týsdagur 7. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Á Argjum hevur
Ronja W. Wardum
sett upp tveir kassar
við endurskinum í.
Eftir at hava búð á
Hamrinum á Argjum,
hevur hon uppdagað,
hvussu fá veruliga
nýta endurskin.
Vegurin niðan á
Hamarin er sera
smalur hesar dagar,
nú bygging fer fram í
haganum, og tí ræður
tað um at varða seg
eyka væl
Ferðslutrygd
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
- Alt ov nógv fólk brúka
ikki endurskin, staðfesti
Ronja W. Wardum. Hon
hevur tikið sakina í egnar
hendur, og er farin undir
eitt øðrvísi átak. Við hjálp
frá
pápanum
hava
tey
smíðað og sett upp tveir
kassar á Argjum. Sjálv
hevur hon verið um í Havn-
ini og spurt ymsar fyritøkur,
um hesar vildu stuðla við
endurskinum. Ætlanin er, at
fólk, ið ganga oman ella
niðan á Hamarin, skulu
taka endurskin úr kassanum
og leggja tað aftur í hin. Á
hendan hátt vera sjónlig og
trygg, meðan tey ganga á
vegnum har.
Í fyrsta flokki vóru tær
báðar, Ronja W. Wardum
og Rutt R. Joensen, til eitt
kunnandi tiltak hjá Ferðslu-
trygd. Tær viðgingu báðar,
at ferðslutrygd tá gjørdist
álvarsom fyri tær, og nú
nýta tær altíð endurskin.
Nú ganga báðar í sætta
flokki í Sankta Frans skúla.
Kassarnir
báðir
vóru
settir upp leygardagin, so
hon visti ikki enn hvussu
nógv høvdu nýtt møguleik-
an. Men tørvurin er óivað
har,
vegurin
niðan
á
Hamaran er sera mjáður og
hættisligur hesar dagar, nú
bygt verður í omanfyri. Enn
vóru ikki nógvar viðmerk-
ingar komnar til hennara
viðvíkjandi hesum, men
hon visti at siga at grannin
hjá henni helt, at tað var
øgiliga gott.
Ger alt hon kann
Taka fólk væl ímóti hesum
átaki, kundi hon funnið
uppá at sett slíkar kassar
upp aðra staðni, um tørvur
er á tí, greiddi hon frá.
Orsøkin til tveir kassar eru,
er so endurskinini ikki vera
brúkt upp. Men um fólk
taka endurskinini og fara
avstað við teimum, so vera
eingi eftir - men hetta tók
ikki mótið frá henni. Tí, um
hetta var støðan, so merkti
tað at fleiri og fleiri brúktu
endurskin. Ráð eru fyri tí,
hon játtaði seg til at fara
eftir enn fleiri endurskinum,
um kassarnir byrjað at tøm-
ast. At byrja við, vóru um
80 endurskin í kassunum
báðum. Hon hevði verið
um í bankum, tryggingar-
feløgum og slíkum fyritøk-
um, og roynt spurt um
stuðul.
Skúlagenturnar
báðar
vitjaðu Miðlahúsið eftir
skúlatíð mánadagin, har
Ronja Wardum greiddi frá
hugskotinum og tí, ið hon
hevði gjørt og hvussu.
Síðan var farið út á Argir,
har hon vísti fram snotiliga
kassan. Bæði hon og vin-
konan, Rutt Joensen vóru
spentar uppá átakið, og
hvussu tað man fara at vera
móttikið.
Kjakið
gekk
dúgliga
teirra millum, um at tað
burdi verið ásett við lóg, at
fólk skulu nýta endurskin –
altíð. Sjálvt á Ólavsøku, tá
fólk eru í føroyskum klæð-
um, átti endurskinið ikki at
verið lagt eftir heima!
Gott at fólk
taka ábyrgd
Stjórin
í
Ráðnum
fyri
Ferðslutrygd, Sølvi Reinert
Hansen, gleddist stórliga
um átakið hjá Ronju Ward-
um. – Tað er ordiliga gott at
fólk taka ábyrgd, segði hann
errin av henni. – Men kann
ikki ganga og vænta at
Ferðslutrygd, løgreglan ella
onkur annar ger tað! Hóast
einki av endurskinunum, ið
Ronja hevur lagt í kassarnar,
var frá Ferðslutrygd, duldi
hann ikki yvir at tey heldur
enn gjarna vildi stuðla
henni við hesum.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
er um at flyta í nýggj høli,
ið fara at gera tað lættari
hjá flokkum og bólkum, at
koma á vitjan. Sølvi Reinert
Hansen vónar at hetta fer at
vera við til at virka fyri, at
enn
fleiri
kunnu
vera
tilvitað um Ferðslutrygd. Í
verandi løtu koma bara 8.
ella 9. flokkar fast á vitjan,
men sjálvandi er ynskiligt
at røkka øll.
Komandi
tíðina
eru
ymisk spennandi átøk á
vegis frá teimum, greiddi
hann frá. Fyrst av øllum
verða súkkluhjálmar givnir
øllum børnum í 2. flokki.
Hjálmarnir skuldu verið
givnir í vár, men av onkrari
orsøk lat hetta seg ikki gera,
tí koma teir nú. Í vár verða
hjálmar givnir teimum, ið
eru í fyrsta flokki. Stutt
síðan vóru endurskinsvestar
lætnir børnum og dagstovn-
um kring alt landið.
12 ára gamla Ronja undir ferðsluátak
3.500 endurskinsvestar býttir út
Seinasta mánað boðaði Ráðið fyri Ferðslutrygd frá, at heili 3.500 endurskinsvestar vera givnir børnum
kring alt landið. Í fjør vóru vestar givnir øllum teimum, ið byrjaðu í fyrsta flokki, men sum nakað nýtt
verða vestar eisini til tey, ið eru á dagstovni. Vestarnir, ið tey, sum byrja í fyrsta flokki fáa, vera givnir
teimum til ognar, meðan hinir fara til børnini sjálvi. Tað er í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar,
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer undir hesa víðkan, - Tryggingarfelagið Føroyar leggur stóran dent á økta
ferðslutrygd. Serliga vilja vit tryggja, at børnini kunnu kenna seg trygg í ferðsluni. Vit fegnast tí um,
at vit við hesum átaki, kunnu stuðla undir hesum við at geva stórum parti av børnunum í Føroyum
endurskinsvestar, ið kunnu vera við til at tryggja tey betri í ferðsluni, sigur Edvard Heen, stjóri í
Tryggingarfelagnum Føroyar á heimasíðuni hjá Ferðslutrygd.
Ronja W. Wardum (hm) og Rutt R. Joensen (vm), vístu fram
kassan og vóru spentar um at telja endurskynini, ið vóru í
Mynd: Bergur Johannesen