Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 191 - 6. oktober 2008 tíðindi Hópur av fólki var við til móttøkuna og hátíðarløtuna í Tofta skúla leygardagin, tá nýggi parturin og umbygdi parturin av skúlanum alment varð tikin í nýtslu Skúli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tofta skúli telist nú millum teir nýggjastu og best út­ gjørdu skúlarnar í Føroyum. Karmarnir, sum nú eru skaptir við umfatandi um­ og útbygging, eru ynski­ dreymur og ein fyrimynd hjá mongum øðrum skúlum kring landið. Hátíðarløtan í stóru og snotuligu fimleikarhøllini í eydnaðist sera væl, og tá fólk fingu høvi at síggja nýggja og umbygda partin av skúlanum, gjørdust flestu ovfarin. At síggja til uttan kann eitt nú tann parturin, sum er karmur um fimleikarhøll, tykjast kaldur við fyrsta eygnabráð. Hesin parturin av bygninginum er klæddur við jarnkendum tilfari og hevur lutfalsliga smá vind­ eygu. Men tá tú kemur inn­ ar, osar fimleikarhøllin eins og skúlin allur, sum hann er, av hita, hugna og møgu­ leikum. Øll, sum Sosialurin hitti hendan dagin við hátíðarløt­ una, høvdu á orði, hvussu hugnaligur skúlin nú er vorðin, og hvussu hugtak­ andi og stórbart hetta bygn­ ingsverk er. Við hugnaløtuna talaðu Símun Johannesen, borgar­ stjóri, Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Jenny Lydersen fyri Mentamálaráðið, tí landsstýrismaðurin fekk ikki møtt, Jóhannus Dan­ ielsen, skúlastýrisformaður og Martin R. Jacobsen, prestur. Eisini var felagssangur, tónleikaframførslur við næmingum úr Musikk­ skúlanum, og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni setti eisini sín serstaka dám á væleydn­ aðu løtuna. Eftir almennu hátíðarløt­ una sungu og spældu næm­ ingar ymsastaðni runt í Miðstovuni, sum nýggja og snotuliga aulan verður rópt. Fólk fingu kaffi, te og køkur, og høvi var at síggja nýggja skúlan, sum í nógv ár kemur at standa sum ein varði í Nes kommunu – og ein varði fyri føroyskt skúl­ aumhvørvi. Um­og útbyggingin av Tofta skúla, sum liggur um stívliga fimmti miljónir krónur, er størsta einstaka íløga, sum Nes kommuna nakrantíð hevur gjørt. Ein varði í føroyskum skúlaumhvørvi Í sera hugnaligu og hugtakandi miðstovuni í skúlanum er høgt til loft og vítt til veggja. Jóhanna Petersen, lærari, hittir Beintu og bróðursonin, Villiam. Jóhanna hevur verið lærari hjá bæði ommu og pápa Villiam Mynd: Vilmund Jacobsen Tey, sum talaðu við hátíðarløtuna í Tofta skúla, vóru (fv.) Símun Johannesen, borgarstjóri, Jóhannus Danielsen, skúlastýrisformaður, Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Martin R. Jacobsen, prestur og Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum Mynd: Vilmund Jacobsen Hópur av fólki var við til almennu móttøkuna og hátíðarhaldið, nú Tofta skúli er liðugt um-og útbygdur Mynd: Vilmund Jacobsen