbýnum. Altíð velur hon at hugsa um tað jaliga. Sjálvt tá kreppan rakti á føðingardegi henn- ara, 6. oktober 1992, og almenna lønin varð sett niður við átta prosentum, samstundis sum alt virksemi í byggivinnuni hvarv, misti hon ikki móti. Babba flutti til Danmarkar at arbeiða sum málari, meðan hon helt skansan heima. Tað eru ikki jól, uttan at mamma er jólamaður, og ikki ein føsta, at hon ikki gongur grýla. Lad os leve, mens vi lever, plagar hon at siga. Og skapanargleðin sást aftur í málningum, bundnum pløggum, garvaðum skinnum, leirlutum og stórum urtagarði. Tá ævinleikin liggur í Guds hondum, er tað sambært mammu eingin grund at dvølja í sorg og stúran. Í bókini, Okkara Millum, skrivar hon um, hvussu hetta gav henni styrki, tá krabbameinssjúkan rakti hana sjálva.Tillukku mamma og takk fyri alt. Vit gleða okkum til veitslu sunnudagin klokkan tvey. Dóttir tín Karin Jacobsen 60 ár Dagurin 7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu við hesum navni, men navnið er einaferð komið í álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta úr Vadstena í Svøríki (1302-1373). Ein halgisøga sigur, at Pippingur (abbi Karlamagnus) vildi hava Amaliu til hjákonu, men hon vildi ikki játtast honum og gav seg í kleystur, har hon doyði í 772. Navnið er kanska gotiskt, og merkir íðin. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi, beiggi og svágur Karl Smidt Jensen vanliga róptur Skraddarin, andaðist í heiminum 3. oktober, 82 ára gamal. Kórseting verður í Fríðrikskirkjuni mánakvøldið, 6. oktober klokkan 18.00. Jarðarferðin verður týsdagin 7. oktober, klokkan 14.00. Vegna tey avvarðandi Malla Ein MB’ari vildi helst sagt, at AB og Aganevndin stjólu uppflytingina frá teimum. 28/9 leiktu Skála – AB 2. deild dyst á Skála. Dyst- urin endaði 2-2, og vóru AB tí sera vónbrotnir. Teir høvdu als ikki væntað hesa mótstøðu frá botnliðnum av Skála. Í røttum ítróttar- anda varð tí leitað eftir onkrum, ið kundi bjarga hesari støðu, og bjargingin varð funnin. Í 87. minutti skifti Skála sjómannin Kjell Johansen inn, og hes- in gjørdist bjargingin. Tað vísti seg, at sjálvt um Kjell alt lívið hevur leikt við barndómsfelagnum Skála, so er hann av einihvørjari orsøk ikki skrásettur hjá FSF. AB kærur tí til Aga- nevndina, sum dømir Skála at tapa dystin. Øll vita, at fleiri leikarar í bæði 2. og 3. deild ongan- tíð eru komnir við í nýggju skrásetingina hjá FSF. Í fleiri ár kláraði FSF ikki at dagføra hesar listar. Nú royna feløgini at gera tað; men tað eru nógvir eldri leikarar, ið bert spæla onkr- an dyst, sum eru dotnir nið- ur ímillum og eru ikki við. Tí kann næstan hvør dystur kærast í teimum lægru vaksnamannadeildunum. At AB kærir um hesa skráseting undrar meg alsamt; tí í áðurnevnda dysti hevur AB eisini tveir leikarar, ið ikki eru við í skráseting FSF’s. Hvørki nr. 1 Fríði Jacobsen ella nr. 12 Teitur Olsen eru á listan- um hjá AB í skrásetingini hjá FSF? Afturat hesum undrar tað meg, at ítróttarandi á Argj- um hevur skift so drastiska kós, bert fyri at vinna sær heiðursmerkir. Hetta hevði ikki verið gjørt undir gamla leiðaranum. At Aganevndin kemur til sína niðurstøðu, undrar meg heldur ikki. Hesin dómstólur, ið varð settur fyri tveimum árum síðan, hevur síðan útmerkað seg við, eftir míni hugsan, sera vánaligum arbeiði. Tey hava víst sera lítið altlit til tað ítróttarliga, bert para- graffir eru brúktar. Sær út sum øll mál verða skund- aði ígjøgnum; tí nevndin ger lítið kanningararbeiðið. Í hesari kæru átti Aga- nevndin, at sett onkran at hugt dómaraseðilin ígjøg- num. Eru allar skrásetingar í lagi. Haldi ikki at dómurin er rættur! Bæði liðini hava brotið seg ímóti skráseting. FSF eigur heldur ikki at verða frítikið, tí tað er FSF, ið setur hesa nevndina. Aganevndin hevur ferð eft- ir ferð gingið ímóti manna- gongdum hjá FSF. Antin eigur hendan nevnd at fáa reyða kortið, ella noyðist FSF at gera sínar mannagongdir soleiðis, at tær fylgja Aga- nevndin. Á Skála eru vit sera kedd av, at hettar rakti MB meira enn okkum. Vit kunnu liva við einum tapi; meðan MB hevur fingið oyðilagt eitt heilt ár. Við ítróttarkvøðu. Aganevndi gav silvur og uppflyting til AB Hans jákup andreasen viðmerkingar