Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 6. oktober 2008 43 tíðindi - Hetta er eitt stórt frambrot bæði fyri skúlan og bygafólkið í Nes kommunu í síni heild, segði borgarstjórin, Símun Johannesen TofTa skúli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Talurnar, sum vórðu hildnar við móttøkuna í Tofta skúla leygardagin, vóru allar góðar og áhugaverdar - á hvør sín hátt. Vit kundu hugsað okkum at gjørt burtur úr teimum øllum, men tíverri verður ikki pláss fyri øllum í hesum blaðnum. Símun Johannesen, borgarstjóri, var fyrstur at røða, og hann hevði eina áhugaverda og ítøki- liga talu um søguna aftan 0fyri tann hábærsliga skúla, sum í dag stendur liðugur á Toftum. Borgarstjórin fór langt aftur í skúlasøguna í kommununi, og her fingu fólk nógv at vita, sum mangur lítið og einki visti um frammanundan. - Fyrst vil eg ynskja øllum vælkomnum, arki- tektum, verkfrøðingum og handverkarum, sum hava bygt okkum hesar frálíku karmar. Síðan vil eg ynskja øllum gestum, sum komin eru at verða saman við okkum henda stóra dag – og til seinast, men ikki minst, vil eg ynskja øllum her úr kommununi, sum hava longst eftir hesum degi, at vera hjartaliga væl- komin. Eftir at hava greitt frá gomlu og áhugaverdu skúlasøguni, kom Símun Johannesen fram til byggingina av tí skúla, sum framvegis er ein partur av verandi og skúlaumhvørvi á Toft- um. - Nýggjur skúli kom í 1958, sum var eitt ótrú- ligt framstig. Hetta var ein skúli við seks stórum og ljósum skúlastovum, fimleikarhøll við umklæðingarrúmi og brúsurúmi. Her var ein inngongd til børnini og ein til lærarar, og her var lærararúm og stjóra- skrivstova. Vit fingu innandura wc og pláss bæði inni og úti til børn- ini. Símun segði, at skúlin, sum varð bygdur í 1958, smæddist ikki burtur millum aðra skúlabygg- ing í Føroyum. - Í 1962 kom fram- haldsdeild á Toftum, og tá kundu næmingar velja at fara í real ella 8. flokk. Hetta var fyrsta fram- haldsdeild av sínum slag uttan fyri Havnina. Tað var Jóhan Lamhauge, Jóhan-lærarin, sum hann vanliga varð róptur, ið var eldsálin, sum stríddist fyri at fáa hesa deild á Toftum, legði borgarstjór- in aftrat. Í 1981 varð skúlin aft- ur víðkaður, og nú varð hædd tikin nýggjum krøvum. - Vit fingu stovu til alis- frøði, smíð/ evning, hond- arbeiðsstovu, skúlakøk – og ikki at gloyma svimji- hyl, sum aftur setti Tofta skúla millum teir fremstu í landinum. Borgarstjórin kundi við hátíðarløtuna leygar- dagin fegnast saman við øðrum um, at nú er skúlin á Toftum so aftur bæði út-og umbygdur. - Ásannast má, at teir karmar, sum vit nú eru í, aftur er eitt stórt fram- brot bæði fyri skúlan og bygdafólkið í síni heild, segði Símun Johannesen, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein seinni í vikuni. Virðiligir karmar um Tofta skúla Tofta skúli hevur nógv ta størstu sólorkuskipan, sum higartil er sett upp í Føroyum, og skúlin hevur eisini aðrar forvitnisligar fasilitetir TofTa skúli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í røðu síni við hátíðarhaldið í Tofta skúla leygardagin, segði borgarstjórin, Símun Johannesen, at Tofta skúli hevur nógv ta størstu sól­ orkuskipanina, sum higartil er sett upp í Føroyum. ­ Nú so nógv fokus er á okkara umhvørvi, kann eg upplýsa, at vit hava sett upp eina 70 fermetra stóra sól­ orkuskipan á skúlanum. Hetta er soleiðis nógv tann størsta skipanin av sínum slagi í Føroyum. Borgarstjórin vísti á, at tað almenna hevur stuðlað hesi verkætlan við 150.000 krónum, har ein partur av hesum peningi skal nýtast til uppfylging og kanningar av verkætlanini. ­ Ein fylgibólkur er settur, sum skal taka sær av hesum, og skal eitt úrslit fyriliggja um eitt ár, legði borgarstjórin aftrat. Av øðrum fasilitetum, sum nýggi Tofta skúli hev­ ur, nevndi borgarstjórin eis­ ini samtaluanlegg millum lærarar og næmingar, so­ nevndu smart­board talv­ urnar í hvørji skúlastovu, tráleyst internet um allan skúlan, og eisini hevur skúlin nú eina sjálvvirkandi ventilatiónsskipan. Størsta sólorku- skipan í Føroyum Myndin er tikin omanyvir nýggja partin av Tofta skúla, sum nú eisini er útgjørdur við stórari sólorkuskipan Mynd: Vilmund Jacobsen