Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 192 - 7. oktober 2008 Ein 20 ára gomul kvinna stóð ákærd fyri harðskap móti einum sambiðli í einum svartsjúku­ drama. Men dómarin metti, at so stór óvissa var við ymsu vitnis­ frágreiðingunum, at hann valdi at fríkenna kvinnuna HARÐSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Bylgjurnar gingu eftir øllum at døma høgt á einum dansistað sunnunáttina 21. oktober í fjør. Ein um 20 ára gomul genta var bæði kedd og ørg um, at drongur hennara hevði gjørt tað liðugt, og av somu orsøk hevði hon sæð seg illa inn á ein sambiðil, sum eftir øllum at døma var farin avstað við dreinginum. Eftir at hava tosað við eitt av vitnunum hálvan tíma ella so, gjørdi ákærda av at fara yvir til sambiðilin fyri at finna út av, hvat gekk fyri seg. Hóast vitnið mælti henni frá at gera tað, fór hon kortini fáu fetini yvir til borðið, har sambiðilin sat saman við bróðuri sínum og nøkrum øðrum fólkum. Hvat síðani hendi stendur eitt sindur ógreitt, tí ymsu vitnini eru ikki samd um hendingina. Ákæruvalið vildi vera við, at ákærda skal hava sligið sambiðilin á kjálkan við einari fullari plastfløsku av sodavatni. Slagið var – sam­ bært ákæranum og sam­ biðlinum umframt bróðuri hennara – so dygt, at sam­ biðilin var vitleys eina løtu. Bróðurin gjørdist so sintur, at hann smekkaði ákærdu knýttan neva í andlitið. Hetta varð hann ákærdur fyri, og hóast talan var um linnandi umstøður, fekk drongurin kortini 10 daga treytað hefti fyri gerðina. Óálítandi vitni Verjin hjá ákærdu, Anfinn V. Hansen, vildi í sínari proseduru verða við, at høvuðsvitnið hjá ákæru­ valdinum, nevniliga bróð­ urin, ikki var eitt álítandi vitni. Hann var eisini tann einasti, sum við vissu kundi siga, at ákærda sló við einari fullari hálvan liturs sodavatnsfløsku. Hvørki sambiðilin, drong­ urin, sum stríðið stóð um ella sambiðilin kundu við vissu siga, um ein fløska var inni í myndini. Verjin helt tað somuleiðis vera ein undarligan fram­ ferðarhátt, ikki at melda eitt mál um harðskap fyrr seinnapartin dagin eftir, tá tað stóð greitt, at bróðurin sjálvur stóð framman fyri einari líknandi ákæru. Hann metti tí samlað, at vitnisfrágreiðingin hjá bróðrinum ikki kundi nýtast til nakað sum helst, tí vitnið var óálítandi. Nýtt vitni Til rættarfundin í morgun var bert eittans vinti avhoyrt. Málið hevur verið fyri fyrr, men tá tað ikki bar hesum vitninum til at møta á tí fundinum, var nýggjur fundur í morgun. Og sigast má, at hetta nýggja vitnið veruliga sáaði iva hjá dómaranum. Vitnið greiddi frá, at hann hevði tosað við ákærdu í umleið hálvan tíma beint undan hendingini. Hon var bæði kedd og ørg um at hava mist sjeikin, og mesta av hesi irritatiónini var vend móti sambiðlinum. Hetta vitnið kendi tó ikki hendingina aftur í teimum frágreiðingum, sum serliga bróðurin, men eisini drong­ urin, sum stríðið stóð um, høvdu latið. Vitnið segði nevniliga, at ákærda als ikki sló, men bert legði hondina á kjálkan og síðani trýsti høvdið á sambiðlinum. Sjeikurin, sum talan er um, kom loypandi til og fekk ákærdu burtur, og hendingin steðgaði eftir øllum at døma har – tó fyrst eftir, at áklærda hevði fingið nevan. Einki prus Í sínari proseduru segði ákærin, Finn Ougaard, at tað mátti metast sum rætti­ liga víst, at ákærda hevði sligið við fløsku og harvið framt harðskap. Hann mælti tí til ein treytaðan dóm upp á 14 til 20 dagar. Ákærin viðgekk tó, at tað kundi tykjast undarligt, at eingin farvegur fanst eftir slagnum. Og júst á hesa stað­ festing trýsti verjin, fyri at fáa sítt sjónarmið ígjøgnum. Sambiðilin varð kannað av lækna, sum ongan farveg sá eftir einum slagi á kjálkan. Hvussu letur tað seg gera, at fáa eitt so hart slag í andlitið, at viðkom­ andi missir vitið, uttan at nakað sum helst sæst til slagið? Har var eingin ábending um, at kjálkin var hovnaður, ei heldur sást minsta spor eftir nøkrum merki, førdi Anfinn V. Hansaen fram. Hann metti tí, at var talan um harðskap, var tað ver­ balur harðskapur, og tí átti ákærda at verða fríkend. Dómarin helt, at tað var so stór óvissa í vitnis­ frágreiðingunum, at tað bar ikki til at døma ákærda. Hon var tískil fríkend, og tann svartsjúkan, sum kundi havt endað við fongsuls­ revsing, endaði ikki so illa kortini. Svartsjúka mundi endað við fongsli Sló ákærda, og varð ein fløska nýtt at sláa við. Tað var spurningurin. Dómarin helt ikki at tað fyrilógu nóg góð prógv til at døma ákærdu, sum tískil varð fríkend fyri harðskap Modellmynd: Jens Kristian Vang Bjargingarætlan kann gerast dýr FIH Erhvervsbank kann risikera at standa við einari rokning upp á 1,5 milliardir krónur, um nýggja bjargingarætlanin hálar sum mest av teimum pengunum, sum bankarnir stilla til taks fyri kreppu­ raktar peningastovnar. FIH­samtakið hevur bundið seg til at rinda eina upphædd, sum væntandi verður 632,6 milliónir komandi tvey árini. Aftrat hesum kann koma ein lutfalsliga stórur aprtur av teimum eyka 20 milliardunum, sum bankarnir hava bundið seg til. – Eftir stóra fíggjarliga órógvið á í Íslandi og suspnderingin av íslendskum bankapartabrøvum er vert at bíta merki í, at FIH Erhvervs­ bank hevur status sum ein danskur banki og arbeiðir undir donskum eftirliti, og er »ring fenced« í mun til Kaupthing­samtakið, skrivar FIH Erhvervsbank, skrivar Børsen.