Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 161 - 23. august 2001 Nr. 161 - 23. august 2001 3 Hjúnini Graham og Anne Evans komu í veruligt óveður á leiðini úr Íslandi til Onglands. Báturin fekk skaða, men vindurin førdi tey til Føroya, her tey hava verið seinastu tvær vikurnar. Nú bíða tey eftir nýggjum bumm- um til mastrarnar, men vóna at sleppa úr Klaksvík um viku- skiftið SJÓFERÐ Eyðun Klakstein Seinastu tvær vikurnar hev- ur ein útlendskur bátur lig- ið við kai í Klaksvík. Um- borð eru eini ensk hjún – hann er lækni, hon er radiografur – sum eru strandað í Føroyum, eftir at bátur teirra fekk skaða í ill- veðri í ein útnyðring úr Føroyum. – Tað kundi havt verið verri statt, men tíbetur høvdu vit vindin í ryggin, tá vit brutu báðar bumm- arnar í illveðri. Vit fingu ikki brúkt tey stóru seglini, og vit hava bara ein lítlan motor, sum ikki hevði klár- að at siglt ímóti nógva vindinum, greiðir Anne Evans frá. – Vit vóru noydd at fara hagar, sum vindurin tók okkum, og vit høvdu einar 100 fjórðingar til Føroya. Nú liggur Fyne Spirit, sum er 39 fót seglbátur undir liðini á Draganum á Stongunum í Klaksvík. Har hevur báturin ligið seinastu tvær vikurnar, men nú røk- ist fyri, at tey sleppa avstað aftur. – Vit bíða eftir at fáa nýggjar bummar úr Eng- landi, og teir verða her fríggjadagin. Vit brúka helst ein dag til at fáa teir upp, og so ætla vit okkum at fara avstað, sigur Gra- ham. Eingin noregsferð Graham og Anne Evans vóru í Føroyum fyrr í summar. Tey sigldu úr suðri í norð og brúktu ein mánað millum føroysku oyggjarn- ar. Eftir tað løgdu tey leið- ina til Íslands, og tað var á veg úr Íslandi, at tey vóru úti fyri álvarsama óhappin- um. – Nú vit komu aftur til Føroya, valdu vit at fara til Klaksvíkar, tí her er alt, sum vit hava brúk fyri. Hetta er ein góð havn, og Fríggjakvøldið fara Lena Andersen og Niclas Johannesen at spæla á Platform í Havn Tað er vorðið sjáldsamt, at Lena og Niclas eru á palli í Føroyum. Tey búgva nú í kanadiska býnum, Vancouver, og har royna tey at koma fram við sínum tónleiki. Men fríggjakvøldið 24. august kunnu tey aft- ur upplivast á føroyskum palli. Tey fara at spæla un- plugged á dansistaðnum, Platform, í Havn, har diskotek eisini verður á skránni. Tey fara at spæla nýggjar og eldri sangir hjá sær, og mill- um sangirnar eru sjálv- andi teir, sum tey fram- føra í Kanada. - Vit royna at vinna okkum fram lokalt í Vancouver, og tað gong- ur rætta vegin við tí. Nú skulu vit ikki longur út at stríðast fyri at sleppa at spæla onkrastaðni. Vit fáa eisini góð tilboð um at koma til stór og góð tiltøk í Vancouver, sigur Niclas Johannesen. Sangir hjá Lenu verða eisini spældir á útvarps- rásum, og tey verða eis- ini interviewa á ymsum rásum. Umframt lokala marknaðin í Vancouver er vónin eisini, at tey kunnu náa longur út við sínum tónleiki. Men fyrst á skránni er nú ein unplugged fram- førsla á Platform. ek Lena og Niclas spæla á Platform Illveður førdi tey til Føroya – Føroyingar hava verið ómetaliga fyrikomandi og hjálpsamir, og tað er munur á, at teir hava betri hug at práta, enn fólk til dømis á karibisku oyggjunum, har tey eru von við nógvar bátar av hesum slagnum, siga Gramham og Anne Evans, sum seinastu tvær vik- urnar hava ligið við kai í Klaksvík Mynd: Eyðun Klakstein Hjúnini Graham og Anne hava seinastu árini brúkt meginpartin av teirra tíð umborð á Fyne Spirit, sum tey keyptu í 1996, tá tey seldu húsini hjá sær í Plymouth Mynd: Eyðun Klakstein her høvdu vit tað gott, sein- ast vit vóru her, sigur Gra- ham. – Tað er bara keðiligt, at svimjihøllin og bókasavnið eru stongd beint nú, leggur konan afturat. Tey høvdu ætlað sær at leggja leiðina til Noregs, men tey hava sligið av nú. Veðrið var ikki til at sigla beinleiðis úr Íslandi til Noregs, og nú hava tey mist nógva tíð av óhappinum. Tí fara tey at sigla heim- aftur til Onglands, har tey ætla sær at arbeiða næstu mánaðirnar, áðrenn leiðin verður løgd suðureftir við lítla bátinum. Seldu húsini Í 1996 tóku Graham og Anne eina stóra avgerð, sum tey ikki hava angrað síðani. Tey seldu húsini, sum tey áttu í enska býnum, Ply- mouth, og ístaðin keyptu tey sær ein bát, sum hevur verið teirra heim megin- partin av tíðini síðani. – Eg hava verið í Royal Marine, og tá mín tíð var runnin har, vildi eg finna uppá okkurt øðrvísi, áðrenn eg fór at sláa meg niður við føstum arbeiði og einum meira vanligum lívi. Tað var tá, at hugskotið um at fara út at sigla rætti- liga koma upp at venda. Og síðani 1996 hava tey brúkt ein stóran part av teirra lívi á sjónum. Graham er útbúgvin lækni, meðan Anne hevur starvast innan sjúkrahús- verkið sum radiografur. – Vit verða noydd at ar- beiða við hvørt, tí tað ber ikki til bara at sigla, og nú fara vit eisini heimaftur at arbeiða, sigur Graham. Fara á langa ferð Fyrsta stóra ferðin hjá Gra- ham og Anne var suðureftir í heitari sjógv. Tey fóru úr Onglandi í apríl mánaði í 1998 og vóru ikki heima aftur fyrr enn í september mánaði í 2000. Tá høvdu tey siglt í Norður- mið- og suðuramerika og vitjað alskyns longd har. Næstu ferð, tey fara avstað, verður leiðin løgd til New Zealand, har tey ætla sær at búgva og ar- beiða í eini tvey ár. – Vit ætla at steðga á Falklandsoyggjunum á vegnum, og har fara vit møguliga at arbeiða eina tíð, áðrenn vit so leggja leiðina til New Zealands. – Á leiðini heimaftur ætla vit at leggja leiðina fram vð Suðurafrika, men tað liggur nakað frammi í tíðini, so vit fáa at síggja, hvussu tað verður við tí, greiðir Graham frá. Lært seg at sigla Tað er ikki so øðiligt við plássi umborð á Fyne Spi- rit, men tað tykist tó nógv størri umborð, enn tú held- ur, tá tú sær bátin. Graham vísir runt í bátin- um og greiðir eitt sindur frá, hvussu tey búleikast umborð. – Vit hava lært okkum at sigla. Tá vit byrjaðu, var ofta lítið skil umborð, mat- gerðin var ein marra og tað kundi verða óruddiligt. Nú gongur nógv betur við tí, og tað kemst sjálvandi av, at vit hava siglt so nógv, held- ur Anne. Hon hevur bakað, meðan tey hava ligið í Klaksvík, og baksturin er óførur. – Tað kann verða sera keðiligt at sigla langar tein- ar. Vit royna at finna uppá ymiskt fyri at stytta okkum um stundir, men viðhvørt kann tað tykjast drúgt at sigla, sigur Anne. Men tað eru haraftur- ímóti nógvar góðar løtur á ferðunum, og serliga tá tað verður siglt kring ella mill- um fremmand lond, er nógv at fáa við. Vildu sleppa norðureftir Eftir at hava verið langa tíð sunnanfyri, høvdu tey hug at seta kós norðureftir. – Hetta er vanliga eitt øki, har ikki so nógvir bátar velja at fara, men vit hildu tað verða spennandi, og vit hava ikki angrað, at vit fóru hendanvegin, sigur Gra- ham. – Føroyingar hava verið ómetaliga fyrikomandi og hjálpsamir, og tað er munur á, at teir hava betri hug at práta, enn fólk til dømis á karibisku oyggjunum, har tey eru von við nógvar bát- ar av hesum slagnum, sigur Anne. – Men tað er eisini munur á sjógvinum her og sunnan- fyri. Bylgjurnar reisa seg skjótt, og tú kanst verða tik- in av fótum. Tað fingu Graham og Anne eisini eina smakk- roynd av, tá tey komu í ill- veður á leiðini úr Íslandi. Tey brutu báðar bummarn- ar og fingu eftir tað bert brúkt eitt lítið segl og hjálpimotorin. – Tað kundi ivaleyst verið meira dramatiskt, men vit komu til Føroya í øllum góðum, og vit hava ikki mist hugin at sigla av hesi hendingini, sigur Anne. – Nú gleða vit okkum bara til at fáa bátin í ordan aftur, so vit kunnu leggja leiðina heim til Onglands, sigur Graham. Og gongst sum ælta, so sleppur strandaði Fyne Spi- rit úr Klaksvík um viku- skiftið. Men hetta er ikki sein- astu ferð, at hjúnini Evans leitað upp fremmandar strendur. Læknin Graham dámar væl at sigla, og hann dugir ikki at meta um, hvussu leingi tey fara at ferða kring heimin í báti teirra Mynd: Eyðun Klakstein Tað er hampuligt við plássi í galluni, har Anne hevur bakað, meðan tey hava ligið við kai í Klaksvík. Mynd: Eyðun Klakstein C M Y K 3 2