týsdagur 7. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Fyri fýra árum síðani legði
Tjóðveldi til brots fyri at
sleppa upp í aftur meiri
lutan í Tórshavnar Býráð.
Tá høvdu vit sitið í minni
luta eitt valskeið, meðan
ein borgarlig samgonga
ráddi á Vaglinum.
Vit fingu eitt gott val og
okkara umboðan vaks enn
einaferð – hesaferð úr
trimum upp í fýra býráðs
limir. Og hartil vóru kynini
javnbjóðis umboðað við
tveimum kvinnum og
tveimum monnum.
Eftir ymsum sniðgøtum,
sum ofta hendir í komm
unupolitikki, eydnaðist
okkum at koma í sam
gongu saman við Javnaðar
flokkinum, eina samgongu
við fýra kvinnum og trim
um monnum. Sermerkt og
óhoyrt í Havnar 100 ára
býráðssøgu.
Býráðssamgongan setti
sær fyri at veita borgar
unum betri tænastur og
leggja dent á trivnaðin hjá
børnum so væl sum vaksn
um. Tað var okkum greitt,
at skuldi hetta fremjast, so
fór tað kosta nakrar
skattakrónur.
Vit hava bøtt um mangar
tænastur í kommununi hesi
árini. Leggjast kann fyri
við Bussleiðini, sum í dag
er eitt munandi betri
alternativ til bilferðsluna,
enn hon var.
Bussarnir koyra nú
tríggjar ferðir um tíman
móti tveimum ferðum um
tíman, og hartil er koyring
in við Bussleiðini ókeypis,
tí kommunan rindar allan
hennara rakstur. Hetta
hevur víst seg at vera eitt
átak, sum fólk í úti í heimi
halda vera eitt tað mest
sjónliga umhvørvisátakið,
sum yvirhøvur er tikið.
Foreldrini gjalda í dag
heldur minni fyri barnas
ansingina. Foreldraparturin
er settur niður í 25 prosent
úr 30 prosentum. Haraftrat
er systkinaavsláttur settur í
verk á vøggustovum og
barnagørðum, og nú sleppa
skúlabørn í 2. flokki í
frítíðarskúla. Tað sluppu
tey ikki frammanundan.
Barnafrádrátturin er eisini
farin upp.
Vit settu eldraráðið á
stovn fyri trimum árum
síðani. Tíðliga í skeiðnum
lat heimið fyri minnisveik í
Vallalíð upp við 16 búplás
sum, og vit hava syrgt fyri,
at Tjarnargarður í Stoffalág
er útbygdur við 24 hart
tiltrongdum røktarheims
plássum.
Vit hava eisini útvegað
sambýli til 10 fólk í einum
stórum sethúsum í Matta
lág. Nú verður arbeitt við
nýtíðar eldra og røktar
heimi úti við Strond, har
grundstykkið er útvegað
undir Boðaneshamri.
Vit hava lagt stóra
áherðslu á umhvørvismál
ini. Brennistøðin á Sand
víkarhjalla er í hesum
skeiði dagførd fyri tíggju
tals milliónir, so hon lýkur
øll tey krøv, sum ES setir
til slíkar støðir og tað útlát,
sum úr teimum má koma.
Plássið við brennistøðina
er munandi betur skipað,
so øll, sum hagar koma við
sínum ruski, sleppa lætt
liga og skjótt ígjøgnum.
Har er reistur nýggjur
bygningur, so arbeiðast
kann undir taki, serliga
við tí vandamesta
burturkastinum.
Við somu reinførissøk
fyri eyga hava vit lagt
okkum eftir at dagføra
undirstøðukervið undir
jørð, tað er kloakkirnar
kring um í kommununi.
Mong ótespilig útlát vóru.
Tey eru fækkað munandi,
og fyri rættvísisakir skal
sigast, at nakrar tíggjutals
milliónir av skattakrónum
eru farnar til endurbøtan
og nýgerð av kloakkunum.
Tað er grundin til, at
vegir og strendur, áir og
vágir eru so rein, sum tey
eru, hóast vit ikki eru
komin heilt á mál enn.
Alt hetta og meir aftrat
er framt til tess, at øll skula
kunnu trívast í Havnar
Kommunu.
Seinasta mikudag viðgjørdi
løgtingið eitt uppskot frá
Anniku Olsen um ættleið
ingarstuðul. Hetta uppskot
ið varð upprunaliga lagt
fram, meðan uppskotsstill
arin var partur av táverandi
andstøðu. Men síðani eru
politisku kortini blandað
av nýggjum, og Annika
Olsen er nú partur av ein
um landsstýri, sum um
stutta tíð ætlar at koma í
løgtingið við einum líkn
andi uppskoti. Tí valdi hon
at taka sítt uppskot aftur,
fyri at landsstýrisuppskotið
kundi verða samtykt. Ein
annar møguleiki hevði
verið, at uppskotið bleiv
viðgjørt í løgtinginum, og
so kundu broytingar verið
gjørdar í trivnaðarnevndini,
sum samsvaraðu við ynsk
ini hjá landsstýrinum.
Báðir møguleikarnir kundu
verið brúktir, men hon
valdi tann fyrra.
Skipanin í løgtinginum
er soleiðis, at tá ein upp
skotsstillari biður um at fáa
eitt uppskot afturtikið,
kunnu onnur nokta fyri
hesum, og tað var júst tað
sum hendi týsdagin 30.
september. Tá løgtingsfor
maðurin boðaði frá, at
Annika Olsen hevði biðið
um at fáa uppskotið um
ættleiðingarstuðul aftur
tikið, reistust Bergtóra
Høgnadóttir Joensen og
Kári á Rógvi og boðaðu
frá, at tey noktaðu fyri, at
uppskotið bleiv tikið aftur.
Tí bleiv uppskotið viðgjørt
á tingfundinum mikudagin
1. oktober.
Men nú skrivar Bergtóra
H. Joensen í bløðunum, at
tað er sera harmiligt, at tað
í føroyskum politikki
mangan er so, at heldur
enn at fremja skilagóðar
avgerðir og raðfestingar, er
mest umráðandi, at politik
arin sjálvur fær æruna av
einum uppskoti.
Eg eri púra samdur við
hesum. Men eg má kortini
spyrja: Um Bergtóra mein
ar nakað við hetta, hví lat
hon so ikki Anniku Olsen
taka sítt uppskot aftur? Hví
var tað so umráðandi fyri
Tjóðveldi, at tað bleiv hetta
uppskotið og ikki tað hjá
landsstýrinum, sum bleiv
viðgjørt? Er hetta ikki júst
eitt dømi um, at spurning
urin um hvør skal fáa
æruna teldur meira enn
sjálvt uppskotið?
Bergtóra H. Joensen
endar greinina við hesum
orðunum: ”Samgongan
ynskir samstarv – tað eri
eg „við uppá“..... men
samstarv gongur sum
kunnugt báðar vegir.”
Eg eri púra samdur – tað
eigur at ganga báðar vegir!
Vit tóku trivnaðin og umhvørvið í álvara
varaborgarstjóri
Jógvan arge
Samstarv báðar vegir
Helgi
abraHamsen
Besta amboð okkara at
reka ein skynsaman
fíggjarpolitikk er at gera
raðfestingar.
Sum landsins størsta
kommuna fylgja vit við
altjóða gongdini á fíggjar
økinum og ásanna sam
stundis, at vit eru partur av
teirri heild, ið myndar
heimsbúskapin.
Í tí dagliga hava vit lært
okkum, hvussu samansettur
prísurin á olju kann vera,
ikki bara eftir framleiðslu
kostnaðinum, men eisini
virðinum á dollaranum.
Við hepni hevur Tórs
havnar kommuna lagt
dentin á ein varligan og
ábyrgdarfullan fíggjar
politikk, ið setir trivnaðin
hjá bæði borgarum og
starvsfólkum í hásæti.
Yvirskipað hava vit staðið
fyri umsitingarligum og
politiskum opinleika.
Málið er at hava eitt gott
tænastustøði til borgaran í
Tórshavnar kommunu.
Hinvegin er karmurin eitt
støðugt skynsemi og
førleikin at møta truplum
tíðum.
Eftir lokna setu hevur
landsins størsta kommuna
nátt teim málum, sett
vórðu, støðugt havandi
skynsemið og hugsjónina
um burðardygd fyri sær.
Raðfestingin, sum er
gjørd eftir tørvi, merkir, at
ávís øki verða sett í gongd,
meðan onnur øki mugu
bíða.
Fíggjarætlan fyri Tórs
havnar kommunu í 2009 fer
til fyrstu viðgerð í býráðn
um mánadagin 20. oktober
2008. Dagin eftir, týsdagin
21. oktober 2008 kl. 9:00
verður tíðindafundur.
Skynsemi ræður í ársfíggjarætlan fyri 2009
borgarstjóri
Heðin
mortensen
viðmerkingar
Eg haldi, at ein og hvør, ið
bara hevur eitt sindur av
fíggjarligum skili, eigur at
síggja á tølinum, at kom
unan er fíggjarliga elend
iga stýrd av samgonguni í
Tórshavnar komunu
(Tjóveldi og Javnaðar
flokkinum).
Raksturin er farin úr 312
mió. kr. í 2004 til 485
mió. kr í 2008. Ein øking
við 173 mió. Kr. Heili 55%
uppá bert 4 ár.
Um hettar var í einari
privatari fyritøku, hevði øll
leiðslan verið koyrd til hús.
Alt hetta óskilið ger, at
komunan kemur at hava
trupuleikar at gera neyð
ugar íløgur í framtíðuni.
Tjóveldi fór til síðsta val
við slagorðum sum álit,
gjøgnumskygni, opinleiki
og mangt annað slíkt. Nú
fýra ár seinri kunnu vit
bara ásanna, at ongantíð
hevur meira skuggaskots
politikkur verið førdur av
Vaglinum sum nú, og
ongantíð áður hevur
borgarin havt so ilt við at
fáa nakran dialog við
kommununa.
Tølini tala fyri seg
býráðslimur
sJúrður
olsen