Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 191 - 6. oktober 2008 lýsingar Við hesum verður lýst eftir fólki til KT-tænastuna hjá Fróðskaparsetri Føroya at byrja skjótast gjørligt. Setrið er í vøkstri, KT-kervið og krøvini til hetta er í støðugum vøkstri og upp- gávurnar gerast alsamt fleiri og meiri fjølbroyttar. Tískil hava vit nú brúk fyri einum fjøltáttaðum KT-fólki við denti á kunnleika til nútímans webtøkni. Starvið fevnir fyrst og fremst um menning og dagligt viðlíkahald av heimasíðuni www.setur.fo. Umsitarin skal røkja síðuna í neyvum samstarvi við úrvald starvsfólk á ymsu deildum Setursins. Fyrimun hava umsøkjarir við góðum førleika í grafikk-fram- leiðslu og myndaviðgerð og við royndum við CMS-skipanum. Eisini hevur KT-Tænastan ymiskar menningar-verkætlanir í umbúna og fólkið, ið verður sett í starv, skal eftir førimuni eisini taka lut í hesum arbeiði. Grundleggjandi kunnleiki til arbeiði við nøkrum av fylgjandi: ASP, . NET, PHP, Perl, SQL, XML, XHTML, AJAX verður væntað av umsøkjara. Harumframt kann roknast við onkrum uppgávum í samband við tann dagliga raksturin av Traðarnetinum. Hevur tú onkran spurning um starvið, er tú vælkomin at senda teldupost til Óla Simonsen KT-leiðara, á olis@setur.fo. Eisini ber til at ringja til Óla í vanligari arbeiðstíð á 352570. Umsókn við CV og prógvi um við- komandi útbúgving og/ella royndir skal sendast til: Fróðskaparsetur Føroya ATT: KT-starv J.C. Svabosgøta 14 FO-100 Tórshavn Freistin at søkja er mánadagin 13. oktober 2008. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Starvslýsing: WEB-HØGGUSLOKKUR KT-tænastan á Fróðskaparsetri Føroya leitar eftir fyrstafloks web-høgguslokki KT-tænastan er deild hjá Fróðskaparsetrinum beinleiðis undir setursfyrisitingini, sum er dagliga leiðsla stovnsins. Tænastan hevur dagliga raksturin av Traðarnetinum um hendi; Traðarnetið er dátunetið hjá undirvísingar- og granskingarstovnunum á Debesartrøð, og veitir stovnunum ymsar tænastur, so sum Internet-atgongd, firewall, virusverju, teldupost-ambætara, fílugoymslu, webhotell, backup, undirvísing, ráðveging o.a. Undirstøðukervið á okkara neti byggir m.a. á Cisco, Novell, VMware, Linux og Windows. Tórshavnar kommuna Sambært § 37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum. Valið fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja. Á býráðsvalinum 11. november 2008 kunnu sostatt veljast 3 limir í ávikavist Hvítanesnevnd Tórshavnar býráðs Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs Kollfjarðarnevnd Tórshavnar býráðs Kirkjubøar/Velbastaðarnevnd Tórshavnar býráðs Hest/Koltursnevnd Tórshavnar býráðs Nólsoyarnevnd Tórshavnar býráðs Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak/Kaldbaksbotni, í Kollafirði, í Kirkjubø/Velbastað/ Syðradali, í Hesti/Koltri og í Nólsoy hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til býráðsvalið. Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 21. oktober 2008, kl. 18.00. Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga verða lýstur við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Tíð og stað fyri valið verður kunngjørt seinri. Kunngerð Tórshavnar kommuna Til býráðsvalið 11. november 2008 í Tórshavnar kommunu eru allir vallistar til øll atkvøðustøðini í kommununi til skjals í Snarskivuni frá 14. oktober til 28. oktober 2008. Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast valnevndini í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin. VALLISTAR Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? ...fá meira fyri einki! Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!