hósdagur 23. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 161 - 23. august 2001
Nr. 161 - 23. august 2001
5
Svenska fyritøkan
Nature’s Own nýtir
sokallaðan nethandil
sum søluhátt.
Skipanin byggir á ein
framferðarhátt, sum
minnir um gomlu
pyramiduspølini,
men fyritøkan vil ikki
hava hetta heitið
sitandi á sær.Tað ber
til at vinna nógvan
pening,og fleiri enn
400 føroyingar sigast
at vera við. Sosialurin
var við, tá nýggir
seljarar skuldu fáast
við
NETHANDIL
Heri á Rógvi
Keyp ein startpakka. Keyp
síðani ein pakka afturat, og
fá so tvey onnur at gera tað
sama, so kanst tú skjótt
vinna nógvan pening og fáa
frálíka góðar vørur. Soleið-
is ljóðar uppskriftin sagt
einfalt.
Talan er um sokallaðan
nethandil. Hetta slagið av
handli er kent uttanlands,
og er nú eisini komið til
Føroya. Tað skal sigast, at
tá tosað verður nethandil,
so verður ikki hugsað um
Internethandil, hóast Inter-
netið kann spæla ein leik-
lut. Tað var í 1999, at hetta
byrjaði í Føroyum. Eftir
hvat Sosialurin skilur, so
vóru tað fólk úr Norra, sum
fingu fyritøkuna til Føroya.
Tað, sum rennur teimum
flestu til hugs, tá greitt
verður frá tílíkum er pyra-
miduspøl. Skipanin, sum
verður nýtt at selja og út-
breiða vørurnar, byggir á
sokallaðan
»beinleiðis
handil«, sum snýr seg um
at
beinleiðis
samband
millum
seljarar
og
keyparar.
Tað er ein svensk fyri-
tøka, sum hevur fingið net-
handil til Føroya. Talan er
um fyritøkuna Nature’s
Own, sum framleiður og
selur mest heilsuvørur.
Fyritøkan varð sett á stovn í
1994 av sviunum Magnus
Ahlén og Lars Múrbeck, og
byrjaði fyritøkan við at
nýta sama søluhátt, ið vit
eitt nú kenna frá Tupper-
ware. Hetta uppgóvu teir tó
skjótt og fóru yvir til at
selja gjøgnum nethandil.
Fyritøkan er ikki tann ein-
asta fyritøkan, ið nýtir
henda søluhátt. Hetta slagið
av handli sigst at vera sera
skjótt vaksandi. So skjótt
vaksandi,
at
nethandil,
sambært føroysku seljar-
um, veksur skjótari enn
sjálvt KT-vinnan.
Floykt
Sum áður nevnt, so er fram-
ferðarhátturin hjá Nature’s
Own
sprotin
burturúr
»Beinleiðis handli« ella
»direct sales«, sum tað
verður rópt á enskum.
Enska heitið fyri nethandil
er »Network Marketing«.
Skipanin hjá Nature’s
Own byggir fyrst og fremst
á beinleiðis sølu. Seljararn-
ir fáa vørurnar beinleiðið
frá fyritøkuni í Svøríki. Vit
skulu her gera eina roynd at
greiða frá skipanini:
Tá tú »byrjar« í fyritøk-
uni, so skalt tu keypa ein
»startpakka«. Hesin kostar
umleið 300 kr. Allir prísir
eru upprunaliga í svenskum
krónum, soleiðis at tað er
eitt sindur ymiskt, hvat
kostnaðurin er, tá ein í Før-
oyum móttekur pakkan.
Hetta gevur tær rætt at
keypa frá fyritøkuni, men
hetta gevur tær ikki rættindi
til at vera seljari ella
»distributør«, sum eitur á
fremmandamáli.
Fyri at gerast seljari, og
harvið fáa møguleikan at
vinna pening, so skalt tú
keypa antin ein singul ella
ein trippel pakka. Singel
pakkin kostar uml. 1800
kr., og trippel útgávan kost-
ar umleið 3500 kr.
Tað er eftir at hava keypt
ein av hesum pakkunum, at
tú fært møguleikan at vinna
pening burturúr. Lykilin til
at vinna pening er at fáa
onnur at koma uppí. Fært tú
tvey onnur at koma uppí, so
fært tú 504 kr. frá fyritøk-
uni. Hesi skulu sjálvandi
eisini keypa sær ein singul
ella trippel pakka, soleiðis
at hesi aftur finna tvey aft-
urat, og hesi fær tann upp-
runaligi persónurin eisini
pening fyri. Tað ber í veru-
leikanum til at vinna nógv-
ar túsund krónurnur um
vikuna, men hetta krevur
eisini, at tú er virkin. Skip-
anin er eitt sindur floykt,
men tað snýr seg í roynd og
veru um at fáa fleiri at ger-
ast seljarar. Tey bæði
fyrstu, sum hesin fyrsti spyr
umboða hvør sítt bein. Pen-
ingurin, sum hesin fyrstu
fær verður givin eftir,
hvussu røsk hesi bæði bein-
ini eru at selja og keypa.
Tað er nemliga soleiðis, at
fyri at vera verandi í skip-
anini, so skalt tú keypa
vørur fyri einar 700 kr. um
mánaðin. Hetta er treytað
av, um ein hevur keypt ein
singul ella trippel pakka.
Hvørt einkult keyp gevur
síðani teimum omanfyri ein
bonus stig. Alt eftir, hvussu
nógv fólk eru undir tær, og
hvussu nógv hesi somu
keypa, so kanst tú vinna
pening fráNature’s Own.
Tað mesta, sum tað ber til
at vinna burturúr eru um-
leið 9240 kr. um vikuna við
hesum góðu tveimum bein-
unum. Fert tú víðari og fær
tær eitt »triðja bein«, so ber
til at vinna enn meira pen-
ing. Og sjálvandi ber tað
eisini til at vinna enn meiri
pening, um tú fær tær eitt
fjórða, fimta..... bein.
Fáa seljarar
Henda dagin, sum Sosialur-
in var og kunnaði seg um
Nature´s Own, varð skipað
fyri einum lítlari samkomu,
har endámálið var at fáa
nýggjar seljarar, umframt at
kunna blaðmannin um virk-
semið.
Við borðið sita fýra
menn, sum allir eru væl við
í nethandlinum í Føroyum,
ein komandi nýggjur limur
og blaðmaðurin.
Greitt verður frá fyritøk-
uni, beinleiðis handli og
vørunum. Tað trýtur ikki
við lovandi orðum. Sølu-
evnini bila als einki hjá
hesum monnum. Heldur
floykta skipanin, sum roynt
er at endur geva omanfyri,
verður frágreidd, og tað er
heldur ikki líkatil at fanga,
hvussu hetta hongur saman.
Sagt verður, at fyritøkan
virkar fyri betri heilsu. Vør-
urnar eru gjørdar úr natúr-
ligum evnum einans. Talan
er fyrst og fremst um
heilsuvørur, men fyritøkan
er eisini farin undir at fram-
leiða vørur til bæði bil, bát
og hús.
Føroyingar gerast ríkir
av svenskum nethandli
Eyðbjartur Danielsen og
Bogi Simonsen eru báðir við
í virkseminum hjá Nature’s
Own í Føroyum.
Mynd: Heri á Rógvi
Nú skal evja ikki
longur renna á
vegirnar og á dekkið
á bilaferjunum, tá ið
Strandferðslan flytir
fisk
UMHVØRVISVERND
Áki Bertholdsen
Evja, sum rennur úr lastini
á bilum, sum flyta fisk,
hevur í nógv ár verið til
stórt fortreð hjá fólki, sum
koyrir í bili, ella ferðast við
ferjunum hjá Strandferðsl-
uni.
Hendan
evjan
hevur
dálkað ógvuliga illa frá sær.
Vegirnir verða út av lagi
skitnir og tað fer illa við
bilunum, sum koyra eftir
teimum og ger teir nógv
skitnari enn neyðugt.
Men óskilið á biladekk-
unum á ferjunum hjá
Strandferðsluni hevur verið
til minst líka stóran ampa,
tí fólk sleppa ikki undan at
ganga og tvassa uppi í evj-
uni, sum rennur úr treylar-
um og setir seg bæði á
skógvar og á klæðir. Av
biladekkinum verður evja
og luktur borin runt inn í
ferðafólkahølini umborð á
skipunum og er til stóran
ampa hjá ferðafólki.
Strandferðslan
hevur
leingi verið varug við trup-
ulleikan og nú er ein loysn
á veg, so at tað slepst undan
hesum trupulleikanum.
Heini á Borg, sum hevur
við farmaflutning á Strand-
ferðsluni at gera, sigur, at
Strandferðslan er nú í ferð
við at broyta treylaralast-
irnar soleiðis, at onki skal
renna úr teimum.
– At sevja rennur frá fisk-
inum, slepst ikki undan.
Men nú eru vit farin at gera
treylaralastirnar púra vatn-
tættar. Ístaðin hava vit gjørt
frárensl við vatnlási á, í
lastin. Eitt frárensl er í
hvørjum horni á lastini, har
øll sevjan síðani rennur og
verður veitt í tangar undir
lastini, sigur Heini á Borg
Hvør tangi tekur 60 litrar
og hann verður síðani
tømdur á góðkendum staði.
Heini á Borg sigur, at teir
hava bygt nakrar lastir um
og at tað riggar sera væl.
– Har, vit hava bygt last-
irnar um, er trupulleikin
við
frárensluvatninum
loystur, sigur hann.
Hann sigur, at Strand-
ferðslan fer at broyta allar
lastirnar so við og við og
teir vóna at vera liðugur við
arbeiðið einaferð næsta ár.
– Ein trupulleiki er, at tað
eru so nógvur fiskur at
flyta, at tað ber ikki til at
taka ov nógvar lastir úr
rakstri ísenn, og av tí sama
tekur arbeiðið eitt sindur av
tí, sigur hann.
Ein annar trupulleiki er,
at ein vanlig kølaratreylara-
last er fýra metrar høg, men
biladekkið á Smyrli er bara
3,97 metrar høgt og tað ger
tað alt meiri tvørligt. Heini
á Borg sigur, at tað er av-
markað, hvat tað loysir seg
at brúka av peningi til am-
boð, sum passa til Smyril.
STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
At Smyril er gamal og illa
slitin kemur oftari og oftari
til sjóndar.
Oftari og oftari kemur
fyri, at teknisk brek um-
borð á Smyrli loypa fløkju í
ferðaætlanina.
Aftur í gjáramorgunin
var galið.
Tá íð Smyril skuldi loysa
á Drelnei klokkan sjey í
gjáramorgunin,
fekst
hekkuportrið ikki upp og
Smyril slapp tí ongan veg.
Manningin
varnaðist
skjótt, at tað vórtu tey bæði
stemplini, sum draga portr-
ið upp, sum vóru boygnað.
Ófantaligt veður var í
fyrrakvøldið og um náttina
og nógvur suður var í sjón-
um. Okkurt var gingið fyri í
stemplunum, so at tey sótu
føst ístaðin fyri at arbeiða
upp og niður við skipinum.
Tí boygnaðu tey og portrið
fekst ikki at ganga.
Skiparin boðaði frá, at
tað fóru at ganga fleiri tím-
ar at fáa stemplini av, so at
portrið kundi hiavast upp
og tí valdu tey allarflestu av
ferðafólkunum at fara í
land aftur.
Smiðir vórðu síðani boð-
sendir at taka stemplini av.
Ætlanin var so at sáa hiva
portrið upp, so at Smyril
fekk siglt til Havnar, har
brekið so skuldi kannast og
umvælast.
Tað seinasta, vit vistu,
áðrenn evstamark á mið-
degi í gjár, var, at Smyril
skuldi sigla av Tvøroyri
klokkan 13.
Ætlanin var at taka farm
og bilar inn ígjøgnum síðu-
portrið.
Men treylarar ber ikki til
at fáa ígjøgmum síðuportr-
ið og tað fer at elva til stór-
ar trupulleikar í dag, tí hós-
dagur er dagurin, tá ið allur
fiskurin, sum er virkaður á
flakavirkjunum í Suðuroy,
og sum skal av landinum,
skal flytast til Havnar og
umborð á Norrønu.
Magnus Magnussen, tekn-
iskur leiðari á Strandferðsl-
uni, er heilt vísur í, at tað
fer ikki at eydnast at fáa
portrið í lagi til í dag.
Á miðdegi í gjár var tí
enn óvist, hvussu verður
við fiskaflutninginum, men
hann sigur, at málið verður
kannað.
Lagnurnar speiðsemi var
tað, at umborð á Smyrli
hendan túrin, vóru bæði
løgtingsmenn og onnur,
sum skuldu til Havnar, á
kunningarfund hjá Strand-
ferðsluni og Vinnumálatýr-
inum um ætlanina at byggja
nýggja Suðuroyarferju.
Tað, sum hendi í gjára-
morgunin undirstrikar, at
tað hevur skund at fáa skip-
ið bygt, tí teknisk brek, sum
hetta, tolir eitt framkomið
samfelag ikki.
BRIMGARÐUR
Áki Bertholdsen
Nú fer Sjóvar Kommuna
undir at gera brimgarð á
Strondum.
Talan er um einar 100
metrar av brimgarði,
sum skulu gerast frá
bátahylinum, út á Lan-
ganes.
Eivind
Jacobsen,
borgarstjóri, sigur, at ar-
beiðið
kostar
700-
800.000 krónur at gera.
Kommunan
hevur
áður fylt eitt stórt stykk-
ið upp og brimgarðurin
má gerast fyri at alt ikki
skal skola útaftur.
Stykkið, sum er fylt
upp, er einar 5.000-
6.000 fermetrar og tað
kann brúkast til onkur
endamál, eitt nú ídnaðar-
virki, um áhugi er fyri tí.
Tað er ikki slættað, og
tað verður tað heldur
ikki, fyrrenn onkur hev-
ur brúk fyri tí.
Gera brimgarð á
Strondum
Sleppa undan svansi
Smyril lá sum negldur
– Nú skal ongin evja longur
renna frá lastunum hjá
Strandferðsluni, tá ið fiskur
verður fluttur ímillum tey
ymsu plássini
– Tekniskt brek hevur aftur loypt ólag á ferðaætlanina hjá Strandferðsluni. Enn er óvist, nær
brekið verður umvælt, men so leingi tað ikki er umvælt, fær Smyril ikki flutt treylarar
Maðurin, sum fyri tað
nógva hevur orðið hetta
kvøldið, leggur dent á, at tú
kemur ikki sovandi til nak-
að innanfyri Nature’s Own,
men leggur tú í, so ber til at
vinna nógvan pening og
samstundis fáa góðar vørur.
Vørurnar siga teir vera í
heimsklassa.
Menninir, sum sita rund-
anum borðið hetta kvøldið
leggja dent á, at tað altíð
ber til at koma burturúr
skipanini.
Fleiri og fleiri
Nature’s hevur í longri tíð
verið virkið í nógvum lond-
um. Serliga í Norra vakti
fyritøkan og framferðar-
hátturin ans hjá fjølmiðlun-
um. Millum annað varð
nógv skrivað um, at norskir
løgreglumenn vóru farnir
uppí virksemi hjá fyritøk-
uni, og tað vildu myndug-
leikarnir steðga, men løg-
reglumenninir noktaðu fyri
hesum.
Talið, sum varð lagt fram
á samkomuni hetta kvøldið,
er 400. Hetta er talið á før-
oyingum, sum eru við í fel-
agnum. Hetta tal er tó
óváttað. Virksemið hjá Na-
ture’s Own í Føroyum veks-
ur eftir øllum at døma
skjótt, og tey, ið longu eru
virkin stríðast eisini fyri at
fáa fleiri fólk við. À sam-
komuni hetta kvøldið verð-
ur eitt pappír lagt fram,
sum vísir at »umboðini«
hjá Nature´s Own í Føroy-
um ikki skulu gjalda meir-
virðisgjald. Hetta verður
eisini lagt fram fyri at vísa
á, at talan er um lógligt
virksemi. Bæði í Føroyum
og uttanlands stríðast um-
boðini hjá Nature’s Own at
beina fyri ákærunum um
pyramiduspæl.
Eisini hetta kvøldið verð-
ur ákæran um pyramidu-
spæl víst aftur, og teir vísa
á, at teir hava fingið gott
orð fyri, at hetta er fult lóg-
ligt í Føroyum.
À
samkomuni
hetta
kvøldið kom ein nýggjur
uppí. Síðani eru enn fleiri
komin afturat.
C
M
Y
K
5
4