týsdagur 7. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
eyðiliga sjúku
Ríkissjúkrahúsinum, undir
kønu hondini hjá Flemming
Skovby, professara og ílegu
granskara, sum hevur fylgt
honum øll árini. Tí hevur
Jann Dávur ongantíð verið í
samband
við
føroysku
barnalæknarnir.
Familjan verður
kannað
Um sama mundi, sum Jann
Dávur fekk diagnosuna,
hevði Ulrike eisini illgruna
til aðrar føroyskar familjur,
sum høvdu mist smá børn
undir løgnum og greiðum
umstøðum. Tí vóru allar
familjurnar hjá teimum,
sum vóru sjúk ella deyð av
CTD, kannaðar. Tað vil siga
foreldur og systkin. Og har
vóru fleiri berarar og sjúk
fólk avdúkað.
Vit blivu øll kannað, og
tað vísti seg, at eg og mað
urin eru berarar. Tí er 25
prosent vandi fyri, at okkara
børn hava sjúkuna, sigur
Miriann Dam. Eldri son
urin, Christoffur, sum er 18
ár í dag, er eisini berari,
men er annars púra frískur.
Í dag er Jann Dávur 13 ár,
og hóast hann ikki orkar
líka væl at rokast sum
javnaldrarnir, livir hann eitt
normalt lív. Bæði skúlin og
sjúkan skulu røkjast væl,
og fýra ferðir dagliga tekur
hann heilivág. Harumframt
kann tað vera lívshættisligt,
um hann fær feitt at eta ella
verður ovbyrjaður.
Systurin nýliga
kannað
Fyri fýra árum síðani varð
deyðsorsøkin hjá Oliviu,
dóttir Miriann og Jógvan
kannað. Tá varð PKUkort
ið funnið fram úr goymsluni
á Statens Serum Institutt.
Hetta er reglulig blóðroynd,
sum hevur verið tikin av øll
um
nýføðingum
síðan
1972. Har bleiv tað endaliga
staðfest, at lítla gentan í
veruleikanum hevði CTD,
og at hetta var deyðsorsøkin.
Men í 1988 var sjúkan enn
ókend, og tí vistu læknarnir
ikki, hvat teir skuldu leita
eftir.
Hóast vit innast inni
vistu, at tað var hetta Olivia
doyði av, so var tað ein lætti
at fáa tað staðfest. Vit
høvdu kanska hug at brigsla
heilsuverkinum, tí vit onga
frágreiðing fingu. Men nú
funnu vit so deyðsorsøkina,
sigur
Miriann
Dam
í
Kollafirði.
Latið tykkum kanna
Miriann heldur, at allir før
oyingar eiga at verða kann
aðir fyri sjúkuna CTD, tí
hon er so vandamikil, men
løtt at staðfesta, viðgera og
at liva við. Men hon roknar
samstundis við, at um
vaksin fólk hava CTD, so
hava tey helst onkur sjúku
eyðkenni, so sum manglandi
orku og ein sveittaroyk av
súrum landi, sum er ser
merktur fyri hesar sjúkling
arnar.
Um sjúkan verður funn
in í góðari tíð, kunnu sjúk
lingarnir liva normalt, sigur
hon.
30-40
sjúklingar
í Føroyum
Síðan tilburðin við Jann
Dáva hava læknarnir á
Landssjúkrahúsinum
fylgt málinum um CTD í
Føroyum, eitt nú við at
skriva greinir í vísunda
ligum tíðarritum. Tað vísir
seg, at føroyingar eru
nógv oftari berarar av
CTD, enn fólk í øðrum
londum. Roknað verður
við at ein av hvørjum 18
føroyingum eru berarar.
Hetta er gamla søgan við
inngiftan og homog
enum fólkabólkum. Eini
10 føroyingar eru longu
kannaðir og settir í
viðgerð, og vísindaligar
kanningar vísa, at ein av
hvørjum 1300 føroy
ingum, ella eini 3040
fólk, longu hava sjúkuna
uttan at vita av tí. Til
samanberingar kunnu vit
nevna, at í USA er títt
leikin ein av 100.000 og í
Japan ein av hvørjum
40.000.
FAKTA
Aftaná nøkur brádlig og
løgin andlát millum føroysk
børn, fekk týski barnalæknin
Ulrike Steuerwald illgruna
til CTD, sum hon eina ferð
hevði upplivað í Týsklandi. Tá
Jann Dávur varð innlagdur
eina náttina í 1995 við somu
sjúkueyðkennum, sum syst
urin var deyð av nøkur ár
frammanundan, gjørdi Ulrike
bart og setti hann beint í við
gerð, sum skuldi vísa seg at vera
lívsneyðug fyri hann. Á mynd
ini Jann Dávur saman við
mammu síni Miriann Dam
Mestu tíðina var Oliva ein
frísk og røsk genta. Men
aftaná drúgva og pínifulla
sjúkralegu andaðist hon tann
11. apríl 1988, bert trý ára
gomul. Men fyri fýra árum
síðan var tað staðfest, at
veruliga deyðsorsøkin var
CTD.
Í blaðnum í gjár greiddu vit frá um duldu sjúkuna CTD, sum eini 3040
føroyingar hava uttan at vita av tí. Sjúkan er deyðilig, um hon verður ikki
staðfest ella viðgjørd. Nú heita serfrøðingar, læknar og avvarðandi á fólk, sum
eru í familju við børn ella vaksin, sum brádliga doyðu, uttan nakra beinleiðis
orsøk, um at lata seg kanna. Ein av hvørjum 1300 føroyingum hava sjúkuna,
sum er nógv vanligari her enn aðrastaðni.
Løgmaður hevur flutt
kærumál frá Johan Dahl
Av tí at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum hevur
verið stjóri á Faroe Cold Stores í Vági, metir Vinnumálaráðið
seg vera ógegnugt at vera við í eini klagu um hetta virkið. Tí
hevur løgmaður gjørt av av at leggja kærumálið frá Vágs komm
unu yvir avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu um at taka
aftur góðkenning hjá marknaeftirlitisstøðini í Vági til lands
stýriskvinnuna í Innlendismálum at viðgera víðari. Málið snýr
seg um, at væta frá slógvframleiðsluni hjá Faroe Cold Stores í
Vági rann inn undir hurðina og inn á marknaeftirlisstøðina.
Russar bjarga íslendska
búskapinum
Russland er sinnað at læna Íslandi pening fyri at hjálpa landinum burtur úr
fíggjarkreppuni. Russiska stjórnin er sinnað at veita íslendingum fýra milli
ardir evrur ella 680 milliardir íslendskar krónurí láni fyri at hjálpa Íslandi
burtur úr fíggjarkreppuni. Tey boðini fekk nevndarformaðurin í íslendska
Seðlabankanum frá russiska sendiharranum í Íslandi, Victor I. Tatarintsev, í
morgun, skriva íslendsku bløðini. Sagt verður eisini, at Vladimir Putin, for
sætisráðharri, hevur góðkent tilboðið, og at íslendsk umboð fara til Moskva í
næstum at tiongast við russar um tilboðið. Sambært íslendskum bankakeld
um skal russiska lánið millum annað brúkast til at styrkja íslendsku krónuna.