hósdagur 23. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 161 - 23. august 2001
Nr. 161 - 23. august 2001
7
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 2001,
kemur útbarnafløga,
ið nevnist:
»Eg eri ein K«.
»Eg eri ein K« er ein
fløga við 12 barnasangum,
sum verður at fáa í sølu-
búðum kring alt landið
fyri einans 139,- kr.
Flestu
av
hesum
12
sangunum, eru sangir, sum
bæði børn og vaksin kenna
frá
sunnudagsskúlanum,
barnamøtum og barna-
legum. Sum dømi kunnu
vit nevna: »Pætur út á
vatnið gekk«, »Ein vísur
maður«, »Eingin so kann
síni varða«, »Ansa eyga
lítla«, og »Ja, Jesus elsk-
ar«. Tó er talan um onkra
nýggja týðing, Brita á Váli
Smith hevur týtt sangin
»Tá eg sum barn« eftir
svianum Gøte Strandsjø.
Sangurin er væl kendur
frá
fløguútgávuni
við
vøgguvísum hjá kendu
svensku
sangarinnuni
Carolu.
Ungu sangarnir, sum
eru 10-13 ár, eru gentur-
nar sum manna gentukórið
í Ebenezer, sum hevur
verið undir leiðslu av Onnu
D. Háberg seinastu tvey
árini. Tó syngja tveir
dreingir eisini við á hesi út-
gávuni. Talan er um Kristin
R. Mouritsen og lítla Hjørt
P. Háberg. Genturnar, ið
syngja við á útgávuni, eru:
Beinta Andreassen, Simona
Heinesen,
Simonika
Hammer, Anna í Kálvalíð,
Jóna Gunnnarsson, Hellen
Haraldsen, Jórun Krett,
Halla Áargarð, Gunnvá
Áargarð, Barbara Røsvik,
Kristina á Váli, Beinta
Svensson, Súsanna Nielsen
og Guðrun P. Háberg.
Anna D. Háberg syngur
sjálv við í trimum sangum,
og Vilhelm H. í Skálanum
syngur við í tí eina.
Svend Aage Drewsen,
sum upprunaliga tók stig
til hesa verkætlan, hevur
staðið fyri tónleikinum til
9 av teimum 12 sangunum,
og er her talan um glaðan
rútmiskan tónleik, og ikki
kann sigast annað, enn at
tað hevur eydnast honum,
at lata hesar gomlu sangir
og kór í ein spennandi,
nýggjan búna. Regin
Guttesen hevur skipa fyri
tónleikinum til 2 sangir, og
eru hesir, Regini líkt,
meiri friðaligir, og Jan
Zachariassen hevur við
hepnari hond tikið sær av
vakra sanginum »Eingin er
sum tú«.
JakZac studio í Havn
hevur verið karmur um
upptøkurnar,
sum
eru
gjørdar í vár.
Svend Aage Drewsen,
Anna D. Háberg og Pætur
H.
Háberg
hava
lagt
sangirnar tilrættis og staðið
fyri ljóðblandingini. Hesi
trý hava eisini gjørt kápuna
til fløguna.
Leygardagin 25. august
kl. 12.00, verður høvi hjá
børnum og vaksnum at
hoyra sangirnar úr »Eg
eri ein K« uppi í
handlinum hjá BR-leikum
á Smyrilsvegi 7. Absalon
Áargarð og kendu
»dukkudreingirnir« vera
við.
Leygardagin 1. septemb-
er fáa fólk í Eysturoynni
høvi at hoyra sangir úr »Eg
eri ein K« uttanfyri
»Brotið« í Saltangará.
Byrjað verður kl. 14.00.
Leygardagin 29. sep-
tember vera sangir úr fløg-
uni at hoyra á Torginum í
SMS.
Í samband við útgáv-
una, er gjørd ein heimasíða
á alnetinum, ið nevnist:
»www.eg-eri-ein-k.com«.
Útgevarnir meta sangirnar
á »Eg eri ein K« at vera
dýrgripir, sum kunnu vera
bæði ein gleði og signing
fyri børnini. Fløgan verður
eisini eitt gott høvi hjá
vaksnum fólki, at lýða á
sangskattin frá barnaárun-
um.
Eg eri ein Kristin
Politisk semja er fing-
in í lag við danir um,
at Skipaeftirlitið skal
undir føroyskt máls-
ræði. Tí eru yvirtøku-
samráðingarnar nú
komnar niður á em-
bætisstøði. Í gjár fóru
føroysk embætisfólk
til Danmarkar at
samráðast um prak-
tisk og lógarteknisk
viðurskifti viðvíkj-
andi yvirtøkuni
YVIRTØKA
John Johannessen
Føroyingar sleppa at yvir-
taka
Skipaeftirlitið
við
hjálp frá dønum.
Hetta lyftið hevur Jørgen
Niclassen, landsstýrismað-
ur
í
fiskivinnumálum,
fingið frá danska vinnu-
málaráðharranum,
Ole
Stavad, sum varar av Skipa-
eftirlitinum.
Og tí eru føroyski lands-
stýrismaðurin og danski
ráðharrin vorðnir samdir
um, at tað ikki longur er
neyðugt hjá teimum báðum
beinleis at taka lut í sam-
ráðingunum
um
yvir-
tøkuna. Í staðin skulu em-
bætisfólk hjá báðum pørt-
um fáa greiðu á praktisku
og lógarteknisku viður-
skiftunum, ið fylgja við
yvirtøkuni av Skipaeftir-
litinum.
Arbeiða við fullum
seglum
Mikudagin fóru embætis-
fólk úr Fiskimálastýrinum
til Danmarkar á fund við
embætisfólk hjá danska
vinnumálaráðharranum.
Tey skuldu fundast seinna-
partin mikudagin og hós-
dagin.
Heimafturkomin
skulu tey síðani kunna
landsstýrismannin
um
gongdina
í
samráðing-
unum.
– Tað var ikki neyðugt
hjá mær at fara við til
Danmakar at samráðast. Tí
Ole Stavad hevur longu
givið tilsøgn um, at Skipa-
eftirlitið verður yvirtikið –
enntá við danskari hjálp.
Men verður nakað ivamál,
hava vit avtalað at tosa
saman um hetta í telefon.
Tí, sum Ole Stavad sjálvur
segði, telefonin er upp-
funnin,
sigur
Jørgen
Niclassen.
Landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum hevur ikki hug
neyvt at útgreina og seta
vekt á, hvørjir eru teir
størstu praktisku og lógar-
teknisku spurningarnir, ið
skulu útgreinast. Men hann
ger greitt, at arbeitt verður
við fullum seglum fyri at
hava alt klárt, so Skipa-
eftirlitið kann yvirtakast 1.
januar 2002, eins og løg-
tingið hevur samtykt.
Tó torir Jørgen Niclassen
ikki at lova, at Skipa-
eftirlitið verður yvirtikið
júst 1. januar.
– Vit arbeiða sum sagt
við fullum seglum. Men
stutt tíð er eftir til 1. januar,
og vit skulu finna høli, fáa
starvsfólkaviðurskiftini
upp á pláss og so fram-
vegis. So eg tori einki at
lova, sigur Jørgen Niclas-
sen.
Danir hjálpa
Jørgen Niclassen heldur, at
danir higartil hava verið
sera hjálpsamir í málinum
um at yvirtaka Skipaeftir-
litið. Og hetta er eisini
neyðugt, tí hóast Skipa-
eftirlitið verður føroyskt,
verður fyrstu tíðina neyð-
ugt við neyvum samstarvi
og hollari ráðgeving frá
dønum, sum áður hava
umsitið stovnin. Tí tað er
ikki bert sum at siga tað at
stápa eitt Skipaeftirlit upp á
beinini.
Av somu orsøk roknar
Jørgen Niclassen eisini við,
at Skipaeftirlitið í fyrstu
syftu fer at koyra eftir
donsku reglunum, eins og
tað ger nú. Men sum frá
líður skal stovnurin lagast
spakuliga til føroysk viður-
skifti, eins og krøvini til
skip fara at verða lagað til
føroysk viðurskifti. Í veru-
leikanum verður talan helst
um eina skiftisskipan á tvey
til trý ár, har føroyska
Skipaeftirlitið fer at rinda
fyri tænastur frá danska
Skipaeftirlitinum.
Ætlanin er eisini at finna
eina loysn, har føroyingar
koma at hava møguleika at
útbúgva
seg
innan
skipaeftirlit hjá dønum.
Trygdin í hásæti
Í sambandi við ætlaðu yvir-
tøkuna av Skipaeftirlitinum
hava summið ivast í, um
slakað fer at verða í minstu-
krøvunum.
Men Jørgen Niclassen
vissar um, at trygdin fer at
verða sett í hásæti við
einum føroyskum skipa-
eftirliti.
– Krøvini fara tó helst at
verða lagað eitt sindur til
føroysk viðurskifti. Danska
Skipaeftirlitið setir strong
krøv til ferjur og farmaskip,
meðan tað setur linari krøv
til smábátar, meðan krøvini
í Íslandi eru hørð til
smábátar. Hetta kemur av,
at danir hava so nógvar
ferjur og farmaskip og fáar
smábátar. Í Føroyum hava
vit nógvar smábátar, og fer
eitt føroyskt eftirlit tí helst
at seta strangari krøv til
smábátar, enn tað verandi
danska,
greiðir
Jørgen
Niclassen frá.
Í sambandi við trygdina
ætlar Jørgen Niclassen, at
Føroyar skulu fáa atlima-
skap í IMO, ið er altjóða
stovnurin, ið setur minstu-
krøvini fyri trygd umborð á
skipum. Danir skulu hava
fund við IMO í London í
oktober, og har vera føroy-
ingar við, fyri at kanna
møguleikan fyri atlima-
skapi.
Í løtuni eru tað bert tvey
lond, ið hava fingið atlima-
skap í IMO. Tey eru Hong
Kong og Makao. Men Jørg-
en Niclassen vónar kortini,
at tað fer at bera til hjá
føroyingum. Atlimaskapur í
IMO merkir, at vit fáa øll
rættindi og allar skyldur,
sum limalondini hava, men
at vit ikki fáa atkvøðurætt.
– Atlimaskapur í IMO
hevur nógv at siga fyri okk-
um, sigur Jørgen Niclassen.
Embætisfólk samráðast um Skipaeftirlit
Óli Holm, landsstýr-
ismaður við menta-
málum, hevur sein-
astu dagarnar verið í
Hetlandi og leita sær
íblástur til ein møgu-
ligan sjódepil fyri
útbúgvingar innan
fiskivinnuna
ÚTBÚGVINGAR
John Johannessen
Ein sjódepil til útbúgvingar
og skeið, sum vinnan hevur
og kemur at hava tørv á.
Hetta mælir álitið um
útbúgvinar innan fiski-
vinnuna landsstýrismann-
inum við ábyrgdini fyri
útbúgvinarverkinum til at
seta á stovn. Og í hesum
sambandi hevur Óli Holm,
landsstýrismaður, seinastu
dagarnar
vitjað
North
Altantic Fisheries College í
Hetlandi, fyri at finna sær
íblástur til ein føroyskan
depil fyri fiskivinnuút-
búgvingar.
North Atlantic Fisheries
College er ein sjódepil, ið
hetlendskir myndugleikar
hava skipað saman við
vinnuni. Og tað er júst
hetta, ið hugtekur lands-
stýrismannin.
Óli Holm heldur, at nógv
av tí, sum hetlendingar
hava gjørt við sínum sjó-
depli, eisini kundu verið
gjørt í Føroyum. Serliga
heldur
hann
tað
vera
áhugavert, hvussu vinnan í
Hetlandi
hevur
staðið
saman um at fáa sett á stovn
teirra sjódepil.
– Tað er eingin ivi um, at
sjódepilin
í
Scalloway
hevur gjørt nógv til, at teir
gaca eina alivinnnu, sum er
á stødd við okkara og sum
mennist við risaferð. Teir
eru farnir í holt við at ala
fleiri onnur fiskasløg væl
hjálptir av royndum, ið
hava
verið
gjørdar
á
sjódeplinum í Scalloway,
sigur Óli Holm í tíð-
indaskrivi.
Óli Holm ætlar sær í
næstu framtíð saman við
embætisfólkum sínum at
arbeiða víðari fyri, at
føroyska ali- og fiskivinnan
fær ein væl virkandi før-
oyskan sjódepil.
Heinta íblástur til sjódepil úr Hetlandi
Frá vinstru Gordon Johnson,
skúlastjóri, Óli Holm,
landsstýrismaður og Craig B.
Kensler, varaskúlastjóri
C
M
Y
K
7
6
Sosialurin - 311820
FLOGFRAKT
SJÓFRAKT
hurð til hurð
Sosialurin - 311820
www.safari.fo
SAFARI
TRANSPORT
Tel. 32 22 22