týsdagur 7. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
nøvn
Ein døpur tíð við
drukk og særdum
kærleikskenslum
gav Finni Jensen
íblástur til tekstin
í Sólskinsvísu, sum
vann stóru sang
skrivarakappingina
Sangkapping
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
- Løtan var ein góður endi á
eini ræðuligari tíð, sigur
Finnur Jensen, tá hann
verður spurdur, hvussu tað
kendist at vinna fyrstu virð-
isløn í stóru sangskrivara-
kappingini í gjár.
Við »Sólskinsvísu« hevur
Finnur Jensen sett orð til
eitt lag hjá Høgna Fagraberg
- eitt lag, sum kom undan
kavi aftur á nýggjárinum, tá
lívið hjá unga sangskrivar-
anum vísti seg frá síni mest
døpru síðu.
– Kvinnan, eg elskaði
yvir alt, var júst farin frá
mær og mítt lív var við at
fara í upploysn av ov
nógvum drukk. So sangurin
er í grundini skrivaður í
djúpastu sorg og svárastu
neyð, sum ein roynd at
koma upp undan aftur,
kanska,
sigur
Finnur
Jensen.
Abbin gav íblástur
Beint í allari neyðini fekk
Finnur Jensen eina yrking
upp í hondina, sum abbi
hansara hevði skrivað fyri
eini 70 árum síðani.
Abbi
var
hopleysur
romantikari og hevði skriv-
að hetta til ommu mína stutt
eftir at tey bæði høvdu hitt
hvønn annan. Í abbasa út-
gávu endar yrkingin gott,
meðan mín yrking endar
syrgiliga. Í so máta er yrk-
ingin eitt dømi um, hvussu
kærleikin kann lyfta teg
upp á hægstu skýggj, men
líka skjótt tveita teg niður í
svartasta vónloysi.
Júst hetta tykist eisini at
hava hugtikið dómsnevnd-
ina, sum millum annað vísti
á, at teksturin er um at fara
úr eini skuggasíðu og inn í
ljósið, at finna kærleika við
fyrsta eygnabrái.
Meir erligur
Við
Sólskinsvísu
vísir
Finnur Jensen seg frá eini
heldur øðrvísi síðu enn
tann
provokerandi
og
speiski sangarin, sum vit
annars kenna hann. Sjálvur
hevur Finnur Jensen heldur
onki ímóti at flyta seg frá
sínum gamla image.
– Eg havi flutt meg rætti-
liga nógv sum sangskrivari
og royni at vera meir
erligur. Eg havi onki ímóti
provokerandi og heldur
freku myndini av mær
sjálvum, tí hatta var ein
partur av mær, soleiðis,
sum eg var tá. Men eg vil
ikki vera hangandi fastur í
hasum
básinum,
sigur
Finnur Jensen, sum ikki
dylir yvir, at hann hevur
ambitónir sum sangskriv-
ari.
– Eg spæli við tankan um
at royna meg á singer/
songwriter pallinum í USA.
Hvat tað verður til, veit
man jú ikki, men eg vil ikki
sita sum 50 ára gamal og
vera beiskur yvir at eg ikki
royndi, sigur 26 ára gamli
sangskrivarin.
Nú Finnur Jensen hevur
vunnið stóru sangskrivara-
kappingina er upplagt at
spyrja, hvat ger sang góð-
an.
– Lagið skal fyrst og
fremst vera so gott og fella
so væl í oyra, at øll fáa hug
at murra við. Tá lagið rakar
okkurt í sjálvt teimum mest
ómusikalsku, er tað besta
tekini um, at lagið er gott,
sigur Finnur Jensen.
Vónloysið kveikti Sólskinsvísuna
Sólskinsvísa
Orð: Finnur Jensen
Lag: Høgni Fargraberg
Sum sólin hægst á lofti vóð
sítt gull mær vildi læna
rann hugmóð gjøgnum merg og blóð
fram til tann dag eg sá hana
Úr dalsins skugga fram hon steig
sum dá úr vársins fløtu
og nýljós feldi á mína leið
dróg meg í somu løtu
Hon gav mær alt, hon gav mær seg
at festa í lagnu mína
við aðra sól ei býti eg
tvey eygu, sum míni kína
Í dalsins skugga burt hon steig
sum dá úr vársins fløtu
og myrkrið feldi á mína leið
á ársins fyrstu løtu
Rosebank team fund í Havn
Nógv oljufólk hava vitjað í Havn nú um dagarnar. Talan er um fólk frá einum oljusamtaki, ið er virkið báðumegin
markið. Eystan fyri markið finst Rosebankfundið, sum eftir øllum at døma verður útbygt. Hetta frættir Sosialurin frá
keldum í Aberdeen. Somu feløg, Chevron, Statoil, Dong og OMV, umsita eisini leitiloyvið 008 føroysku megin
markið. Leitistjórin hjá Chevron segði við Sosialin fyrr í ár, at støða fór at verða tikin til møguliga boring í føroyskum
øki í seinasta ársfjórðinginum í ár. Sum skilst hevur fyristøðufelagið Chevron eisini biðið Jarðfeingi um fund í hesum
mánaðinum – helst fyri at tosa um 008 loyvið.
- Tíðin sum fúli og freki sangarin er
farin sigur Finnur Jensen, sum nú vil
sleppa víðari sum sangskrivari